hósdagur 11. februar 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 29 - 11. februar 2010
W
enselaus var sonur
Hans Hansen Debes
(1768-1840) og Elsu Ber-
gittu Hammershaimb
(1786-1851). Hans var
føddur í Sandavági, og hann
gjørdist sakførari og um-
sjónarmaður við handilin í
Havn. Tey bæði giftust 19.
apríl 1803 í Havnar kirkju.
Tey fingu 10 børn og
Wensel, sum hann varð
kallaður, var yngstur av
teimum.
Wensel lærdi til “kunst-
drejer” í Danmark. Hann
var liðugur í 1847. Àðrenn
hann kom kom aftur í 1850
var hann við í trýárakrígn-
um (1848-1850) millum
Danmark og Týskland. Tað
vóru fleiri føroyingar, sum
luttóku í hesum kríggi.
Samb. lóg frá 1906 fekk
hann “tillagt som livsvarig
aarlig Hædersgave for del-
tagelse i Kampene for
Fædrelandet i Aarene 1848-
50 et hundrede Kroner.”
Heimkomin fór Wensel
at arbeiða sum dreyari, og
hann gjørdi alt dreyara-
arbeiðið í Havnar kirkju, tá
ið hon varð umvæld í
1865. Ein beiggi hansara
Christoffur Nyholm Debes
(1815-1856), abbi yrkjaran
av sama navni, var eisini
dreyari.
Var eisini frisør
Tað er ikki nógv sum er
niðurskrivað um dreyaran,
men Caroline Heinesen,
mamma William, hevur tó
hendan stubban:
"Hver fredag aften kom
drejer Debes. Han var
ungkarl og boede sammen
med sin gamle søster (helst
Johanna Henrietta (1820-
1902), og ham kunne
bedstefar ikke rigtig lide.
Men han spiste der hver
fredag aften og havde god
appetit. Vi børn talte, hvor
mange skiver, han kunne få
ned. Det var gerne 9-10 stk.
men det var ham vel undt.
Samme Debes var også
frisør og klippede håret af
os alle. Han boede i et hus
som blev kaldt á Dunga, og
stod der, hvor Kletts hus
nu er på Bryggebakken.
Hans søster var noget af
det morsomste, man kunne
tænke sig og så elskværdig.
Hun talte hver anden sætn-
ing på dansk og hver anden
på færøsk. Hun var lille og
spinkel med en rigtig
Debes profil, stor vel-
dannet kroget næse. Hun
var altid helt stiv af skørter.
Hun havde vist en bunke
på, men var så sirlig og
pæn. Engang var der
kommet en mus i køkken-
et, og de var jo bange for
den. Så råbte hun i sin nød:
”Wentzel Baggi, Wentzel
Baggi, kom med kloven!
Kom med kloven!” Jeg
blev af og til sendt ned til
dem for at bede om et
stykke peberrod, som voks-
ede i deres have, men for
at komme ud i haven måtte
man gå igenem en lille
gang, hvor loftet var falde-
færdigt, så vi måtte altid
løbe, for at loftet ikke
skulle styrte ned over os.”
Var ríkmaður
Wenselaus var væl fyri
fíggjarliga, tá ið hann
doyði. Uppgerðin í skifti-
num hjá honum vísir eina
ogn uppá um kr. 32.000,
sum hevur verið ein risa-
upphædd tá í tíðini. Hann
hevur eisini spekulerað eitt
sindur. Ein partur av ognini
var obligatiónir.
Annars hevði hann
pening í Føroya Sparikassa
og danska Bikuben. Har
hevur hann verið limur í
einum “Alderdomsforsørg-
elseskasse”, sum má sigast
at hava verið sera fram-
skygt tá í tíðini.
Men hann hevði eisini
kr. 6.069 standandi i handli-
num hjá M.C. Restorff. Í
skiftinum er ein áhugaverd
kontobók, sum eins og í
eini bankabók frá 1870
vísir, hvat ið er sett inn við
tilskrivaðum rentum, sum
vóru 5% p.a.
Legatið
Wensel hevði ongar lívsar-
vingar, so hann gjørdi testa-
menti, sum er sera útgrein-
að og hevur fyribyrgt, at
tað skuldi verða nakar
klandur um arvin.
Hann ásetti, at alt, sum
hann átti, skuldi fara til eitt
legat. Húsini skuldu býtast
uppí tvær “friboliger”, har
tað ikki skuldi gjaldast
leigu.
Tann peningur, hann átti,
skuldi fara til innrætting av
hesum íbúðum. Renturnar
av peningaognini skuldu
fara til eina hóskandi
samsýning til “Bestyrelsen
for Friboligen”.
