Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. desember 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 246 - 20. desember 2001 Nr. 246 - 20. desember 2001 23 C M Y K Jákup Thorsteinsson ummælir fjórða bind- ið av stórverkinum hjá Petur Jacob Sig- vardsen um Gjáar Søgu, sum hann nevndi Gamla tíðin 2. Forlagið Búgvin hev- ur givið út bókina UMMÆLI Jákup Thorsteinsson, dr. phil Petur Jacob Sigvardsen hevur latið úr hondum 4. bindið av stórverki sínum, sum ber heitið »Úr Gjáar søgu«. Tey bæði fyrstu bindini bera heitið »Barnaminni« 1 og 2. Triðja bindið, »Gamla tíðin 1«, kom út í fjør, og nú kom so fjórða bindið av hesum valaverki, sum ber heitið »Gamla tíðin 2«. Fyrsta bókin kom út í 1997, og øll tey mongu, sum síðan tá hava ognað sær hetta verk, hava kunnað frøtt seg um tær áhuga- verdu frásagnirnar, sum eru lagdar fram á ein livandi og samstundis nágreinilig- an hátt, sum sýnir tað stóra innlit, høvundurin hevur í tað sera fjølbroytta evnið, hann leggur fram fyri les- aran, sum verður bergtikin bæði av frásøguhátti og tí dygdargóða føroyska mál- inum, sum í sjálvum sær er eitt satt prýði fyri verkið. Um tað, sum Petur Jacob higartil hevur latið úr hond- um, er sagt, »at verkið er ótrúliga væl skrivað, lært og vandaliga gjørt. Tað er meistarliga sett saman og er eitt virðismikið rit, sum ikki bert kann frøa gjáar- fólk, men allar føroyingar, tí her er til skjals ein bygdarsøga, sum man vera tann besta av sínum slagi, sum skrivað er her á landi«. Tað er Hans Jacob Debes, professari, sum tók soleiðis til í ummæli sínum 13. desember í fjør, og fáur mundi dugað betur at ummæla verkið hjá Petur Jacob enn hann, sum eins og høvundurin er gjáar- maður, og tí hevði heilt serligar fortreytir at liva seg inn í og skilja øll tey ser- merktu viðurskifti bygdini viðvíkjandi, sum Petur Jacob hevur lýst so væl og so hugtakandi. Nýggjasta bókin hjá Petur Jacob er ikki lítið verk. Gamla tíðin 2 fevnir um 333 væl skrivaðar síður og 21 kapitlar. Meðan Gamla tíðin 1 fevnir um m.a.: bygdarnavnið, forna búseting, hagan og bjørg- ini, jarðarbýti, bø og gerði, torv og torvheiðar, haga, útróður, Norðhavsmið, mið, plinkar og rákaleiðir, báts- og skipsvanlukkur og bjargasøgur, so eru í tí nýggju bókini, sum ber heitið Gamla tíðin 2, grein- ir um: kommunuviður- skifti, gudslívið, kirkjuvið- urskifti, skúlaskap í goml- um døgum, tað fjølbroytta felagslívið, rithøvundar, politikk, gamlar frásagnir, skemtisøgur og mangt annað. Serliga áhugaverdar eru óivað frágreiðingarnar um Jóannes tann Vísa og Dandadrongin. Men sam- stundis skal gerast vart við, at greinirnar um gudslívið, kirkjuviðurskiftini, skúla- skapin og tað virkna felags- lívið í bygdini hava stóran siðsøguligan og menta- søguligan týdning. Gamla tíðin 2 er í sjálvari sær ein stór bók, eitt mikið verk, sum nágreiniliga við- ger so mong viðurskifti í søguni hjá gjáarfólki. Kelduávísingarnar í hesum báðum seinastu bókunum eru tilsamans 465, og tað sigur seg sjálvt, at tað er ikki gjørligt at koma inn á alt tað tilfar og øll tey mongu og fjølbroyttu evni, sum tikin verða til við- gerðar og lýst í hesi miklu frágreiðing, sum byggir á eina so ovurhonds stóra mongd av keldutilfari, at tað í sjálvum sær er eitt satt bragd at viðgera tað og skriva burtur úr tí eina so væl skipaða bók, sum hesa, ið Petur