Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. desember 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 246 - 20. desember 2001 21 Føroyska landsliðið, sum á seinasta altjóða styrkislist- anum er nummar 54, hev- ur nú fingið nýggjan landsliðsvenjara BRIDGE Bogi Simonsen og Arnbjørn Sivertsen Føroyar nr 54 í bridge Á nýggjasta styrkilistanum hjá WBF, alheims bridgesambandi- num, standa Føroyar at vera 54 í heiminum. Hetta kann tykjast heldur løgið, tá hugsað verður um, at vit enn ongantíð hava spælt við í nakrari av teimum stóru kappingunum so sum EM, HM og OL. Orsøkin til hesa góðu plaser- ingina finna vit í føroysku lut- tøkuni í Norðurlandakappingun- um (NM). Har hava Føroyar spælt við tey seinastu 20 árini, og hóast vit viðhvørt hava tapt nógv, so viga tey góðu úrslitini, vit hava fingið inn í millum móti hesum sterku mótstøðuliðum, sera tungt. Fýra av Norðurlondunum liggja nevniliga millum 20 tey fremstu í heiminum. Noreg er sum nr 4 tað sterkasta av Norðurlondum. Topp 10 1 Italia 2 USA 3 Poland 4 Noreg 5 Indonesia 6 Niðurlond 7 Frakland 8 Russland 9 Svøríki 10 Ísrael Landsliðið byrjað at venja Svend Novrup er settur sum landsliðsvenjari hjá føroyska bridgelandsliðnum, ið skal til EM komandi summar. EM kappingin verður spæld í italska býnum Salsomaggiore í døgunum frá 15. til 30. juni 2002. Svend Novrup er um tey fimti, dani og býr í Kerteminde á Fjóni. Hann er kendur millum flest øll bridge og talv áhugað í Europa. Umframt at hava drúgvar royndir sum venjari, er hann ein tann mest produktivi rithøvundur inn- an bridge um okkara leiðir. Hann starvast eisini fyri EuroSport, har hann eitt nú hevur fylgt við Tour de France tey síðstu árini. Farna vikuskifti var Svend Novrup í Føroyum og hevði tær fyrstu venjingarnar við teimum fimm pørunum, ið kappast um at sleppa at umboða Føroyar við EM. Tey fimm pørini í landsliðs- hópinum eru hesi: Bogi Simonsen — Rói á Rógvu Joensen, Jóannes Mouritsen — Heðin Mouritsen, Hans Jacob Petersen — Arnbjørn Sivertsen, Marjun Restorff — Arnleyg Mikkelsen og Árni Dam — Marner Joensen Venjingin gekk væl, og var Novrup væl nøgdur við tað, sum kom burturúr. Ætlanin er, at Svend skal koma aftur til Føroya nøkur vikuskifti afturat at eyg- leiða og venja landsliðspørini, men tann stórsti parturin av venj- ingini fer at vera á internetinum. Á páskum eru trý føroysk lið boðin til Danmarkar at spæla móti sterkum donskum og møgu- liga eisini týskum pørum. Hetta at fara við til EM er eitt stórt stig fyri Føroya Bridgesam- band bæði ítróttarliga og fíggjar- liga. Talan er ikki um smáar upp- hæddir, ið skulu til at fíggja eitt slíkt tiltak. Ítróttarliga er avbjóð- ingin eisini stór. Ein slík kapping setir krøv til leikararnar, tí spælt verður einar seks til átta tímar um dagin í fimtan dagar, og tað er krevjandi fyri bæði likam og sál. OL-viðurkenning At bridge av álvara er vorðin ein altjóða viðurkend ítróttargrein vísa útmeldingarnar hjá tí Olymp- isku nenvdini heilt greitt. Bridge verður við á komandi vetrar OL í Salt Lake City. Tað at bridge verður ein OL grein merkir m.a. eisini, at bridge kemur undir al- tjóða doping reglurnar, og hetta hava bridgespælarar kring heimin hesar síðstu 18 mðr. eisini merkt, tá ið teir eru bidnir um at pissa í glas upp á kommando. Tað er mest