Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. februar 2010síða 5

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 30 · 12. februar 2010 5 VIKUSKIFTI Tøknin gekk skjótari, enn vit megnaðu at fylgja við. Fartelefonirnar máttu skiftast javnan, so hvørt sum sms, myndatól, kamera, mms o.s.v. vunnu fram og gjørdust alsamt snildari . Eisini fingu vit nú flatskermar, mp3- spælarar, sjálvvirkandi støvsúgvarar, sjálvsløkkjandi komfýrar, ja, eingin endi var á snildleikunum og hent- leik unum. ■ Gamla McIntosh teldan var seinat í 90'unum endurlanserað sum Mac og menningin av Mac'inum helt á inn í 00'ini. Lekrar og sniðreinar farteldur, góðar og skjótar stationerar teldur, og ikki minst I-gadget'ini, sum øll in-fólk máttu hava: I-pod, I-phone og seinast I-pad umvendu sjálvt teir harðastu kjarnu pc-nýtararnar, so teir brádliga gjørdust Mac fjepparar. ■ Orðini »terror« og »yvirgangsat- sókn« vóru á øllum varrum, og hvørt mansbarn í Føroyum kendi Osama Bin Laden. ■ Móta-ikon sum Britney Spears gingu á odda og ávirkaðu mótan. Nú skuldu buksurnar vera lágar. So lágar, at tiltikna handverkarareyvin sást, hvørjaferð konufólkini bukkaðu seg niður. ■ Brádliga kundu stutthærdar damur eisini fáa sítt hár, tí extensions gjørd- ust púra vanligar, og einhvør føroysk dama við virðing fyri sær sjálvari hevði Hollywood hár, tá hon fór út. ■ Solarium'ini dalaðu í populariteti, tí nú bar til at sproytilakera sær ein lekran sólbrúnan lit. Fyrst í serligum sproytikabinum á vakurleikastovum, og seinni kundi tað keypast í handl- unum og ordnast heima. ■ Øgiligt fokus var á økologi og sunnheit. Vit skuldu gevast at roykja, flyta okkum meiri, eta sunnari, flenna oftari og hugsa um umhvørvið. ■ Brádliga vóru orðini »alheims upp- hiting« á øllum varrum, og ameri- kanskir stórmenn komu við flogfari til brimbardu klettar okkara at røða um hetta týdningarmikla evni. ■ Google kom við svarinum uppá ein og hvønn hugsandi spurning. ■ Sosial netverk á netinum vóru nýggi samskiftishátturin. Um tú ikki hevði MySpace ella Facebook, vart tú ikki rættiliga til. Tú visti í øllum førum ikki hvat øll hini tosaðu um. ■ Meðan heimurin hevur etið tað í áratíggjur, so kom sushifepurin ikki til Føroya, fyrr enn í 00'unum. ■ Øll vanlig fólk kundu nú gerast sjónvarpsstjørnur -antin fyri at hava serlig evni ella fyri als eingi evni at hava. Sendingar við vanligum fólki vóru sendar allatíðina, og eingin endi var á konseptunum: Top Model, So you think you can dance, Stjerne for en aften, Tab og vind, X-Factor, Idols, Talent, Runway, Vild med dans.... ■ Perfumurnar vóru eitt sindur meiri fjølbroyttar, men einhvør stjørna við virðing fyri sær sjálvum sendi minst eina perfumu í egnum navni út á mark- naðin. Britney Spears, Jennifer Lopez, David Beckham.. you name it! 10'ini – hetta gjørdu vit Fyri 2010'ini verður av ymsum ser- frøðingum spátt at: ■ kenslurnar fara at verða lagdar til síðis, og menniskjað fer í størri mun at dúva uppá fornuftin. Reklamur fara av somu áðum at missa takið á fólki, tí nógv færri kensluligar, impulsivar handlingar fara at verða gjørdar. ■ kjakið um at skilja kirkju frá stati fer at økjast alsamt. Tað er longu byrjað við t.d. kjakinum um religiøs súmbol á almennum støðum og Faðir vár í skúlunum. Hetta kjak fer væntandi so líðandi at elva til, at kirkja og statur í alt størri mun vera skild sundur. ■ vit koma út úr kreppuni. Men tað fer ikki at merkja, at vit fara aftur í sama spor, sum vit vóru í áðrenn kreppuna. Flottir bilar, køkar fyri hálva millión og onnur show off fara ikki at verða góðtikin. Kreppan hevur lært okkum at stíga varliga, og tað fara vit at hava í huga komandi áratíggju. ■ y'arar (tey, ið eru fødd millum 1978 og 1989) fara at vera berandi ættarliði, og við teimum fara virðini at skifta. Vit fara at biðja havi- sjúku, grádigheit, ovurnýtslu og matrialismu farvæl og heilsa virðum sum náttúru, sunnheit og familju vælkomin. Okkara bústaðir fara at útstrála heim og hugna og fara ikki longur at vera súmbol uppá okkara persónliga viðgang og sans fyri stíli. ■ Sjónvarp, sum vit kenna tað í dag og pappírsavísirnar fara at berjast fyri lívinum. Netið verður tann stóri miðlapallurin, og eisini her fara at henda stórar broytingar, tí brúkarin verður alt meiri kritiskur, samstundis sum tøknin flytir seg skjótari og skjótari. ■ Kina fer at menna seg til eitt stórveldi, og heimurin verður aftur býttur í tvey við eini supermakt í eystri og eini í vestri. ■ Discounthandlar, ið selja góða vøru fyri bíligan penga, fara at vinda alsamt meiri uppá seg. Ikea er eitt dømi um eina slíka discount handilsketu, sum fer at blóma í 10'unum. ■ y-ættarliðið fer ikki at hava tørv á at flasha kendar merkjavørur. Ístaðin fer persónligi stílurin hjá tí einstaka at trína meiri fram. Tað merkir, at endurnýtlsuhandlar fara at vinda uppá seg, og tað fer at vera torført hjá stórum, kendum sniðgevum / merkjum at halda fast í kundunum. ■ Pengarnir fara at vera nýttir til at skapa egnan, persónligan stíl, umframt til upplivingar og vælveru saman við teimum kæru. Men brúk- arin verður kræsin, og verður ikki bangin fyri at velja og vraka ímillum tey tilboð, ið vera. Tað fer at hava við sær, at tær fyritøkur, ið ikki megna at enduruppfinna seg sjálva og sína tænastu, fara at verða afturúrsigld. Livst so spyrst. 00'ini – tá Google lærdi okkum alt og øll kundu gerast kend 10'ini – vit koma úr kreppuni og gerast klókari