Jacob fyri fáum døgum síðani hevur latið lesarunum. Hann byrjar við frásøgn um Funnings sóknar kommunu og greiðir síðani frá Gjógv sum sjálvstøðug- ari kommunu. Á hesum bakstøði fer hann síðani undir at viðgera tann áhugaverda siðsøguliga kapittilin, ið snýr seg um gudslívið hjá bygdarfólki sínum. Vit lesa um gamlar dagar, tá ið Funnings kirkja var sóknarkirkja hjá gjáar- fólkum. Men Petur Jacob leitar heilt aftur til tíðina eftir siðaskiftið, tá Eiði, Funningur og Gjógv høvdu eina kirkju, sum var á Eiði. Myndugleikarnir hildu hetta vera nóg mikið, tí so fá fólk búðu í hesum bygdum; men »af Årsag at svage Folk døde på Vejen til Ejdes Kirke, som lå længere borte«, fóru funn- ings- og gjáarmenn undir at byggja lítla kirkju í Funn- ingi. Viðurskiftini, sum tey vóru frá hesi tíð og fram til Gjáar kirkja stóð liðugt bygd í 1929, eru lýst við serligum atliti at trúarvið- urskiftunum og við áhuga- verdari lýsing av kristnilívi bygdarfólksins, og Petur Jacob greiðir við stórum innliti frá heimalestri, messu, dópi, bønarhaldi og jarðarferð. Í hesum sam- bandi er eisini áhugavert at lesa um tilhaldshús í Funningi, Kirkjustein og virksemi prestanna. Við støði í frásøgnini hjá m.ø. Lucas Debes greiðir rithøvundurin frá, at tað er sannlíkt, at fedrar okkara í øldir hava lisið lestur heima við hús sunnu- og halgi- dagar. Hetta hevur verið ein sera týdningarmikil partur av kristnilívi teirra. Hann greiðir frá gomlum lestrar- bókum, sálmabókum og teimum gomlu Kingosálm- unum, sum avlagdir vórðu tíðliga í farnu øld. Men, sum hann tekur til, so livdu Kingosálmarnir tó í hjørtum teirra mong ár eftir hetta, og stundum hoyrdi tú teir eisini ljóma so fagur- liga fyri oyrunum á tær, tá ið gomul fólk sungu teir. Siðir bygdarfólksins í sambandi við trúarlívið, sum var so avgerandi partur av tilvitsku hins einstaka, eru lýstir á ein hátt, sum bert tann megnar at gera tað, ið vaksin er upp á plássinum og hevur inn- livað seg í gomlu mentan- ina, sum merkti gamla før- oyingin. Lýsingin av Gjáar kirkju, - teirri fyrstu og tí søguligu kirkjuvígsluni á móðurmálinum, teimum, sum har hava virkað, týd- ningi kirkjunnar fyri bygdina, er nakað heilt fyri seg, sum man vera ein sonn frøi at lesa hjá teimum, sum hava atknýti at Gjáar bygd. Petur Jacob, sum er út- búgvin lærari, hevur verið lærari í mong ár. Men hann var eisini deildarleiðari í Landsskúlafyrisitingini í langa tíð. Arbeiði hansara, bæði sum lærari og seinri sum fyrisitari av føroyska fólkaskúlanum, læraraskúl- anum v.m., hevur givið honum eitt innlit í viður- skifti skúlans, sum fáur annar. Frágreiðing hansara um skúlaskap í gomlum døgum er merkt av, at hetta er eitt evni, sum stendur hjarta rithøvundsins nær. Eisini í hesum kapitlinum fer hann langt aftur í søg- una – heilt aftur í Føroy- ingasøgu. Síðani fer hann fram til trúbótina, latín- skúlan og týdning hansara fyri menningina av før- oyska samfelagnum. Hann viðger m.a. Lucas Debes og frágreiðing hansara um kristnikunnleika føroyinga, og hvussu børnini lærdu at lesa. Um heimaundirvís- ingina slær hann fast, at tað er neyvan ov mikið sagt, at heimaundirvísingin hevur í øldir verið álitið hjá mong- um barni. Men samfelagsliga menningin hevði tað við sær, at heimaundirvísingin ikki var nóg mikið í longd- ini. Skúlar vórðu bygdir, læraraskúlin settur á stovn (1870), og lærarar komu í Funningi og við Gjógv. Undirvísingin varð støðugt betur skipað, og í 1919 fekk Gjógv so sín fyrsta lærara. Skúlanevndir verða um- røddar, og frágreiðing er gjørd um skúlabarnatalið. Víst verður á talandi stabbamyndina á síðu 103, sum m.a. vísir, at í 1941 vóru 53 børn í Gjáar skúla, og nú um aldaskiftið er skúlabarnatalið 3. Í kapitlinum um Fólkatelj- ingar og Fólkatalsyvirlit er at finna áhugavert hag- frøðiligt tilfar, har m.a. gongdin í fólkatalinum frá 1780–2000 er nágreiniliga lýst. Høvundurin vísir á, at tann fólkavøkstur, sum vardi stívliga 160 ár (fram til 1941), varð síðan sogin burtur eftir sløkum 60 árum, og nú eru næstan bert eldri fólk eftir í hesi fyrr so blómandi bygd. At bygdin veruliga hevur staðið í blóma, verður lýst í kapitlinum um Felagslívið. Her er serliga at leggja til merkis siðsøguligu lýsing- ina av føroyska dansinum, har rithøvundurin í hug- anum leitar inn í royk- stovuna á Gamla Fløtti 2. jólakvøld og tekur lesaran við sær aftur í forna føroyska mentan, sum enn var livandi við Gjógv í ung- lingárum hansara. Men felagslívið hevði eisini aðrar tættir, og víst kann her verða á tað, sum skrivað er um felagið Norðlýsið, Gjáar Framburðsfelag, barnafelagið Framtíðina, sum lærarin Jóhan Kallsoy stovnaði, og skúlabarna- blaðið Smæruna. Eisini eru Fólkafundirnir lýstir væl og virðiliga, og greitt er frá Háskúlarørsluni og týd- ningi hennara fyri heim- bygd høvundsins. Seinast í hesum kapitli verður greitt frá mentamanninum Jóhan Kallsoy, sum var lærari við Gjógv í 25 ár, og tí týd- ningi, hesin merkismaður hevur havt fyri Gjáar bygd. Í kapitli fyri seg verður greitt frá Rithøvundum tá í tíðini, sum Gjáar bygd hev- ur fostrað, ella sum hava havt atknýti at bygdini. Tann kendasti av hesum á okkara døgum man uttan iva vera Sigurð Joensen. Gjáar bygd er kend sum ein av háborgum sjálvstýris- manna, og Petur Jacob við- ger hetta evnið í serligum kapitli, sum hann nevnir Politikkur. Í kapitlinum Sagnir og søgubrot er nógv forvitnis- ligt at lesa. Her skal serliga verða víst til »Svarta dála« og »Galdrandi grát í Gjónni«. Tó ikki minni for- vitnislig er frásøgnin um Dandadrongin, sum er við- gjørd í kapitlinum »Dandadrongurin – profet- ur ella trúarvillingur?«. Jacob Olesøn, ella Dandadrongurin, sum hann vanliga var nevndur, var føddur umleið 1643. Heils- an var ring, ofta lá hann í andaleypi; men hann segði, at hann doyði ikki, fyrr enn stundin var komin, og hana kendi hann væl. Nøkulunda soleiðis byrjar Petur Jacob frásøgn sína, og hugtekur hann straks áhuga lesarans, tí hvør og hvat var hesin sjúkligi drongur, sum sá sjónir og fekk opinbering- ar? Vit fáa at vita, at í januar 1667 var Dandadrongurin vaktur á nátt av manni í skínandi hvítum klæðum, sum lærdi hann bøn á donskum máli at siga tríggjar ferðir um dagin. Bønin er endurgivin í frá- søgnini, og skuldu allir før- oyingar biðja hana tríggjar ferðir um dagin. Tá hann hevði givið Dandadreing- inum boð síni, hvarv mað- urin í hvítum klæðum upp gjøgnum ljóaran. Hetta var ein av fleiri sjónum, sum vóru Dandadreinginum fyri. Hann fekk boð um at halda leygardagin heilagan og at áleggja gjáarmonnum at syngja ávísan sálm, tá teir fóru til útróðrar. Tað, sum Dandadreinginum var fyri, gjørdi, at hann var í miklum mæti millum manna, og hann nýtti evni