fríggjadagur 12. februar 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 30 - 12. februar 2010
Landavegin
Av tí, at avtala varð gjørd at
úrslitini hjá hvørjum einstak
um stovni skuldu vera loyni
lig, so vildi kommunan
hava allar stovnarnir hvør í
sær at geva sítt samtykki til,
at innlit varð latið í nøgd
semi
við
einstaku
stovnarnar.
– Stovnarnir hava følt nógv
ar reaktiónir frá foreldrum,
og summi blivu kløkk av, at
tað varð kunngjørt, hvørjir
tríggir teir best umtóktu stovn
arnir eru, sigur Katrin Peter
sen, leiðari á barna og ung
dómsdeildini hjá Tórshavnar
kommunu.
Hon vísir á, at tað upp
runaliga var ætlanin, at øll
úrslitini skuldu vera loyni
lig, men tá innlit varð biðið
í upplýsingarnar, so vildi
kommunan hava dagstovn
arnar at geva sítt samtykki.
Men Katrin Petersen heitir
eisini á fólk, um at vera varð
in at brúka hesi úrslitini.
– Hetta er eitt grunt ov
grundarlag, og nøgdsemið
kann so skjótt broytast,
sigur leiðarin á barna og
ungdómsdeildini.
-eij
Beinanvegin
kanningin
varð løgd fram varð kunn
gjørt, at býlingshúsið á
Ternuryggi er best umtókt
í kanningini.
– Tað er ein góð kensla.
Ein góð viðurkenning frá
foreldrunum, segði Marjun
Hentze, leiðari á Býlings
húsinum á Ternuryggi, við
Sosialin 26. januar.
Hon legði afturat, at tað
er torført at siga, hví júst
hennara stovnur er so væl
umtóktur, men hevur eitt
boð.
– Tað er tað góða
arbeiði, ið verður gjørt her
á stovninum, ið hevur
nøkta nøgdsemis tørvin
hjá júst okkara foreldrum,
legði hon afturat.
Marjun Hentze greiddi
somuleiðis frá, at tey fara
at halda fast við góða
støðið, og at tað eisini fer
at merkjast, at tingini alla
tíð mugu betrast.
– Í kanningini siga teir,
at krøvini fara at blíva
hægri, og tað veit eg eisini.
Tí mugu vit alla tíðina
royna at gerast betri, sigur
leiðarin á stovninum við
best nøgdum foreldrum,
segði Marjun Hentze 26.
januar.
-eij
Ternuryggur
best umtóktur
Fund um
upplýsingar
Eingin lønarveitsla
Um vikuskiftið fara fakligi landsfelagsskapurin í Danmark og
arbeiðsgevarafelagið at tingast um nýggjan sáttmála fyri
600.000 fólk á tí privata arbeiðsmarknaðinum. Vanliga plaga
partarnir at vera fámæltir undan samráðingunum, og tí kom
tað óvart á tey flestu, at LOformaðurin,. Harald Børsting
(myndin), longu undan samráðingunum segði seg vera
sinnaðan at halda aftur við lønarkrøvum. Í samrøðu við
Berlingske Tidende í dag sigur hann, at ein má viðurkenna, at
tað er ikki rúmd fyri nakrari lønarveitslu hesaferð. Tí fer LO
heldur at leggja seg eftir øðrum viðurskiftum, sum kunnu
geva limunum tryggari umstøður, sigur Harald Børsting.
Eingin vøkstur í Týsklandi
Nýggj tøl hjá hagstovubi Destatis vísa, at samanborið við seinasta
ársfjórðing í 2008 var eingin vøkstur í týska búskapinum seinasta
ársfjórðing í fjør. Ein talsmaður fyri hagstovuna sigur, at tølini eru
eitt vónbrot, tí bæði í øðrum og triðja ársfjórðingi í fjør vaks týski
búskapurin 0,5 prosent samanborið við somu mánaðir í 2008.
Destatis sigur, at hóast búskaparvøksturin ikki var meiri enn 0,5
prosent teir báðar ársfjórðingarnar í fjør, var talan um stóra broyting
samanborið við tann fyrsta ársfjórðingin í fjør, tá búskapurin tódnaði
meiri enn trý prosent. Týski búskapurin er tann størsti í Evropa og
gongdin har er avgerandi fyri, hvussu skjótt Evropa kemur burtur úr
kreppuni.
Í gjár fingu øll foreldur, sum avheintaðu
børnini hjá sær á dagstovnum í Havn, skriv
frá kommununi, har millum annað varð
greitt frá, at kanningin ikki skal síggjast
sum hvør er best ella ringast. Í Århus verður
kanning, júst sum hendan, tó nýtt sum
amboð hjá foreldrum, tá tey velja dagstovn
Kelda: Tórshavnar kommuna
Mikudagin upplýsti Tórshavnar kommuna dagstovnunum,
at tað fór at bera til at samanbera úrslitini av stovnunum
Marjun Hentze er leiðari á
best umtókta dagstovninum í
Tórshavnar kommunu