kaffi, ið teir skulu ansa sær fyri. Tað kann tykjast løgið, at bridge ikki er viðurkent sum ítróttargrein í Føroyum enn, sjálvt um tað verður gjørt eitt stórt ar- beiði fyri at fáa Føroyar upp í tí olympisku familjuna. Skal hetta gerast veruleiki, so skal bridge vera viðurkent sum ítróttargrein í Føroyum fyrst. Vónandi ferð tann altjóða viðurkenningin, ið bridge hevur fingið, at skapa eitt ávíst toybil hjá teimum avvarandi myndugleikunum í Føroyum. Hvussu melda tit 7 hj? Her er eitt spæl frá liðkappingini í BK tann 21. november 2001 Norður Suður Sp A J10965 Hj J8765 AKQ9 Rú KQ1087 A93 Kl A7 8 N E S V 1hj pass 2nt 1) pass 3kl 2) pass 3hj 3) pass 4nt 4) pass 5kl 5) pass 5ru 6) pass 6hj 7) pass 7hj pass pass pass 1) Game krav við hjartara 2) Ongan single ella renonce og 15+ 3) Single í kleyv 4) RKCB 5) 0 ella 3 ess 6) Spyr eftir trumf frúgv 7) Hevur trumf frúgv, men ongan síðu kong Soleiðis meldaðu Bogi Simonsen og Rói á Rógvu Joensen hendan stóraslemmin. Tað er ikki ringt at melda stóraslemm, um tú meldar so- leiðis, sum teir gjørdu. Tað, ið lætt kann koma at geva trupul- leikar er, um Norðan meldar eftir bókini og vísir sína singleton í spaðara. Nú fær Sunnan tað sera trupult við at síggja nakran stóra- slemm, tí hann sær ikki at rútarin er so góður. Lykilin til meldið 7hj liggur hjá Norðan. Hann skal beinanvegin síggja, at tað er hansara hond, sum skal verða tann, ið spyr. Við at melda 3 kl fær hann makkaran at vísa, um hann hevur nakra singleton, og í hesum føri hevur hann single í kleyvara. Nú er einans eftir at kanna tal av essum, trumf frúgv og at telja til 13. Jólakapping í Bridgehúsinum 2. jóladag kl 14.00 verður stór jólakapping í Bridgehúsinum. Rói á Rógvu Joensen og Johannes Skaarup skipa fyri. Vinningar verða til tey fremstu pørini. Nýggjárskapping Havnar Bridgefelag byrjar tað nýggja árið við einari opnari parakapping hóskvøldið tann 3. januar kl 19.00. Eisini her verður spælt um ymsar vinningar. Øll eru vælkomin. Svend Novrup skal venja landsliðið Svend Novrup er nú settur sum landsliðsvenjari, og lítið er at ivast í, at hetta er eitt risa stórt framstig fyri bridgelandsliðið 21 Nr. 246 • hósdagur • 20. desember 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Landsliðsvenjarin í kvinnuhondbólti hevur tikið fyrsta hópin út, og á lep- anum eru fleiri nøvn, sum ikki hava verið sett í samband við A- landsliðið áður HONDBÓLTUR Jákup Mørk Fyri stuttum kom tað endaliga í rættlag, at Jónleif Sólsker verður venjari hjá føroyska kvinnulandsliðn- um í hondbólti, og nýggi venjarin hevur ikki ligið á løtu síðuni, síðani hendan avgerð varð tikin. Hann hevur verið trúgvur gestur til fleiri landskapp- ingardystir síðani hetta, og nú hevur hann so kallað inn til fyrstu venjingarnar. Vit kunnu í hesum við- fangi leggja afturat, at tað enn ikki heilt greitt, hvør verður hjálparvenjarin hjá Jónleifi, meðan tað liggur fast, at Ann Rubeksen verð- ur liðleiðari. Fleiri nýggj nøvn Venjingarnar, sum byrja 29. desember, eru liður í lang- tíðarætlanini, sum hevur til endamál at hava eitt so sterkt landslið sum gjørligt, tá kvinnurnar á heysti 2003 skulu royna seg í EM- undankapping. At arbeiðið er somikið langsiktað, merkir sjálv- andi, at venjarin avgjørt hevur tikið atlit til framtíð- ar menning av leikarum, tá liðið er tikið