Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. februar 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 30 · 12. februar 2010 10 VIKUSKIFTI Hvat er eitt gott lív? Eitt lív við ongari tannapínu og góðum skaldskapi. Hvat hevur lívið lært teg? At meira tú veitst, tí minni veitst tú við vissu. Hvør er besta bók tú hevur lisið? Tað man vera ein, ið eg vónandi ikki havi lisið enn. Koranin kanska. Hvat er tað besta við at búgva í Føroyum? At sleppa undan at gera mær hövuðbrýggj um, hvar eg annars skuldi búð. Hvat er tað ringasta við at búgva í Føroyum? Hetta övuta lagið, at í alt ov nógvum viðurskiftum halda alt ov nógvir føroyingar, at undirlutakenslan er portrið til himmiríki á jörð. Hvør er mest inspirerandi persónur tú hevur hitt? Eg veit ikki...men Tóroddur Poulsen er eitt boð ið hvussu er Hvat heldur tú at føroyingar tosa ov nógv um? Í Føroyum siga fólk treyðugt nak að, sum tey so ella so kunnu ábyrgjast fyri sjálv. Hvat tosa føroyingar ov nógv um? Sum seg segði í áðni fólk halda yvirhövur tað, sum tey halda at onnur halda. Tí tosa føroyingar eisini óvanliga nógv um sjáldsama lítið. Hvat er størsti brølarin sum er gjørdur í Føroyum? Tað valdast, hvat brölari er. Er hetta føroyska navnorðið leitt av sagnorðinum at bröla, kundi tað, eyðvitað, verið ein ávísur harramaður av Glyvrum. Er brölari hinvegin danskt tökuorð fyri mistak, er spurningur ikki, hvat ið gjørt er, men hvat ið ongantíð fekst upp í lag í Føroyum. Hvat ger teg glaðan? Lat meg brongla Brecht gamla eitt sindur og siga: Tvørsagnir, tær eiga vónina í okkum og láturin. Hvat ger teg illan? Tað slagið av tvørsagnarloysi, sum á mannamunni eitur: idioti. Hvør er tín lívrættur? Allur matur, uttan tun-fiskur og havragreytur. Hvat hevði tú gjørt um tú var ósjónligur ein dag? Bíðað til eg varð sjónligur aftur. Hvat óttast tú? Oftast tað, sum ikki er vert at ótt ast. Eg eri ikki føroyingur fyri einki. Hvat er títt besta ráð til løgmann? Sig einki og ger uppaftur minni. Um tú slapp at liva lívið umaftur, hvat hevði tú gjørt? Sjálvmorð, frykti eg fyri. Hevði tú hugsa tær at búð nakra aðrastaðni enn í Føroyum? Um ja, hvar? Nei. Tvørsögnin bindur meg her á klettunum sum ein annan Prometheus Carl Jóhan Jensen Føroyingar tosa óvanliga nógv um sjáldsama lítið lagt tIl rættIs: Inna Törnroos Fakta carl jóhan Navn: Carl Jóhan Jensen Aldur: 52 Bústaður: Tjarnarlág í Havn Starv: Rithövundur, týðari v.m. Familja: Konu og tveir synir. Tey eita Kate Sanderson, Eirikur Sanderson og Jóhan Friðrikur Sanderson mynd: jENS KriSTiAN vANG