Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. februar 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 30 · 12. februar 2010 11 VIKUSKIFTI mynd: ????????????????????? Kærleikin er lang móðig ur, er mildur, kærleikin ber ikki øvund, kærleikin reypar ikki, blásist ikki upp (...) hann breiðir yvir alt, trýr øllum, vónar alt, tolir alt. Bíblian fyrra korintbræv 14, 4-7 10 tIng um Remee Mamman gav løgregluni Remee Hann er altjóða kendur tónleikaframleiðari, men lívið Hevur ikki altíð verið lætt Hjá framleiðaranum remee. ÍgongdSeTaRIn FInn Johannesen ynSKIR SæR MeIRa jalIgheIT Í FøRoySKu MIðlunuM miðlarnir og eg lagt tIl rættIs: eyðun Klakstein lagt tIl rættIs: Inna Törnroos í nýggja táttinum siga kendir og ókendir persónar frá síni miðlanýtslu. Veruliga navnið hjá Remee er Mikkel johan eemer Sigvardt Biologiska mamma hansara avleveraði remee hjá løgregluni, tá ið hann var tríggjar mánaðir gamal, tí hon maktaði ikki at hava hann. remee varð var ættleiddur av einari familju í Sølrød Strand Biologiska mamma hansara varð dripin, tá hann var 12 ára gamal. Biologiski pápi hansara er ættaður úr Karibia og var dugnaligur tónleikari. hann doyði fyri átta árum síðani. Sum 15 ára gamal royndi Remee seg sum rappara. Remee er kendur sum sangskrivari og fram­ leiðari. hann hevur arbeitt við donskum tónleikarum og kendum altjóða sangarum. hann hevur skrivað meira enn 60 hitt kring heim in, og hann hevur selt meira enn 25 milliónir fløgur. Remee hevur havt sangir við kendum filmum sum Ice age 2, dr dolittle og Bridget jones diary 2. 35 ára gamli remee gongur saman við 20 ára gomlu michala kjær. Hann eigur eina 10 ára gamla dóttir við einari aðrari kvinnu. – Mítt privatforbrúk hevur altíð verið mín størsti fíggindi. Mær dámar væl at hava fólk rundan um men, men onkurvegna fái eg altíð rokningina, sigur Remee. 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 Mítt blað - dag og VIKUblað eg blaði altíð bløðini ígjøgnum, men haldi eingi bløð. Komi eg inn í ein peningastovn ella aðrastaðni, sum slík liggja frammi, so fari eg skjótt runt í teimum, og leiti kanska serliga eftir onkrum, sum hevur fangað meg, og hevur staðið á netinum, men í stuttari útgávu. Mín heIMasíða eg eri jaliga forvitin. Hugsi her um, at mær dámar at fylgja við, um tað er okkurt gleðiligt at síggja á netinum, og kanska onkur hevur fingið heraklapp osv. mær dámar væl at rósa teimum, ið hava rós uppiborði. eg hyggi eftir portalinum, suðurrás, vágaportalinum, trúboðanum og sjálvandi norðlýsinum, og kí/bláubylgju. Regluliga nýti eg eisini tíð til at vitja http://www.thesuccessprinciples.com/ fyri sjálvur at fáa nakað av íblástri. Mín tónleIKUr Dámi væl at lurta eftir tónleiki, men tað er næstan altíð tað, sum er frá í útvarpinum. Fái onkuntíð stundir at keypa okkurt, men tað er sera sjálvdan. Tó eru Útvarp Føroya, Rás2, Lindin og eisini internetrásirnar altíð frá og ger mær dagin lættari. Mítt sosIala netVerK (td FacebooK) Nýtið Facebook dagliga, men sindur ymiskt hvat eg skrivi. Royni at leggja okkurt út á VILT-bólkin, tá ið vit hava tiltøk.Skype stendur altíð frá, og liggja fleiri av mínum vinum inni har. Tað er faktiskt nokkso deiligt, tí so kann ein altíð spyrja til hesar. Havi eisini onnur sosial netverk, eitt nú Leiðaranetið í Suðuroynni – tað haldi eg faktiskt er jaligt, gott og gevur áræði. Mín dVd Kundi fegin hugsa mær at átt »Fields of dreams« við Kevin Costner, tí hann hevur ein so totalt feitan boðskap, sum eg havi hoyrt ein langan fyrilestur um. Filmurin hevur verið sannur íblástur fyri meg, men vænti ikki filmurin er á dvd. Mítt MagasIn um eg keypi slíkt, so er tað »gør-det- selv«, fyri at læra meg sjálvan, at hetta blaðið ikki er fyri meg. eg droymi um at duga at smíða, skrúva osfr, men tað er og verður ein dreymur, tí eg fungeri best frá akslunum og uppeftir. Mín sJónVarpsrøð Livvagterne - haldi avgjørt at hesar sendingarnar eru í sera góðum flokki. Mín bóK Vildi ynskt eg kundi sagt Bíblian, tí hon er mest umráðandi. men hon er meira on og off. eg nýti nógva tíð uppá bókin: The Success Principles – eftir Jack Canfield. Hetta er bók, sum er hevur ein jaligan boðskap, hjálpir einum at flyta seg. eg nýti hana reguliga, og hon fær meg at venda tingum til okkurt jaligt, lærir meg at seta prís uppá tað eg havi, og at flyta seg rætta vegin. Vildi ynskt at allir leiðarar, ítróttarfólk og onnur lósu hana. Mítt útVarp eg lurti eftir tíðindum og tónleiki í Kringvarpinum og Rás2. Mín teleFon er ein Sonyericsson nokkso nýggj, umleið eitt ár ella so. Feitt mynda tól, sum eg næstan ikki brúki. men telefonin er fín, eg brúki hana kanska ov nógv til at tosa í, men sum eg nevndi, er tað oman fyri akslarnar eg fungeri sum best. hVat VIl tú IKKI brúKa MIðlatíð Uppá? Sendingar har journalisturin ikki blívur liðugur við at lýsa eina handilsfyritøku. og har fólk bara møsna. hVat IrrIterar teg í MIðlUnUM? Nokk tað saman sum júst undanfarni spurningur. hVat VIl tú haVa MeIrI aV í MIðlUnUM? Jaligheit, og at miðlarnir komu runt í okkara lítla oyggjasamfelagi. Vit hava so nógvar spennandi verkætlanir, dygdir, fólk og ymisk- leika. At bara verða í Havn ger tað sindur »ræst«, haldi eg.