hósdagur 11. februar 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 11. februar 2010 – Nr. 29 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21
Bæði Manchester United
og Chelsea mistu stig á
uti vølli, meðan Arsenal
koppaði Liverpool á heima
vølli. Nú er bara eitt stig, ið
skilir tvey tey fremstu lið
ini, meðan Arsenal er seks
stig aftanfyri Chelsea, sum
er nummar eitt
Eftir at hava tapt fyri Chelsea og
Man chester United var dysturin í
gjár teirra seinast møguleiki at han
ga í oddinum. Mótstøðan var Liver
pool, ið hevur havt eitt vánaligt
kapp ingarár í ár, men sum við einum
sigri kundi minka stigamunin mill
um liðini niður í tvey stig.
Fyrri hálvleikur var javnur. Bæði
lið ini høvdu onkrar smávegis roynd
ir á mál, men tað var ongantíð vandi
á ferð.
Í seinna hálvleiki blivu royndirnar
næskari, men tað var ikki fyrr enn í
72. minutti at hol kom á. Tomas
Ro sicky sendi væl innfyri úr høgru
og so kundi Abou Diaby leggja
Arse nal á 10. Liverpool royndi at
svara aftur, men fyriuttan ein roynd
frá innskifta Ryan Babel, so var lítið
flog yvir framrættaða spælinum hjá
Liverpool.
Fyri Arsenal merkir sigurin, at teir
aftur eru við í kappingini um at vin
na Premier League. Tað eru nú seks
stig upp til Chelsea á fyrsta plássi
num. Arsenal hevur eisini spælt allar
dystirnar móti hinum “big four” lið
num, meðan eitt nú Chelsea bæði
skal á vitjan á Old Trafford og
An field áðrenn kappingin endar.
Arsene Wenger var væl nøgdur
eftir dystin. Hann vísti á at spælar ar
nir høvdu verið í einum aldurdali,
me n við sannførandi avrikinum í
dag høvdu svara aftur. Wenger er
kom in undir eitt minni trýst eftir
vána liga gongdina, men við seks
stig um upp til nummar eitt og
Champ ions League fótbólti kom
andi vikuskifti, sær ikki so gali út hjá
teimum. Venjarin hjá Liverpool,
Ra fa el Benitez var óður um at Liver
pool ikki fekk brotsspark í evstu
løtu. Myndir vísa tó at Arsenal lið
skiparin Cesc Fabregas var staddur
uttanfyri brotssteigin, tá hann fekk
bóltin á hondina eftir eitt fríspark.
Nani sá reytt
Man chester United var á vitjan á
Villa Park. Aston Villa dystast við
Man chester
City,
Liverpool
og
Totten ham um at røkka fjórða
plássi num, ið gevur atgongd til
Champ ions League komandi kapp
ing a rár. Heimaliðið byrjaði væl og
legði seg á odda við málið frá Carlos
Cuellar, men Manchester United
svaraði aftur løtu seinni. James Coll
ins var óheppin at beina bóltin í
eg ið mál eftir innlegg frá Ryan
Giggs.
Tá fyri hálvleikur var hálvan tíma
gamal fekk Nani reytt kort. Tað
eydn aðist ikki Aston Villa at gagn
nýta yvirtalsstøðuna. Heldur vóru
gestirnir nærri við at fara avstað við
øllum stiginum. Sir Alex Ferguson
skilti væl reyða kortið og rósti sínum
spælararum fyri at hava verið oman
á í dystinum, hóast teir vóru ein
mað ur minni í yvir ein tíma.
Chelsea var á vitjan á Goodison
Park, har Everton tók ímóti. Chelsea
kom á odda í fyrra hálvleiki við máli
frá Didier Drogba, men við tveimum
málum frá Louis Saha eydnaðist tað
Everton at vinna á oddaliðnum.
Louis Saha brendi eisini brotsspark,
men tað fekk ikki ávirkan á hvar
stigu ni endaðu.
Bragdaði hjá Zola
Nógv hevur verið tosa um West
Ham seinastu vikurnar. Nýggju
eigar nir hava verið nógv í fjøl mið li
num. Tað hevur West Ham venjarin
Gian franco Zola funnist harðliga at,
men í gjár sást einki til trupuleikarnar.
West Ham vann 20 á Birmingham,
sum annars hevur staðið seg væl í
ár.
