fríggjadagur 12. februar 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 30 - 12. februar 2010
Lova grikkum hjálp
Grikska stjórnin fekk í gjár vissu fyri, at landið fer ikki á
húsagang. Aftan á ein ríkis- og stjórnarleiðarafund í ES í
gjár segði ES-forsetin, Herman Van Rompuy, at
evrulondini hava veitt vissu fyri, at tey eru til reiðar at lata
grikkum ta neyðúgu hjálpina, so landið ikki fer av
knóranum. Grikkaland skal rinda meiri enn 70 milliardir
krónur í avdrøgum í ár. So nógvar pengar hevur landið
ikki, og tað má tí fáa hjálp til at endurnýggja skuldina.
Sum skilst verða tað Týskland og Frakland, sum skulu
veita trygd fyri teimum nýggju lánunum.
Keypa ikki SAS
Nú skandinaviska flogfelagið SAS enn eina ferð hevur
kunngjørt eitt vánaligt roknskaparúrslit, hevur tað ljóðað,
at onkur útlendsk feløg hava áhuga í at keypa SAS. Millum
tey nevndu feløgini er tað týska Lufthansa, men ein
talsmaður fyri felagið sigur, at Lufthansa ætlar sær ikki at
keypa SAS. Aage Dünhaupt, sum er samskiftisstjóri hjá
Lufthansa, sigur við Berlingske Business, at felagið hevur
úr at gera við at samansjóða móðurferlagið og
dótturfeløgini Austrian Airlines, Brussels Airlines og BMI.
Men felagið hevur ongar ætlanir um at fáa SAS sum
dótturfelag, sigur hann.
Uttanríkisráðið hevur sein-
astu tíðina verið fyri ákoyr-
ingum í sambandi við frá-
greiðingina um kappingar-
samleika
Føroya,
sum
bretski serfrøðingurin Sim-
on Anholt hevur skrivað fyri
Uttanríkisráðið. Atfinningar-
nar snúgva seg í høvuðs-
heitum um, at Uttanríkis-
ráðið skal hava noktað al-
ment innlit og dylur frágreið-
ingina. Hetta er ikki rætt.
Innlit
Ein og hvør kann biðja um,
og fær, innlit í frágreiðingina
um kappingarsamleika Før-
oya, ið bretski serfrøðingurin
Simon Anholt hevur skriv-
að. Nógv hava longu nýtt
henda møguleika. Annað
er, at Uttanríkisráðið í sam-
bandi við játtan av innliti
hevur boðað frá, at frá-
greiðingin verður latin til
egna nýtslu, og ikki má end-
urprentast ella leggjast á
alnótina. Hetta er tó bert
galdandi fyri enskt mæltu
útgávuna. Tað er ein skylda,
ið vit hava mótvegis høv-
undanum.
Uttanríkisráðið
hevur
gjørt ta avtalu við Simon
Anholt, at við fyriliti fyri
hansara copyright verður
upprunaliga enskt mælta
útgávan av frágreiðingini
ikki løgd á heimasíðuna.
Hetta er ein spurningur um
rættin til andsverk (fíggjar-
lig áhugamál hjá høvind-
inum).
Tó hevur Uttanríkisráðið
sjálvsagt tryggjað sær, at
ráðið kann leggja eina før-
oyska týðing á heimasíðuna,
soleiðis at føroyski almenn-
ingurin lættliga kann lesa
frágreiðingina. Frágreiðingin
verður eftir ætlan tøk á heima-
síðuni hjá Uttanríkisráðnum
www.mfa.fo) í næstu viku.
Íverksetan
Vit hava fingið nógvan lær-
dóm í tilgongdini og eina
áhugaverda frágreiðing at
arbeiða víðari við til tess at
menna og fremja eitt gott
føroyskt brand, eina meira
miðvísa
og
strategiska
marknaðarføring
av
Føroyum. Slíkt hevur leingi
verið umbiðið av nógvum
ymsum pørtum í vinnuni.
Nú hava vit eitt grundarlag,
og so er upp til bæði
almenna og privata geiran
at fáa okkurt munagott burt-
urúr.
Uttanríkisráðið er farið
undir næsta stig av verkætl-
anini og arbeiðir í løtuni við
at skipa eina arbeiðsskrá fyri
at marknaðarføra Føroyar.
Samband fer at verða tikið
upp aftur við viðkomandi
stjórnarráð og vinnupartarnar
fyri at fremja eina skilagóða
og miðvísa marknaðarføring
av Føroyum og føroyskum
vørum og tænastum. Eitt
fyrsta stig á leiðini verður at
gera eina handbók, sum fyri-
tøkur, einstaklingar og felags-
skapir kunnu brúka, tá tey
skula marknaðarføra Føroyar
uttanlands.
Uttanríkisráðið fer fram-
haldandi at kunna um hetta
arbeiði. Áhugaði eru eisini
vælkomin at seta seg í
samband við Deildina fyri
Alment Diplomati, um tey
ynskja nærri kunning um
verkætlanina.
Sigmundur Ísfeld
Deildin fyri Alment
Diplomati
Uttanríkisráðið
Uttanríkisráðið gevur enn sum áður innlit
í frágreiðingina hjá Simon Anholt
Sigmundur Ísfeld
Ja takk! Eg ynski at
tekna meg sum haldara av
Sosialinum, og fái blaðið
borið út 5 ferðir um vikuna
Navn:
Bústaður:
Bygd / býur:
Telefon:
Undirskrift:
Verður sent
ópostað.
Sosialurin
rindar
postgjaldið
64
Boks 76 · FO-110 Tórshavn
Haldið Sosialin
Tekna teg sum haldara nú
495,- um ársfjórðingin
...blaðið, øll lesa!
Spar 560,-
í mun til leysasølu