Ásett var, at “Bestyrelsen
for Ejendommen og Legat-
et, der skal føre Navnet
“Wenselaus Marius Debes
Legat,” skal bestaa af Land-
fogeden og Sognepræsten i
Thorshavn. Denne Bestyr-
else skal affatte de nærmere
Statuter for Legatet over
hvilket, der hvert Aar skal
aflægges Regnskab til Amt-
manden over Færøerne.”
Tey, sum búðu í húsin-
um, skuldu umframt fría
leigu eisini fáa kr. 100
árliga hvør.
Wensel ásetti eisini, at so
leingi hansara bróðurdóttir
Adda Cathrine Debes, dóttir
Jørgen Frants, livdi, skuldi
hon búgva í húsinum.
Maria Djurhuus (í Barna-
garðinum) greiðir frá, at
omma hennara Maria,
mamma Viggo Christian-
sen, var granni hjá Wensel,
og hon plagdi at vera um
hann, tá ið hann gjørdist
gamal. Hon slapp eisini at
búgva í hesum húsum.
Hetta varð eisini ásett sum
eitt ískoyti til testamentið.
Sambandið hevur verið
gott, tí Maria minnist eisini,
at hon plagdi saman við
mammu síni at vera á
grøvini hjá Wensel.
Wenselaus hevur havt
umsorgan fyri teimum
veiku. Hann ásetir, at
“berettigede til at faa
Fribolig og oppebære
Legatbeløb er Enker og
Enkemænd samt ugifte
Kvinder og Mænd, naar de
ere værdige og trængende
og ere fyldt 50 Aar. De
beholde Friboligen og
Legatbeløbet, medmindre
de ophøre med at være
værdige og trængende.”
Kostnaðurin av at doyggja
Í skiftinum er ein áhuga-
verd uppgerð yvir kostnað-
in av eini jarðarferð. Sjálvt
tær kirkjuligu veitingarnar
kostaðu, sum henda rokn-
ing frá Thorshavns Kirke
frá 14.5. 1914, dagin eftir
jarðarferðina, vísir:
Graveren
kr. 3.00
Pælen (til grøvina) kr. 0,50
Ligklæde
kr. 0,50
Lys ved Alteret
kr. 2,00
Orgel
kr. 1,00
Orgelspil
kr. 3,00
Kirkeklokkerne
kr. 1,00
Klokkeren
kr. 2,00
Kirkekonen (vasking) kr. 2,00
Tilsamans
kr. 15,00
Tað áhugaverda er, at tað
verður ikki bert goldin
samsýning til klokkara og
urguspælara men eisini fyri
nýtsluna av klokku og urgu.
Ervið hevur tó verið
bíligt. Tað vóru keypt úti
við 50 pund av kjøti frá
B.A. Samuelsen fyri kr.
25,53 og kr. 2 vóru goldnar
til kókikonu. Prestur fekk
kr. 10 fyri gravtalu og
jørðákasting. Læknin fekk
10 kr. Samlaðu útreiðslur-
nar av jarðarferðini vóru
kr. 62,53.
Wensel keypti hjá M.C.
Restorff, og tað liggur ein
áhugaverd kontobók eftir
hann. Dagin fyri jarðar-
ferðini eru keyptar 50
sigarir fyri 7 oyru hvørja.
Tær munnu hava verið
ætlaðar til ervið.
Dreyarin Wenselaus Debes fekk
krígspensjón frá krígnum 1848-50
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Tey eru nógv, sum hava hoyrt um dreyaran Wenselaus Marius Debes (1828-1914), men tey eru fá,
sum vita nakað serligt um hann. Men vit hava so ein part av hansara søgu
WENSELAUS MARIUS DEBES
F. 24. SEPTEMBER 1826
D. 10. MARTS 1914
Hesa bajonett við slíra hevði Wensel heim við sær úr krígnum.
Hana eigur Viggo Christiansen, ein góð kelda til hesa
greinarøð. Hann hevur arvað hana eftir abba sínum við sama
navni. Kanska hevur Viggo keypt hana á uppboðssøluni av tí
leysafæ, sum Wensil lat eftir seg
Komandi partur
verður um
Sannu og Poul
Kjelnæs bakara
Wenselaus Marius Debes
doyði sum ríkur maður
Wensel luttók í parti við dønum í krígnum móti Týsklandi 1848-
50. Fyri hetta fekk hann heiðursgávu, sum hetta skjal vísir
Fremsta húsið er verkstaðurin “legathúsið” hjá Wensel. Myndin
er frá Birgar Johannesen, sum er ein onnur góð kelda hjá okkum