síni at hjálpa fólki á mang- an hátt. Eisini fekk hann viðhald og undirtøku frá fólki, sum byrjaðu at halda leygardagin heilagan og búgva seg til tær seinastu tíðirnar. Sjálvandi endar frásøgn- in við, at hesin sjáldsami ungi maðurin kom í and- søgn við kirkjuligu mynd- ugleikarnar (ortodoksiina), sum ikki vildu lata sær lynda slíka falstrúgv, sum Lucas Debes umrøddi sum spøkilsi og Sátans verk. Einsamallur, fallin og for- fjónaður mátti trúðarvill- ingurin frá Gjógv tí standa í Havnar Kirkju og lýða á revsing sína og dómin frá harra Lucasi. Eftir hesa hending, tá ið Havnar Kirkja man hava verið stúgvandi full av fólki, hvarv Dandadrongurin úr søguni. Her endar frásøgn- in um gjáardrongin við teimum serligu gávunum, sum hann nýtti at dugna fólki við, men í eygum myndugleikanna var hann trúarvillingur – og tí revsaður. Ein drúgvur kapittul er Um tey fornesku. Mangar eru huldusøgurnar frá forn- ari tíð, og eisini við Gjógv hava mangar frásagnir um tey fornisku livað á manna munni. Petur Jacob greiðir m.a. frá teimum umleið Huldulonum 50, ið skuldu vera millum Funning og Gjógv, og um neytakonur, torvfólk og onnur, ið greiddu frá hulduneytum og huldufólkum, ið skuldu vera sædd har á leiðini, og sum vituligt búðu í huldu- lonunum. Á Eiðisskarði skuldi vera stúgvandi fult av huldufólkum, og tí verður greitt frá, at her ráddi bæði um vit og skil og virðiligan atburð, skuldi ferðamaðurin koma snikka- leysur um skarðið. Greitt verður eisini frá íbygdum steinum, huldu- røddum og sambandi mill- um kristin fólk og huldu- fólk. Í hesum sambandi er serliga áhugaverd tann dramatiska frágreiðingin um tær tríggjar neytakon- urnar, sum vóru illa staddar av mannúlvi, men vórðu bjargaðar á óskiljandi hátt. Petur Jacob greiðir eisini frá, at Viderø prestur og hann mangan talaðu saman um tað, ið er millum himmals og jarðar, og sum mannaheili ikki dugir at greina. Upp í gamla bygdar- mentan hoyra eisini søgur um Roysni og brøgd. Petur Jacob greiðir tí eisini frá, tá ið menn rættu tong, og um høvini, sum bert sterkastu menn megnaðu at lyfta. Greitt verður eisini frá pátrúgv og gomlum heima- ráðum sum at lesa rusk úr eyganum, og hvussu tey hjálptu sær fyrr, og í serligum kapitli fyri seg er ævintýrið Drongur kongur. Tveir merkismenn fáa serliga viðgerð móti end- anum á bókini. Teir eru: Heini bóndi í Jákupsstovu og Johannes Poulsen, sum millum manna var mest kendur sum Jóannes tann Vísi. Petur Jacob ger ser- liga nógv burtur úr lýsing- ini av hesum manni. Jóannes tann Vísi, sum var føddur 25. september 1776, hevur verið sera evnaríkur maður, og frágreiðingin um tað, sum hesum manni var fyri, fevnir um 51 blaðsíður í bókini. Jóannes tann Vísi var í miklum mæti millum manna, álitismaður í bygdini, framtakshugaður, heiðurligur og vitugur, og evni hansara fevndu bæði um tøknilig viðurskifti (klokkumakari), jarðarvið- urskifti (gjørdi nýtt jarð- arbýti í Funningi og við Gjógv, og var sum jarð- arbýtari kendur fyri rættvísi sítt) og samfelagsligt innlit. At hann var framtaksmaður á hesum seinast nevnda økinum, kemur greitt til sjóndar í samstarvi hansara við Nólsoyar Páll, har hann eitt skifti var stýrimaður á Royndini Fríðu og stríddist har saman við Nólsoyar Pálli - og seinni sum út- sendingur føroyinga fyri fríari handli og framburði her á landi. Hetta gjørdi, at