Eitt annað botnlið, Wolver hamp
ton, fingu eisini ein hart tiltrongdan
sigur, tá teir vunnu 10 á heimvølli
móti Tottenham. Seinasti dysturin
var á Ewood Park millum Blackburn
og Hull City. Hann endaði við einum
10 sigri til Blackburn.
Spenningurin í oddinum er øktur
eftir úrslitini í gjár. Tað eydnaðist
hvørki Chelsea ella Manchester Uni
ted at renna frá Arsenal. Í kappingini
um fjórða plássið tykist Manchester
City hava bestu kortini á hondini.
Við tveimum dystum til góðar, hava
teir eins nógv stig sum Liverpool, ið
er á fjórða plássinum. Um halva
aðru viku bresta tey bæði saman á
City of Manchester Stadium. Totten
ham og Aston Villa eru skutin aftan
fyri, men tey hava bæði møguleikan
at røkka fjórða plássinum. Í botn
inum er einki avgjørt. Bara tvey stig
skilja nummar 14 og nummar 19.
Arsenal tók av møguleikanum
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Zivanovic aftur til Íslands
Serbiski Nenad Zivanovic, sum í tveimum umførum hevur styrkt
um álopið hjá VB/Sumba, hevur skrivað sáttmála við íslendska
Tór. Eftir at hava spælt við VB/Sumba, valdi Nenad í 2006 at
royna eydnuna við Breiðablik, og í trý ár spældi hann 60 dystir
og skeyt 17 mál fyri felagið. Seinnu helvt av kappingarárinum í
fjør var hann við til at spæla VB/Sumba aftur í Vodafone
deildina, men nú hevur áleyparin gjørt nýggjan sáttmála í
Íslandi. Hesa ferð er sáttmálin skrivaður við Tór frá Akureyri.
Felagið spælir í næst bestu íslendsku deildini, men málið er púra
greitt, at teir í 2011 skulu vera at finna í bestu deildini.
Terry fær feriu
Venjarin hjá Chelsea, Carlo Ancelotti, hevur givið
verjuskansanum og liðskiparanum, John Terry,
nakrar feriudagar, so hesin eina tíð kann fáa frið
at rudda upp í privatlívi sínum. Terry hevur
seinastu tíðina verið í miðdeplinum fyri fleiri
gølur, og eitt nú hevur landsliðsvenjarin, Fabio
Capello, tikið liðskiparabindið frá honum. Um
vikuskiftið skal Chelsea spæla í FACup móti
Cardiff, og tí dystinum sleppur John Terry altso
undan.
Premier League
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 Chelsea
26
18
-
4
-
4
61
22
39
58
2 Man Utd.
26
18
-
3
-
5
62
21
41
57
3 Arsenal
26
16
-
4
-
6
61
30
31
52
4 Liverpool
26
13
-
5
-
8
43
27
16
44
5 Man City
24
12
-
8
-
4
47
32
15
44
6 Tottenham
26
12
-
7
-
7
45
26
19
43
7 Aston Villa
25
11
-
9
-
5
32
19
13
42
8 Birmingham
25
10
-
7
-
8
24
26
-2
37
9 Everton
25
9
-
8
-
8
35
36
-1
35
10 Fulham
26
9
-
7
-
10
30
28
2
34
11 Blackburn
26
8
-
7
-
11
26
43
-17
31
12 Stoke
24
7
-
9
-
8
23
27
-4
30
13 Sunderland
25
6
-
8
-
11
32
42
-10
26
14 West Ham
25
5
-
9
-
11
32
40
-8
24
15 Wolves
25
6
-
6
-
13
21
42
-21
24
16 Wigan
24
6
-
6
-
12
26
49
-23
24
17 Hull
26
5
-
9
-
12
25
51
-26
24
18 Burnley
25
6
-
5
-
14
25
50
-25
23
19 Bolton
24
5
-
7
-
12
29
46
-17
22
20 Portsmouth
25
4
-
4
-
17
20
42
-22
16
Úrslit, Premier
League
Týsdagin
Manchester CityBolton
20
PortsmouthSunderland
11
WiganStoke
11
FulhamBurnley
30
Mikudagin
ArsenalLiverpool
10
Aston VillaMan United
11
West HamBirmingham
20
WolverhamptonTottenham 10
BlackburnHull
10
EvertonChelsea
21
Vassiriki Diaby til vinstru
sendir bóltin í netið, og
so er Arsenal á odda í
uppgerðini móti Liverpool
Mynd: Polfoto/AP