fríggjadagur 12. februar 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 30 · 12. februar 2010
8
VIKUSKIFTI
SAMRØÐA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
– Tað er øgiliga undarligt, so skjótt alt
broytist. Ein tíma áðrenn, eg fyrstu ferð
var at síggja í X Factor, kendi eingin í
Danmark meg. Ein tíma eftir sendingina
sat eg í metroini og ein drongur kom
til mín og spurdi, um eg ikki var hon
í troyggjuni.
Drongurin, sum kendi Annu Ny
gaard og troyggju hennara aftur, var
bara fyrsta tekini um, at danir høvdu
tikið Annu Nygaard og rødd hennara
til sín.
Dagin eftir var hon at finna á for
síðuni á Ekstra Bladet, sum spáddi hana
at hava stórar kjansir í kappingini. Í
vikublaðnum Se & Hør var umtalan
av Annu Nygaard so mikið góð, at tey
mettu hana vera besta boðið upp á ein
nýggjan vinnara.
Anna Nygaard kom so syngjandi
víðari í stóru sjónvarpskappingini, men
so broyttist alt. Í donsku bløðunum
greiddi Anna Nygaard frá, hvussu
hon fekk eitt »blackout« í næstu
sendingini, har tað eisini var um reppið,
at hon ikki kom víðari.
Eftir hetta hevur Anna bæði fingið
rós og onkur meira álvarsom brá frá
dómaranum Remee, sum hevur ábyrgd
av henni og tveimum øðrum luttakarum
í kappingini.
– Fólk hava fingið eina mynd av,
at eg havi havt upp og niðurtúrar og
tað er eisini í lagi. Eg kann framvegis
læra nógv ting, greiðir 18 ára gamla
songkvinnan frá.
– Eg føli heldur ikki, at fólk hava
misskilt meg ella fingið eina skeiva
mynd av mær, sigur Anna, sum er
ógvuliga tilvitað um, at X Factor er líka
so nógv sjónvarpsundirhald sum tað er
ein sangkapping.
Natúrligt og tó
Anna hevur fingið nógv pláss í send
ingunum higartil, men hevur kortini
ikki heilt vant seg við, at hon í tíð og
ótíð er at síggja í lýsingum á DR1.
– Bíða, bíða, nú komi eg í sjónvarpið,
sigur hon brádliga meðan vit práta í
lobby’ini á Wake Up Hotel mitt í danska
høvuðsstaðnum. Har býr hon saman
við fleiri av hinum luttakarunum í X
Factor.
Anna smárennur yvir til sjón varps
skermin, har ein lýsing fyri X Factor
sendingina í kvøld koyrir. Smílandi
kemur hon gangandi yvir aftur til
borðið. Tað er eyðsæð, at Anna als ikki
hevur vant seg við, at hon eitt andlit,
sum fyri tey flestu er líka so natúrligt at
síggja á skíggjanum í løtuni, sum tað er
at síggja Sigrún Brend, Helle Thorning
Schmidt ella Høgna Hoydal.
Hóast hetta, so sigur Anna, at tað
ikki kennist undarligt at verða partur
av stóra apparatinum, sum X Factor
nú er.
– Tað kennist faktiskt meira
natúrligt, enn eg helt tað fór. Fólkini eru
øll so fitt og vit hava tað so gott saman
luttakararnir. Vit kundu eins væl bara
verið vinir og ikki kent hvønn annan
gjøgnum hesa kappingina, greiðir Anna
Nygaard frá.
Kortini hevur hon meira enn so
fangað seg sjálva í at hugsa um, hvussu
stórt tað er, sum hon er í gongd við.
– Wow, hetta er so vilt. Tað er so
sjúkliga stórt, sigur Anna, tá eg biði
hana seta orð á teir tankar, sum fara í
gjøgnum hana hesar løtur.
– Hetta er mín størsti kjansur
nakrantíð, leggur hon aftrat og eygu
hennara lýsa av gleði.
