hósdagur 11. februar 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 29 - 11. februar 2010
23
Amerikanski stjørnufrøðingurin Edwin
Hubble við ómissandi fylgisveini sínum,
pípuni.
Edwin Hubble (vinstrumegin) og starvsfelagin Milton Humason við stóra 100
tumma kikaranum á Mount Wilson. Humason hevði í veruleikanum onga
útbúgving, men stjórin á Mount Wilson, George E. Hale, setti hann í starv sum
hjálparmann, tí hann sá møguleikar í hesum ólærda, stillføra tekniska snillinginum.
Gongdin seinni vísti, at Hale gjørdi rætt.
Søguliga myndin hjá Hubble av fyrstu cepheiduni í Andromedu. 3 N eru merkt
í myndina, tí Hubble heldur hesar stjørnur vera novur, men so varnast hann,
at ein av stjørnunum er ikki nova, men variabul stjørna - cepheida. Tá strikar
hann N út og skrivar í staðin VAR! Hubble skilur, at nú kann hann sum tann
fyrsti rokna, hvussu langt burturi Andromedatokan er.
Edwin Hubble flytur mørkini út um Vetrarbreytina
Pól Jespersen
Altjóða
stjørnufrøðiár 32
Cepheidustjørnurnar hjá Leavitt
verða brúktar at finna skap og stødd
á Vetrarbreytini. Í 1923 tekur Hubble
eina mynd av einari cepheidu í
Andromedu. Tá ið periodan er máld,
er greitt, at Andromeda er ikki ein
toka, men egin stjørnubreyt, ein
galaksi. Uppdagingin ger Edwin
Hubble heimskendan
Tann 26. apríl í 1920 skipar National
Academy of Sciences í Washington
fyri stórum fundi, sum fer í søguna
undir heitinum The Great Debate. Stóra
kjakevnið er, hvørt Vetrarbreytin er
alt, sum er, ella um tokurnar, sum eru
at síggja ímillum stjørnurnar - serliga
spiraltokurnar - eru stjørnubreytir fyri
seg sjálvar við milliardum stjørnum.
At verja fyrra sjónarmiðið hava teir
fingið Harlow Shapley, 1885-1972.
Hann starvast sum stjørnufrøðingur
á Mount Wilson Observatory í Kali-
fornia. Í 1918 hevði Shapley brúkt
cepheidur í kúluskapaðu stjørnuhóp-
unum at finna skap og stødd (úrslitið
var í størra lagi) á Vetrarbreytini. Hann
er eisini fyrstur at ásanna, hvar ið
miðdepilin í breytini er, og at sólin
er langt frá miðdeplinum.
Heber Doust Curtis, 1872-1942,
verjir hitt sjónarmiðið. Hetta árið, í
1920, fer hann frá Lick Observatory
til The Allegheny Observatory í Pitts-
burgh at vera stjóri. Hann er virdur
granskari og dugir nógv betur at føra
seg fram á fundinum enn hin ungi
Shapley.
Báðir tala væl fyri sínum sjónarmið-
um. Til dømis nevnir Shapley eina
novu, sum sást í Andromedatokuni
í 1885. Tá ið hon var bjartast, var ljósið
frá henni um leið ein tíggjundapart
av øllum ljósinum frá Andromedu.
Var nú Andromeda ein breyt við
milliardum stjørnum, skuldi so ein
einstøk stjørna lýsa sum milliardir
stjørnur? Nei, tað bar ikki til. Curtis
vildi ikki góðtaka hetta sjónarmiðið.
Flestu novur, sum vóru sæddar í
spiralørmunum í tokunum, vóru nógv
ljósveikari enn henda stjørnan. Okkurt
serligt mundi vera við hesi stjørnu,
helt hann. Hon mundi vera okkurt
undantak. Og hann fekk rætt. Stjørnan
var ein supernova; tað vita vit nú.
Fundurin, sum endaði við javnleiki
ímillum teir báðar røðararnar, tænti
sínum endamáli. Hann hevði varpað
ljós á ein stóran spurning, sum rópti
eftir svari.
