Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. februar 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 30 - 12. februar 2010 Samkoman Lívdin í Hoyvík er vaksin so nógv, at tey vóru noydd til at finna sær onnur og størri høli til møtini sunnudagar Trúarlív Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Hoyvík: Tey hava arbeitt við málinum í eina tíð, og nú er enn eitt stig tikið í hesum máli. Seinasta sunnudag var seinasta møtið hildið í Hoyvíkar skúla, sum tey seinnu árini hevur verið karmur um tiltøkini hjá samkomuni sunnudagar. Nu sunnudagin verður aftur eitt tiltak, men hesa­ ferð verður møtið hildið í nýggja skúlanum við Løg­ mannabreyt. Og her verða umstøðurnar munandi betri: ­ Ja, tað var vorðið alt ov trongligt í Hoyvíkar skúla, sigur Jógvan Zachariasen, pastorur í samkomuni. Eitt Hoyvíksmøti Samkoman hevur havt ein góðan vøkstur av fólki, síðani møtini byrjaðu í august mánaði í 2001. ­ Nú eru vit komin í ta støðu, at samkoman ikki veksur, um vit ikki vaksa meiri um karmarnar, sigur Jógvan Zachariasen. Í nýggja skúlanum við Løgmannabreyt fær sam­ koman munandi betri um­ støður til tey ymisku til­ tøkini, í sambandi við møt­ ini sunnumorgnar. Hetta hevur aftur skapt møguleikar fyri einum nýggjum møtiformi, sum tikið verður til. Í skúlanum við Løg­ mannabreyt verður formur­ in á møtunum broyttur nakað, men innihaldið verður kortini tað sama. Sambært heimasíðuni hjá samkomuni fara møtini hereftir at byrja kl. 10:30 við einum familjumøti. Her verður dentur lagdur á kreativa hugleiðing av dagsin teksti fyri børn og vaksin, eins og nógvur lovsangur er á skránni. Kl. 11 verður tilbiðjan­ narmøti, samstundis sum barnaansing er á skránni, tiltøk eru í høllini og ein løta verður til kreativt virksemi. Hálvan tíma seinni er sam­ felagsløta, har høvið verður at práta saman, áðrenn tað møtið verður, sum tey nú nevna Hoyvíksmøtið. Her verður lovsongur, tala og annað, samstundis sum sunnudagsskúli, barna­ ansing og tiltakið UngLív er á skránni, eins og høllin er tøk eftir avtalu. Samkoman hevur annars í umbúna at byggja nýggjan bygning í Hoyvík. Bæði prosjektering og tekningar eru klárar, men bíðað verður eitt bil við byggingini, inntil fíggingin er í lagi. Flestu óhappini í ferðsluni henda seinasta arbeiðsdagin í vikuni, vísa tøl frá danska Vejdirektoratet Ferðsla Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Um tú ferðast í bili tínum í dag ­ fríggjadag ­ so ansa væl eftir vegnum og hinum bilunum í ferðsluni. Vandin fyri at eitt óhapp hendir á vegnum er størri fríggjadagar, enn hinar yrkadagarnar í vikuni. Hetta vísa tøl frá Vejdirekt­ oratet fyri árið 2008, og sum tíðindastovan Newspaq hevur almannakunngjørt. Í miðal hendu 2.773 óhapp á donsku vegunum í 2008, meðan talið var heilt uppi á 3301 óhapp í miðal fríggjadagar ­ tað er: 528 óhapp fleiri henda dagin. ­ Orsøkin til høga talið av ferðsluvanlukkum henda seinasta yrkadagin í vikuni, er at finna í broyttu koyringini á vegunum! Tað heldur í øllum førum Jytte Ørum Nørup, skriv­ stovuleiðari í Østjyllands F ærdselssikkerhedsudvalg. Sunnudagstúrur ­ Fríggjadagsferðslan hevur ikki somu regluligu rútmu sum gerandisdagar. Summi fara tíðliga í vikuskifti, summi vilja skjótt heim til hús, og onnur halda, at tað eru ikki so nógv onnur á vegunum, tí hini kanska longu eru farin í vikuskifti, sigur Jytte Ørum Nørup við Newapaq. Umframt hetta eru eisini onnur ferðandi á vegunum, enn ein vanligan mánadag ella týsdag. ­ Fríggjadagur er eisini ein dagur, har mong fara í vikuskifti, og nógvir av hesum bilførarunum koyra ikki dagliga, slær hon fast. Í Ráðnum fyri Ferðslu­ trygd í Danmark er ein sannførdur um, at nøkur av hesum óhappunum kunnu síggjast aftur í blóðinum á teimum ferðandi. ­ Eitt annað boð uppá høga talið av óhappum, er koyringin hjá teimum ungu, sum verður blandað saman við rúsdrekka, “fest og farver” og at fara í býin. ­ Hetta fyllir rættiliga nógv í hagtølunum. Tað henda tí eisini fleiri óhapp fríggjadag­leygardag, enn annars, sigur stjórin í ráðnum, Anders Rosbo. Tað er kortini ein ein­ stakur dagur um vikuskiftið, har ferðslumentanin er munandi øðrvísi enn van­ ligt, nevniliga sunnudagur­ in. Henda dagin vórðu nevniliga skrásett einans 2345 ferðsluóhapp í miðal. ­ Tað er ikki uttan orsøk, at ein tosar um tað at koyra “sunnudagstúr”. Hesi hava ikki sama skund sum onnur, tí virksemið sunnudag krevur ikki at ein allatíðina skal hyggja eftir klokkuni. ­ Tað er í lagi at koma 15 minuttir ov seint til ein kaffimunn ein sunnudag. Samstundis eru fólk meiri í friði ein sunnudag, so tað er ikki eins nógv ferðsla á vegunum, vísir Jytte Ørum Nørup á. Betri umstøður at vaksa enn meiri Nógv fólk vóru til hetta møtið í Hoyvíkar skúla, tá sangarin Russ Taff vitjaði í januar mánaði í ár. Hetta er tó ikki nakað undantak, tí nú flytir samkoman í onnur og størri høli Mynd: livdin.fo Størsti vandi at ferðast fríggjadagar Tað er ikki víst so negativt at koyra ein sunnudagstúr. Henda dag henda fægst óhapp í ferðsluni savnsmynd Nógv virksemi í Fuglafirði Fleiri skip fara at landa svartkjaft og annað til Havsbrún teir næstu dagarnar. Hugin landar 1600 tons í dag, og síðani landar Gardar 1200 tons, Manon 1600 tons og Knester 1900 tons. Í morgin koma Armenak Babaev og Starryy Arbat at umlasta til eitt farmaskip. Vaksandi skipaferðsla í Fuglafjarðar havn Bæði í 2008 og í 2009 hevur skipatalið í Fuglafirði verið vaksandi, men januar mánaði í ár setti met. Tað er serliga bruttotonsatalið, ið veksur nógv, ­ tað vil siga, at tað gjøgnumgangandi eru størri skip, ið koma á Fuglafjørð. Skipavitjanirnar í 2008 vórðu 728 og tonsa­ talið 1.105.000 brutto tons. Skipavitjanirnar í 2009 vóru 759 og tonsatalið 1.370.000 brutto tons. Í januar mánaði í ár vóru 61 skipavitjanir, meðan tonsatalið var heili 202.000, og sum aftur var besti mánaður nakrantíð. Stóru skipini, ið javnan vitja Faroe Bunkers, eru høvuðsorsøkirnar til vøksturin.