Avgjørd og stílfull
Til at gera sær dælt av hesum møgu
leikanum, hevur Anna fingið hjálp frá
millum annað dómaranum Remee. Í
sendingunum, vit hava sæð higartil,
hevur hann sagt seg vilja hjálpa Annu,
sum eftir hansara tykki var farin eitt
sindur av kós tónlistarliga.
– Eg hevði brúk fyri hjálp og tað
havi eg av sonnum fingið. Tað fáa tit at
síggja í kvøld, sigur Anna avgjørd.
Hon greiðir frá, at vit higartil hava
sæð eina kenslusama og bleyta síðu
av sær og teimum sangum, hon hevur
sungið.
– Nú arbeiði eg við at definera meg
sjálva sum artist, og í kvøld fáa tit fyrsta
brotið av tí, sigur Anna smílandi.
Sambært henni skulu vit rokna við
at síggja eina meira avgjørda, stílfulla
og samhangandi framførslu í mun til
tað, vit hava sæð higartil.
– Hyggjarin skal rokna við, at eg
traðki í karakter.
Trúgvin eingin forðing
Sum menniskja manglar Anna upp á
ongan máta karakter. Glað, fyrikomandi
og nærverandi er unga kvinnan. Og
hóast hon hevur sera nógv um oyruni
í hesum døgum, hevur Anna bæði
beinini plantað so ruddiliga í jørðini.
Sambært Annu sjálvari, er ein partur av
orsøkini til hetta hennara trúgv. Anna
er Jehovas vitni.
– Eg havi heilt tilvitað valt, ikki at
tosa um tað. Jehovas vitni skal ikki
vera mín søga. Tað er bara mín trúgv
og tað hevur gjørt meg til tann, eg eri.
Tað liggja eisini so nógvir fordómar
knýttir at Jehovas vitnum, men tað
leggur ongar teymar á meg ella mína
luttøku í X Factor, sigur Anna, sum
eisini hevur tosað við vikublaðið Billed
Bladet um evnið.
– Tað er einki hokuspokus í tí. Eg
livi eitt púra vanligt lív og haldi ikki,
at mín trúgv avmarkar meg, segði hon
millum annað í samrøðu við danska
blaðið.
Dyrnar verða latnar upp
Heilt vanligt er hennara lív tó ikki. Anna
er einasti føroyingurin í heiminum,
sum í kvøld skal syngja beinleiðis,
meðan langt omanfyri ein millión av
hyggjarum sita sum á nálum.
– Vit høvdu eina roynd mikudagin,
har vit framførdu á pallinum. Alt var
sum tað verður í kvøld, bara dómarar
og hyggjarar manglaðu. Men meðan eg
bíðaði eftir, at dyrnar til pallin vórðu
latnar upp, so hugsaði eg við mær
sjálvari, at hetta faktiskt eru tær dyrnar,
sum fara upp, tá X Factor verður sent í
sjónvarpinum, greiðir Anna frá.
Seinastu árini hevur hon sitið heima
og hugt, meðan somu dyr vórðu latnar
upp fyri eitt nú Martin frá Ørum og
Lindu Andrews. Í kvøld verða somu dyr
latnar upp fyri henni.
Hóast Hon Hevði vunnið ÁRsins songRøDD 2008 vóru tað neyvan allir
føroyingar, ið komust við navnið AnnA nygAARD. Í dag veit størsti parturin
av danska kongarÍkinum, Hvør 18 ára gamla gentAn úr runavÍk er.
sosiAluRin Hevur Hitt annu nygaard Í keypmannaHavn, Har Hon Í kvøld
skal syngja beinleiðis fyri meira enn einari millión Hyggjarum Í X FActoR
Ein tími
broytti alt
Jehovas vitni skal ikki vera mín søga. Tað er bara
mín trúgv og tað hevur gjørt meg til tann, eg eri.