Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. februar 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 30 - 12. februar 2010 Kirstin Djurhuus, leiðari á stovninum við Landavegin, sum hevur fingið ringast skoðsmál millum foreldrini, er vís í, at tað eru garðurin, sum ikki var liðugur, tá stovnurin varð gjørdur, og fáu peda­ gogarnir á stovninum, sum hava lagt hennara stovn so lágt. – Nógv er broytt, sigur hon tó Kanning Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Hóast nøkur børn eru flutt á aðrar stovnar, síðan kann­ ingin varð gjørd í maimán­ aði í fjør, so kemur lítla nøgdsemið óvart á Kirstin Djurhuus, leiðara fyri dag­ stovnin við Landavegin. – Ja, tað kom óvart á, at tað skuldi vera so galið. Nøkur børn eru hildu uppat í fjør, og nógv eru farin í skúla, so eg ivist í, um tað eru tey, sum hava svarað, tí nú hoyra vit ikki nakað um ónøgd, sigur Kirstin Djurhuus. Hon leggur afturat, at ein av orsøkunum er, at garður­ in ikki var gjørdur liðugur, tá stovnurin lat upp. Umframt, at fáir pedagog­ ar vóru á stovninum, tá kann­ ingin varð gjørd, hóast hon metir, at starvsfólkini avgjørt gera sítt arbeiðið til lítar. Av umleið 15 starvs­ fólkum vóru tríggir peda­ gogar, tá kanningin varð gjørd, og í garðinum var rættiliga tómligt, umframt eitt stórt runudíki, sum tó er hegnað inni. Ikki tikin í álvara Leiðarin á dagstovninum við Landavegin vísir eisini á, at kanningin kanska ikki varð tikin í nóg stórum álvara, tá hon var gjørd. – Tað eru so fá, sum hava svarað, so kanningin er kanska ikki tikin í nóg stórum álvara, og vit lýstu heldur ikki við kanningini, sigur leiðarin. Tað vóru beint yvir 35 prosent av foreldrunum, sum svaraðu í nøgdsemis­ kanningini. Nógv er broytt Síðan kanningin varð gjørd í maimánaði 2009, er tó rættiliga nógv broytt á stovn­ inum, og nú sigur leiðarin seg ikki hoyra nakað til veru­ liga ónøgd, tvørtur ímóti. – Vit vóru til dømis tríggir pedagogar, tá kann­ ingin varð gjørd og nú eru vit fimm, so tað er ein peda­ gogur á hvørjari stovu, og vit hoyra onki um ónøgd í dag, greiðir leiðarin frá. Garðurin oyðileggur nógv Foreldrini at børnum á dagstovninum við Landavegin vóru ringast nøgd við stovnin, tá Tórshavnar kommuna gjørdi umfatandi kanning av dagstovnaøkinum í maimánaði 2009. Fyrst vildi kommunan bert upplýsa tríggjar teir bestu stovnarnar, men nú hevur Sosialurin fingið innlit í nøgdsemið við allar stovnarnar Kanning Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo myndir: Jens Kristian Vang Størst nøgdsemi er við býlingshúsið á Ternuryggi. Ringast nøgdsemi er við dagstovnin við Landavegin. Nøkulunda sama nøgdsemi er við nógvar stovnar, men umframt dagstovnin við Landavegin er nøgdsemi lægri við fimm aðrar stovn­ ar. Soleiðis er støðan við dagstovnunum í Havn sam­ bært kanning, sum greining­ arfyritøkan Lóður hevur gjørt fyri Tórshavnar komm­ unu, og Sosialurin hevur fingið innlit í. Hóast Sosialurin ikki hevur fingið innlit í orsøkir­ nar til minna nøgdsemið á teimum fimm stovnunum, so vísir heildarúrslitið, at foreldur helst vilja seta síni børn á stovnar har nógvir pedagogar eru, umframt, at foreldur helst ikki vilja hava ov nógv ungfólk til arbeiðis. Men tað er eisini soleiðis, at í teimum støðunum, har foreldrini eru yngri og betri útbúgvin, har krevja tey meira av stovninum. Haraftur kann annað órógv eisini ávirka stovnin. Trek kommuna Upprunaliga var ætlanin ikki, at talan skuldi vera um nakra kapping millum dag­ stovnarnar, men tá kanning­ in varð lagt fram á tíðinda­ fundi 25. januar, varð greitt frá, hvørjir tríggir teir best umtóktu stovnarnir eru. Sosialurin vildi beinan­ vegin hava innlit í restina av nøvnunum á listanum, men hetta vildi Tórshavnar kommuna ikki upplýsa við teirri grundgeving at tilfarið ikki var tókt. Hinvegin segði trivnaðar­ stjórin hjá kommununi, Jóan Petur Hentze, at tað, at tríggir teir fremstu stovnar­ nir vóru navngivnir, í ringasta føri kundi hava við sær, at foreldur fóru at velja teir stovnarnar fram um hin­ ar, umframt, at hann svaraði við tøgn, tá hann varð spurd­ ur, um hetta legði allar hin­ ar stovnarnar undir illgruna fyri at vera ringastir. Somuleiðis segði Katrin Petersen, deildaleiðara á barna og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu, at tað ikki vóru upplýsingar, sum kommunan hevði biðið um, tá hon varð spurd hví tað ikki ber til at fáa upp­ lýsingarnir, sum innlit varð biðið um. Tá Sosialurin aftur bað um innlit í alt samskifti, sum hevur verið millum Lóður, sum gjørdi kann­ ingina, og stovnar undir Tórshavnar kommunu, bragdaði endiliga og listin sum her er prentaður varð útflýggjaður. Minst nøgdsemi við L Prestur hótti við eldi Ein prestur í Hedmark í Noregi hevur viðgingið, at hann hótti við at seta eld á húsini hjá grannanum. Blaðið Glåmdalen skrivar, at undir avhoyringum hjá løgregluni viðgekk presturin, at hann hevði sent grannanum eitt bræv við einari ávaring um, at hús hansara fóru upp í royk um stutta tíð. Við brævinum var ein mynd av einum húsum í ljósum loga. Einki navn stóð undir brævinum, men ymisk spor leiddu løgregluna til prestin. Hann hevur nú viðgingið seg sekan og hevur søkt um at verða loystur úr embætinum, skivar Glåmdalen. Blaðið nevnir ikki, hví presturin hótti grannan við eldi. Skulu drekka minni Tá fólk koma saman til eitt ella annað í Russlandi, er tað at kalla vanligt, at ein ella fleiri fløskur av vodka koma á borðið. Men soleiðis eigur tað ikki at vera, og í øllum førum skulu russar drekka minni. Tað siga myndugleikarnir, og ein av oddamonnunum fyri átakinum er forsætisráðharrin, Vladimir Putin. Hann hevur sett sær fyri, at russar skulu drekka helvtina minni enn nú. Tað skal millum annað gerast við at gera brennivínið dýrari og við at banna øllum drykkjum við alkoholi í sambandi við ítróttartiltøk, skrivar NTB. Í maimánaði 2009 varð nøgdsemið við ymisku dagstovnarnar í Tórshavna kommunu, sum hendan talvan vísir. -100 er tað minsta, 0 er miðal og 100 er tað mesta Kelda: Lóður Í gjár sá soleiðis úr í garðinum hjá dagstovninum við Landavegin. Leiðarin metir garðin vera eina av orsøkunum til úrslitið, sum vísir, at fólk eru minni enn miðal væl nøgd við stovnin