Edwin Hubble loysir gátuna
Edwin Hubble, 1889-1953, var ættaður
úr Missouri. Átta ára gamal fær hann
ein kikara frá abbanum, Martin Hubble,
sum greiðir honum frá stjørnunum.
Edwin gongur fyrst á Wheaton College.
Tá ið próvtøkan er av, hevur hann
fingið tann lestrarstudning, sum hann
hevur droymt um. Ætlanin er at lesa
stjørnufrøði í Chicago. Pápin, John,
vil soninum væl. Hann hugsar um
innløguna og egnar royndir í tí sambandi.
Hann vil hava sonin at lesa jura. Edwin
eftirlíkar og loysir trupulleikan við
at lesa alisfrøði framíhjá til at hjúkla
um áhugan fyri stjørnufrøðini.
Í Chicago hittir Hubble kendar alis-
frøðingar, t.d. Albert Michelson og
Robert Millikan. Eina tíð starvast hann
sum hjálparmaður í starvstovuni hjá
Millikan.
Tvey ár í Onglandi
Edwin droymir um at sleppa til
Onglands at lesa. Við einum viðmæli
frá Millikan eydnast honum at fáa
lestrarstudning úr Rhodes - gávufænum
(nevnt eftir Cecil Rhodes), og á heysti
í 1910 fer hann til Oxford. Eftir ynski
faðirsins er jura framvegis á skránni.
Í Onglandi leggur Edwin seg eftir
enskum verumáta. Í einum og øllum,
frá klæðum til tosingarlag, líkist hann
einum enskum gentlemanni.
Í 1913 koma boð úr Amerika, at
pápin er sjúkur. Ungi anglofili ameri-
kanarin má fara vestur um hav at for-
syrgja mammuna og systkini.
Hubble var fermur til frælsan ítrótt.
Hann var ein framúrskarandi fimleikari
og royndi seg eisini sum nevaleikara.
Eina tíð virkaði hann bæði sum studenta-
skúlalærari og sakførari. Pápin doyr
í 1913, og tá ið familjan er komin fyri
seg aftur, fer hann av álvara at hugsa
um stjørnufrøðina. Tíðina við jura
metir hann vera burturspilta. Hann
fer at lesa stjørnufrøði, annan part,
við Yerkes Observatory á lærda há-
skúlanum í Chicago. Doktararitgerðin
snýr seg um stjørnutokur.
Rættur maður á røttum stað røttu
løtuna
Hubble skilur, at skal hann avrika nakað
til muns, má hann sleppa framat stóru
kikarunum. Í 1916 stendur honum
í boði at fáa starv á Mount Wilson.
Har eru stórir kikarar, upp í 60 tummar,
og ein 100 tumma kikari er í gerð.
Fyrst noyðist hann tó at vera hermaður.
Hetta er undir fyrra heimsbardaga,
USA er drigið upp í stríðið, og Hubble
fer eystur um hav aftur at hjálpa sínum
elskaða Onglandi í stríðnum.
Men so, á heysti í 1919, er hann til
reiðar at taka við starvinum á Mount
Wilson Observatory í Kalifornia. Hóast
óvanligu starvsleið sína, er Ewdin nú
í teirri støðu, at hann sleppur at arbeiða
við størsta kikara í heiminum.
Skjótt prógvar hann, at hann er rætti
maðurin. Hann fær alsamt meiri kikara-
tíð, og hann er ótroyttiligur. Hann hevur
sett sær fyri at taka tær bestu myndirnar
av stjørnutokunum, sum hann heldur
vera egnar stjørnubreytir, men tað leggur
hann ikki í at siga ov nógv um, tí á
Mount Wilson eru flestu granskarar,
harímillum Harlow Shapley, sannførdir
um, at tokurnar eru partur av Vetrar-
breytini.
Shapley og Hubble eru ógvuliga
ymiskir menn. Shapley er heldur turris-
ligur, og hann heldur lítið um hin altíð
skemtingarsama Edwin. Teir eru ikki
bara ósamdir um stjørnufrøðilig mál.
Eisini um heimsstríðið og amerikonsku
luttøkuna eru teir ósamdir. Og so dittar
Edwin sær at møta til arbeiðis í
avløgdum herklæðum. Men skjótt
nýtist hvørgum teirra longur at hugsa
um persónliga illneitan, tí í 1921 fer
Shapley til Harvard Observatory at
vera stjóri. Hubble man tó hava gjørt
tað betra býtið, tí hann verður verandi
hjá 100-tumma kikaranum!