myndugleikarnir, donsku embætismenninir í Havn, fingu ilt eyga á honum. Ólukka hansara varð, at hann hevði teknað ein pen- ingaseðil, børnum sínum til leiku. Hesin seðil kom í hendurnar á funnings- manni, sum so læt hann upp í hendurnar á embætis- monnunum í Havn, og hevði hetta tær óhepnu avleiðingar, at Jóannes varð skuldsettur fyri at gera falskar peningaseðlar. Við støði í eini rúgvu av skjøl- um, sum Petur Jacob hevur funnið, greiðir hann so gjølla frá hesum marg- háttliga máli. Hann fer sera gjølla ígjøgnum hesi mongu skjøl, og hann setir sær fyri – í hesi drúgvu viðgerð – at prógva, at tann teknaði peningaseðilin var í hondum Løbners »tað henta politiska vápnið, sum ein ógegnigur embætis- maður í berari hevnisøku misnýtti til tess at knúska og jarðleggja heiðursmann- in Jóannes tann Vísa«. Petur Jacob hevur sett sær tað mál at bjarga eftirmælinum hjá hesum mæta, framtakshugaða før- oyingi, og hetta ger hann við drúgvum próvgrundum og tekur samanum í enda- ligari niðurstøðu, ið er sera væl undirbygd, og sum vísir, hvussu væl rithøv- undurin hevur dugað at greina hetta rúgvusmikla skjalatilfar. Bókin Gamla tíðin 2 end- ar við frásøgn um Petur Hans Sigvardsen og um eftirnøvnini Sigvardsen og Sivertsen. Her greiðir Petur Jacob frá ættarfólkum sínum í faðirættini og vísir á, hvussu bland er komið í eftirnøvnini, so at øll ættar- fólk hansara hava ikki sama eftirnavnið. Hetta var ikki ókent í eldri tíð, tá ið danskir (og føroyskir!) prestar fesjaðu við nøvnum føroyinga, sum teimum líkaði best. ……. Við teimum 4 bindunum um Gjáar søgu hevur Petur Jacob latið úr hondum stórverk um heimbygd sína – og mætastu bygdarsøgu, sum skrivað er á før- oyskum. Hann hevur sjád- sama gott minni. Tað eru báðar tær fyrstu bøkurnar prógv um. Men hann dugir eisini sera væl at nýta tað ovurstóra skjalatilfar, sum er grundarlagið undir øllum verkinum. Hann hevur havt samrøður við fólk, tikið upp á band og skrivað niður. (Dømi: Í kapitlinum um fólkateljingarnar hevur hann húsanøvnini við, og hesi nøvn hevur hann fingið frá heimildar- fólkum). Hann hevur biðið bygdarfólk síni lesa tað, hann hevur skrivað, og ein av heimildarmonnum hans- ara er faðirin, Karl Jacob Sigvardsen. Spurdur um málsliga støði sítt svarar hann, at í barnaheimi hansara var móðurmálið nógv virt, at dentur varð lagdur á góðan málburð, og at lærarin Jóhan Kallsoy hevur havt stóran týdning fyri máls- ligu menning hansara. Har- umframt kom so upp- vøksturin í bygdini, har før- oyska málið var óspilt í unglingaárum hansara. Bæði tá tað snýr seg um málburð, frásøguhátt og viðgerðina av skjølum og øðrum keldum, sum eru grundarlagið undir verki- num »Úr Gjáar søgu«, hevur gjáarmaðurin Petur Jacob Sigvardsen stóran heiður uppibornan. Hetta stóra bókaverkið við 115 kapitlum og 465 undirgreinum á 1350 síðum er prentað og innbundið á Einars Prent. Bøkurnar eru at fáa í skreytútgávu, og tær eru av sonnum eitt frálíkt prentlistaverk og eitt satt prýði fyri føroyskt prent- handverk. Bókaverkið er at fáa í bókabúðum landsins og beinleiðis frá Forlagnum Búgvanum, Tórshavn. Fjórða bindið um Gjáar søgu Partur av Gjáar bygd í 1920-unum. Á grynkuni í Gortruánni liggur enn tann stóri, rundbølluti steinurin og hvílir á einum tríhyrntum klípi, sum er sjónskt at síggja á myndini. Bygdarmynd uml. 1911. C M Y K 23 22