út, og tískil eru nøkur meira ella minni óvæntað nøvn við í hópin- um, sum nú er úttikin, ella er talan í øllum førum um nøvn, sum ikki vóru á lep- anum, tá kvinnurnar fyri einum ári síðani spældu landsdyst ímóti Svøríki. Sjálvur leggur Jónleif tó dent á, at talan í fyrstu atløgu er um ein bruttohóp. – Nú eru hetta fyrstu venjingarnar, so í fyrsta umfarið havi eg innkallað tær, sum eg í løtuni haldi hava bestu møguleikarnir at gera seg galdandi. Tað er jú ógjørligt at siga, hvørjar leikarar eg havi tøkar á heysti 2003. Tað kann væl vera, at onkur nýggj hevur stungið seg fram tá, eins og tað heldur ikki er vissa fyri, at allar tær 23, sum nú eru úttiknar, eisini spæla hond- bólt til ta tíð, sigur venjarin í stuttari viðmerking. Tær 23, sum nú eru út- tiknar til bruttohópin eru: Nicolina Eyðbjørnsdóttir, Fríða Marjunardóttir, Jórun Ludvig, Sóley Mikkelsen, Jacklin Durhuus og Hall- fríð Isaksen úr VÍF. Helena Dam, Katrin á Neystabø, Gunnleyg Berg, Birita Wardum og Annika Thomsen úr Neistanum. Joan M. Joensen, Bára Skaale, Una Olsen og Anna Kristina Samson úr Stjørn- uni. Annika Ljósstein, Fríða Petersen og Anja Joh- annesen úr Kyndli. Gurið Mortensen og Margreth Augustinussen úr VB. Hertha Simonsen og Sólja Jóanisdóttir úr Sóljuni og Beinta Joensen úr Tjaldri. Fótbóltsfelagið í Runavík tykist veru- liga at brynja seg til komandi tíðirnar, og umframt styrktan leikarahóp, verður umsitingin í felagn- um nú eisini styrkt FÓTBÓLTUR Jákup Frá 1. desember í ár at rokna varð 32 ára gamli Áki Andreasen, sum annars er búsitandi í Fuglafirði, settur í starv sum samskip- ari hjá NSÍ. Sum samskipari kemur Áki sjálvsagt fyrst og fremst at hava ábyrgd av, at allir aktivitetir í felagnum koyra eftir ætlan. Harum- framt verður hann eisini eitt slag av marknaðarleiðara, soleiðis at hann í stóran mun kemur at taka sær av, hvussu andlitið hjá felagn- um verður úteftir. Her verð- ur serliga hugsað um sponsorrøk, fáa nýggjar lýsarar til vega o.s.fr. Í tíðindaskrivi sigur NSÍ, at hetta er eitt av fleiri stig- um á leiðini til eina fram- haldandi menning av fel- agnum í bæði ungdóms- og vaksnamannahøpi, eins og tey vóna, at hetta eisini kann virka til at effektivis- era summi øki í felagnum. Harafturat innihalda nýggju UEFA-reglurnar, sum tó ikki enn eru gald- andi, eitt krav um, at feløg, sum luttaka í europeiskum kappingum, skulu hava ein samskipara. Enn hevur NSÍ so ikki tikið lut í slíkum kappingum, men lítið er tó at ivast í, at hetta er eitt av aðalmálunum, tá fótbóltur- in um góðar tríggjar mán- aðir aftur fer á rull. Fjølbroyttar royndir Um Áka Andreasen er ann- ars at siga, at hann hevur nomið sær handilsliga út- búgving við sergrein innan marketing. Eftir hetta hevur hann starvast í bæði Dan- mark og Noreg, har hann eitt skifti var fyribils stjóri í Elkjøp Stormarked Pors- grunn, umframt at hann her heima hevur starvast á marknaðardeildini hjá Vón- ini í Fuglafirðir. Eisini hev- ur hann virkað sum trúboð- ari fyri Berøa í bæði Dan- mark og Noreg. Grundin skal stoypast NSÍ sett samskipara Sólja Nielsen, sum her sæst í dysti fyri Sóljuna móti Kyndli, er ein av nýggju leikarunum í fyrsta bruttohópinum, sum Jónleif Sólsker hevur tikið út Mynd: Álvur Haraldsen 32 ára gamli Áki Andreasen er nú settur sum samskipari hjá NSÍ C M Y K 20