Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. februar 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 30 - 12. februar 2010 Hesa vikuna hava fimm ísfiskatrolarar landað í Saltangará, og í tíðliga í næstu viku vænta tey fýra trolarar aftrat til landing Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fimm ísfiskatrolarar hava landað í Saltangará hesa vikuna. Stelkur og Bakur hava landað 350.000 pund, og Heykur og Falkur hava land­ að út við 400.000 pund. Øll veiðan hjá partrolar­ unum er upsi. Í vikuni landaði eisini ísfiskatrolarin Eydna í Saltangará. Eydna og Beinisvørð, sum báðir hava trolað við lemmum, eru nú farnir at partrola. Eydna landaði umleið 140.000 pund og Beinisvørð, sum landaði í Vági, hevði heldur minni enn Eydna. Aðrir nærkast Á landingarmiðstøðini Kongshavn siga tey, at øll skipini, sum plaga at leggja veiðina upp í Saltangará, eru úti og teir, sum liggja fyrstir til landingartørn í næstu viku, eru Jaspis og Ametyst og Rókur og Lerkur. Á Kongshavn verður van­ liga ikki landað í vikuskifti­ num, men gerast skipini full uppundir vikuskiftið, koma tey inn, og tá verða boð send eftir landingarliði. ­ Í fjør landaðu vit fleiri leygardagar, tá fiskiskapurin hjá partrolarunum var bestur, siga tey á landing­ armiðstøðini Kongshavn í Saltangará. Fimm hava verið – og fýra eru á veg Stelkur og Bakur (mynd) eru millum skipini, sum hava landað í Salangará hesa vikuna. Teir høvdu umleið 350.000 pund tilsamans – og Heykur og Falkur høvdu út við 400.000 pund Mynd: Vilmund Jacobsen Góvu kirkjuni pengar Lutherska kirkjan í Amsterdam hevur sent íslendsku tjóðkirkjuni 5.000 evrur, sum hjálparstovnurin hjá kirkjuni skal brúka til at hjálpa íslendingum, sum hava tørv á hjálp. Saman við pengunum hevur niðúr­ lendska kirkjan sent íslendsku kirkjuni eina fráboðan, har sagt verður, at kirkjan í Amsterdam hevur sam­ huga við íslendsku kirkjuni og íslendska fólkinum í hesum krepputíðum. Lutherska kirkjan í Amsterdam sigur, at niðurlendingar hava ikki gloymt stuðulin úr Íslandi, tá næstan 2.000 niðurlendingar doyðu í einari herviligari vatnflóð í 1953. Koppseta ímóti krabba Í Danmark hava nógvar ungar gentur tikið av tilboðnum frá tí almenna um at lata seg koppseta ímóti lívmóðurhálskrabba. Tað er nú 14 mánaðir, síðani tilboðið kom, og síðani hava 85 prosent av teimum gentunum, sum eru føddar í 1994 ella 1995, tikið av, sigur Statens Seruminstitut. Av teimum, sum eru føddar í 1993, eru næstan 79 prosent koppsettar. Iben Holten, sum er yvirlækni hjá Kræftens Bekæmpelse, er sera fegin um ta góðu undirtøkuna. Hon sigur við DR, at tilboðið til tær ungu genturnar er sera gott, og at tað fer uttan iva at bjarga mannalívum. Hóast útlitini til rávøru í ár ikki eru serliga bjørt hjá Havsbrún í Fuglafirði, hevur tó higartil í ár gingið heldur betri at fingið fisk, enn roknað hevði verið við. Men tað eru ikki føroysk skip, sum hava tryggjað Havs­ brún ein einasta sterk í beinleiðis landing Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nú februar fer at verða hálvrunnin, hevur Havsbrún í Fuglafirði tikið ímóti um­ leið 13.000 tonsum av rá­ fiski. Størsti parturin av hesi nøgd er havgøltur, sum tvey systirskip úr Írlandi hava landað til virkið. Hesi somu skip vórðu eisini dyggasta grundarlagið und­ ir ráfiskatilgongdini hjá Havsbrún alt seinasta ár. Tey plaga at koma við umleið 2500 tonsum tilsamans hvørja ferð, og nú koma tey á fjórða sinni á Fuglafjørð í ár. Hesi skip eru soleiðis vorðin høvuðs­ veitari av ráfiski til Havs­ brún. Men við tað, at veiðan er havgøltur, sum er eitt lutfalsliga nýtt fiskaslag í framleiðsluni hjá virkinum í Fuglafirði, fæst ikki tað sama úr hesum fiski, sum úr øðrum kendum pelagisk­ um fiski. Innihaldið av teimum góðu evnunum, sum skulu til í slíkari framleiðslu, er ikki hitt sama. Aftrat nøgdunum, sum írsku skipini eru komin við í ár, hava norskir bátar higartil í ár eisini lyft undir rá­ fiskatilgongdina hjá Havs­ brún. Nøkur norsk skip hava soleiðis fyrst landað londum í Fuglafirði, og nú eru tey á Fuglafirði við svartkjafti. Bert útlendingar Hartvig Joensen sigur, at tvey norsk skip soleiðis eru á Fuglafirði í dag, og mánadagin koma so írarnir aftur á fjórða sinni í ár. ­ Taka vit tølini við, sum landað verða í dag og veiðina, sum írsku skipini koma við mánadagin, fer samlaða ráfiskanøgdin hjá okkum higartil í ár at liggja um 20.000 tons. Tað er meiri, enn vit høvdu roknað við, tá árið byrjaði. Hann sigur, at útlitini í ár ikki eru nakað serlig, og tá virkið um nakrar dagar hev­ ur tey fyrstu 20.000 tonsini, er hetta umleið 25% av ráfiskinum, sum tey høvdu sett sær vónir um at fáa. Spurdur, um føroysku skipini hava lagt nakra last upp í Fuglafirði higartil í ár, sigur Hartvig, at tað hava tey ikki. ­ Vit hava fingið nøkur fá tons úr Kollafirði, sum Jupiter legði upp har. Talan var um eini 20 tons. Nakað er eisini komið haðani av slógvi. Síðan hava vit fingið tað, sum smáu deksførini hava fiskað av brislingi. Eingin verulig føroysk ídnaðarlanding hevur verið á Fuglafirði higartil í ár, sigur Hartvig Joensen. Útlendsk skip tryggja Havs- brún rávøruna Higartil í ár hevur eingin føroysk ídnaðarlanding verið í Fuglafirði. At kalla øll tey 20.000 tonsini, sum Havsbrún fer at nærkast upp ímóti um nakrar dagar, eru at kalla øll komin frá írskum og norskum skipum Mynd: Vilmund Jacobsen Lítla fiskaslagið havgøltur er vorðið ein munandi partur av ráfiskagrundarlagum hjá Havsbrún