Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-11, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. februar 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 11. februar 2010 – Nr. 29 Sekkjaður fyri drekkarí Norski Thomas Myhre, sum eitt skifti vardi málið hjá danska FCK, hevur nú fingið sekkin frá norska felagi sinum, Viking. Orsøkin til hetta skal finnast á venjingarleguni, sum Viking var á á Marbella í Spania. Her fingu spælararnir loyvi at fara í býin, og tað gjørdi Myhre somikið væl, at hann ikki var komin upp, tá taktik-fundur skuldi haldast næsta morgun, og hann megnaði heldur ikki at taka lut í venjingini. Søguligur sigur til Kina Síðani Kina og Suðurkorea spældu fyrsta fótbóltslandsdystin sínamillum í 1978, hevur tað ongan tíð eydnast kinverjum at vinna hesa uppgerðina. Men tað broyttist í gjárkvøldið. Í fýralandakapping, sum verður spæld í Tokyo, vann Kina nevnliga tryggan 3-0 sigur á Suðurkorea. Suðurkorea er annars eitt av liðunum, sum í summar skal taka lut í HM-endaspælinum í Suðurafrika. Eftir at SÍ í gjárkvøldið vann á Fleyr, er greitt, at SÍ sam an við Mjølnir kemur í FM-f inalurnar hjá monnum, með an Fleyr má taka til takkar við bronsuni Tendensurin hevur verið tann vegin í allan vetur, men í gjárkvøldið gjørd ist tað endaliga greitt, at tað verða Mjølnir og SÍ, sum skulu spæla FM- finalurnar í Eik-liguni hjá monn- um. Hetta, tí SÍ í gjárkvøldið vann á Fleyr, sum tí hevur mist møguleikan at fáa annað av teimum báðum fremru liðunum aftur. Fram vegis skulu írestandi dystir- nir sjálvandi spælast, tí tað er ikki líka mikið, hvat av teimum báðum finalu kláru liðunum endar fremst í lands kappingini. Spælast skulu fyrst tvær FM-finalur á uttanveltaðum vøl li, men verður neyðugt við einari triðju finalu, fær tað liðið heimavøll, sum endaði sum nummar eitt í sjálv ari landskappingini. Tað vil siga, at enn stendur púra opið, um tað verður SÍ ella Mjølnir, tí lið ini hava ávikavist tríggjar og fýra dyst ir eftir at spæla – harav ein er teirra millum. Hinvegin kundi Fleyr fyri tað longu fingið bronsuna hand aða, tí tað plássið broytist ikki. Fleyr kann ikki fáa liðini frammanfyri aftur, samstundis sum ÍF á botn- plássi num heldur ikki kann fáa Fleyr aftur. Í allan vetur hevur Fleyr verið tað minst støðuga av teimum trimum fremstu, umframt at eydnan heldur ikki hevur verið við, tá talan hevur verið um heilt javnar dystir. Fleyr hev ur fimm ferðir spælt fimm sett ar- ar ímóti Mjølnir og SÍ, og bara ta einu ferðina hevur Fleyr vunnið. At klaksvíkingar og sørvingar hava verið teir stinnastu í vetur, verð ur eisini undirstrikað av, at júst hesi bæði liðini eisini hittast í steypa finaluni hjá monnum, sum verður um eina góða viku. So fáa vit at síggja, um annað liðið fer avstað við greipuni ella um tey koma at býta steypið og føroyameistaraheitið ímill um sín. Í tveimum av teimum fýra settunum í mansdystinum í Sørvági í gjárkvøldið var sera javnt, og tey kundu farið báðar vegir. Tey fóru hvør sín veg, men í hinum báðum settunum var SÍ klárt betri og vann dystin Tað grettir ikki, at tá Fleyr spælir ímóti teimum báðum ovaru lið- unum, Mjølnir og SÍ, so er talan um spennandi og javnar dystir, har Fleyr í øllum førum fær eitt ella tvey sett – eina eina ferð trý. Dysturin í Sør- vági í gjárkvøldið var sum so einki unda n tak, tó hóast Fleyr ongantíð kom í snúningar í tveimum av settu- num, var sera javnt í hinum báðum. At hetta var seinasta útkall hjá Fleyr, sást í fyrsta setti, har liðið strídd ist fyri sakini og eisini fyri tað nógva var eitt lítið sindur framm an- fyri. Liðini fylgdust fyrstu løtuna, men við Fleyr sum tí, ið hevði hug at fara framum. Eftir javnleik 13-13, var Fleyr á odda við einum og tveimum bólt um, líka til SÍ aftur javnaði til 19-19. Eftir hetta gjørdist tað eitt satt nerva kríggj um, hvat av liðunum skuldi fara avstað við sigrinum. SÍ, sum hevði ligið eitt lítið sindur und- ir, vísti seg at hava sálarligu yvir- vágina, men mátti stríða seg ígjøgnum tríggjar settbóltar, áðrenn tað eydnaðist at taka settið. Fleyr kom aftur Hetta hevði óivað kravt nógva orku hjá gestunum, tí í øðrum setti gjørdist tað avsmurningur, tí nú var SÍ nógv betra liðið. Serliga gjørdi Emil Mikkelsen um seg í álopinum og við sínum kraftfulla stíli syrgdi fyri heilt nógvum av stigunum, sum SÍ vann sær. Fleyr vildi tó ikki geva upp, hóast støðan nú var 2-0 til SÍ. Tí líktist triðja sett nógv fyrsta setti, har tað ongan- tíð ordiliga gjørdist leyst millum lið- ini. Fyri tað nógva hevði Fleyr munin, og hóast tað ikki eydnaðist at vinna fyrsta settbóltin, so tað í staðin gjørd ist javnt, 24-24, megnaði Fleyr at halda høvdið kalt og taka næsta møguleikan og settið. Tað var framvegis púra opið langt inn í fjórða sett, og liðini fylgdust upp til 15-15. Men so setti Ragnar í Haralds stovu seg sjálvan inn, og bein an vegin eydnaðist honum at blokka nakrar ferðir, so SÍ kom fram- um, og síðani gekk bara ein veg við settinum, ið sørvingar endaðu við at vinna rímiliga trygt, so tað gjørdist ein 3-1 sigur. SÍ-Fleyr 3-1 (28-26, 25-14, 24-26, 25-20): Tvey sett koppaðu Mjølnir og SÍ í finaluni einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Hóast Fleyr royndi sítt besta í Sørvági í gjárkvøldið, eydnaðist ikki at vinna á SÍ, sum sostatt saman við Mjølnir skal spæla FM-finalurnar í Eik-liguni hjá monnum Mynd: Álvur Haraldsen