Edwin bítur køldu vøkunæturnar
í kuplinum í seg. At fínstilla tólini við
lofnaðum hondum, uttan at spilla
myndatøkuna, er ikki hvørs mans føri,
men Edwin treiskast. Tá ið pípuglóðin
sæst í kupilsmyrkrinum, ella tá ið
gjósturin fær neistar at fúka úr pípuni,
vita hinir, at Hubble tekur myndir av
stjørnuhválvinum. Dagin eftir verða
myndirnar framkallaðar og granskaðar.
Avgerandi myndin
Náttina 4. oktober í 1923 tekur Edwin
eina mynd av Andromedu. Líkindini
eru ikki góð, men honum eydnast at
eksponera í 40 minuttir. Dagin eftir
kannar hann myndina og varnast ein
ljósprikk, sum kanska er ein nova.
Næstu nátt, sum er hin seinasta í hesum
umfarinum, eru líkindini betri. Hann
eksponerar Andromedu nakað longur.
Dagin eftir sær hann novuna á nýggju
myndini. Harumframt sær hann tvær
aðrar stjørnur, sum kanska eisini eru
novur. Tí merkir hann trý N á myndina.
So fer Edwin aftur til skrivstovu sína
í Pasadena, tí nú hevur hann ikki meiri
kikaratíð í hesum umfarinum.
Næsta stigið er at fara í goymsluna
at kanna gamlar myndir av Andromedu.
Skjótt sær hann, at tvær av stjørnunum
mugu vera novur, men tann triðja er
ikki nova. Hon er variabul. Tí strikar
hann N út á myndini og skrivar í staðin
VAR!, sí myndina. Sum tann fyrsti
hevur hann funnið eina cepheidu í
Andromedu. Nú hevur hann møguleikan
at taka dagar ímillum sjónarmiðini
í stóra kjakinum. So nú er bara at gera
tað, sum gerast skal. Nýggjar myndir
mugu verða tiknar at granska broyting-
arnar í ljósstyrki. Perioduna fær hann
at vera 31,415 samdøgur. Við cepheidu-
formlinum hjá Leavitt, sum sjálvur
Shapley hevur fínpussað (!), roknar
hann rættiligu ljósstyrkina at vera 7000
ferðir styrkina hjá sólini. So er bara
eftir at samanbera við sæddu ljósstyrkina
og at rokna frástøðuna. Úrslitið ikki
sørt skelkandi. Stjørnan er 900.000
ljósár burturi! Vetrarbreytin er um
leið 100.000 ljósár í tvørmál, so Andro-
meda er ið hvussu so er ikki partur
í okkara stjørnubreyt. Spurningurin
í stóra kjakinum er svaraður. Og eitt
afturat. Tá ið Andromeda er so langt
burturi, mugu stjørnurnar í henni vera
ófatiliga nógvar í tali, tí í góðum
líkindum hómast Andromeda við berum
eygum!
Edwin Hubble kunnger ikki sína
stóru uppdaging soleiðis beinanvegin.
Hann vil vera heilt vísur í síni søk,
og hann dugir at tiga. Fleiri myndir
verða tiknar, og hann finnur eina aðra
kámari cepheidu. Úrslitið er nakað
tað sama. Í februar í 1924 skrivar Edwin
Hubble til Shapley at siga honum frá
uppdagingini, sum verður almanna-
kunngjørd seinni sama ár.
Edwin Hubble verður heims-
kendur. Andromedatokan er ikki
ein toka í Vetrarbreytini. Hon skiftir
eftir hetta navn til Andromeda-
breytin, tí hon er ein egin stjørnu-
breyt, ein galaksi fyri seg, helst
bara tann fyrsti av fleiri. At gera
slíka stóra uppdaging er ikki hvørjum
granskara beskorið. Og at gera fleiri
slíkar kann eingin av álvara vænta.
Men við Hubble er øðrvísi. Honum
bíðar ein enn størri uppdaging, sum
hevur við allan alheimin at gera.