Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. februar 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 30 · 12. februar 2010 12 VIKUSKIFTI Til arbeiðis Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hon er 29 ára gomul, býr í Froðba, men er uppvaksin og sleit sínar barnaskógvar í Hvalba. Eftir fólkaskúlan tók hon studentsprógv í Vági í ár 2002 og fór eitt stutt skifti til Havnar at arbeiða. Úr Havn fór hon aftur til Suðuroyar og arbeiddi í eini fýra ár í saltfiski hjá Delta Seafood. Unga kvinnan, vit hava skift orð við, er 29 ára gamla Lonnie Bengtsen, sum í móðirættini hevur ættarbond úr Nólsoy og Skúvoy, meðan pápin er dani. Ivingarsamur banki Fyri nøkrum árum síðan keypti hon hús í Froðba, og hon heldur, at tað at flyta heimanífrá og seta føtur undir egið borð, er ein sera góð drívmegi fyri eitt ungt menniskja. – Eg arbeiddi hjá Delta Seafood, tá húsini vóru til sølu. Vit høvdu nógv at gera. Hetta var hart arbeiði, men mær dámdi sera væl – og enn í dag leingist mær onkuntíð aftur í fiskin. Lonnie var tá einsamøll og átti eingi børn. Hon eigur framvegis eingi børn, men í dag hevur hon sjeik. – Mítt bankasamband vildi ikki veita mær fígging til húsini, so leingi eg bara var í fiskavirkisvinnuni. Hóast eg arbeiddi nógv, hildu tey ikki, at fiskaarbeiði var eitt nóg trygt arbeiði at keypa húsini upp á, tá eg skuldi vera einsamøll um tey. Lonnie sigur, at hon so ógvuliga fegin vildi gerast eigari av nevndu húsum, sum eru eini minni og eldri hús. – Eg fór tí at leita mær eftir øðrum arbeiði. Mamma mín og fleiri mostrar hjá mær hava siglt hjá Strandfaraskipum Landsins, og tað gjørdi omma mín Jóhanna eisini. Tað eydnaðist Lonnie at fáa frítíðar­ avloysarastarv umborð á Smyrli, og her hevur henni dámt so væl, at hon nú er í føstum starvi í kalda køkinum umborð. – Sum frítíðaravloysari hevði eg ymiskar uppgávur umborð, men síðan eg kom í fast starv og líka sum fekk starvið hjá mostir míni Randi, sum er í farloyvi, hevur mítt arbeiði burturav verið í kalda køkinum. Her verður alt tað grøna skorið og smyrjibreyðið smurt og pyntað, eins og vit syrgja fyri, at manningin fær nátturða. Lonnie sigur, at tá hon hevði fingið avloysarastarv við á Smyrli, gekk hennara bankasamband eisini við til at veita henni fígging til sethúsakeypið. – Tú arbeiðir nógv sum avloysari, ert ofta nógv umborð, og tú tjenar væl. Hetta sóu tey í bankanum og vildu nú veita mær ta fígging, sum eg ikki kundi fáa, meðan eg arbeiddi í fiski. Mær eydnaðist soleiðis at keypa húsini, eg hevði ligið úti eftir. Hetta eru eini deilig hús. Mær dámar væl at búgva í friðinum í Froðba. Lonnie sigur, at hon tjenti nógv meiri sum avloysari, enn hon tjenar nú í føstum starvi. – Eg sigli ¾ tíð, sum merkir, at eg eri eina viku umborð og tveir vikur í landi. Hóast inntøkan man vera út við eina helvt minni, fái eg við lagaligari avtalu við bankasambandið endarnar at røkka. Men tá er heldur ikki nógv eftir til at skalta og valta við. Á kokkaskúla Hóast Lonnie er sera fegin um sítt starv, hugsar hon um at fara til Klaksvíkar á kokkaskúla, um hon sleppur inn á skúlan. – Gongst, sum ætlað, byrji eg á skúlanum í januar mánaði næsta ár, og málið hjá mær er at kunna brúka okkurt av tí, eg fari at læra, í mínum starvi umborð, sigur hon. Umframt mammuna Hildigunn, siglir mostir Lonnie, sum eitur Olga, eisini við Smyrli. – Vit tríggjar skiftast um at vera umborð og í kalda køkinum, har vit allar gera sama arbeiði. Eg eri umborð í eina viku, síðan kemur Olga, og tá Olga fer í land, kemur mamma umborð. Men tað eru ikki bara hesar tríggjar av familjuni hjá Lonnie, sum hava siglt við Smyrli og hjá Strandfaraskipum Landsins gjøgnum árini. – Omma mín Jóhanna sigldi í fleiri ár. Hon plagdi at siga, at hon fekk sjey gentur – og fimm »sjómenn«. Mamma og fimm av systrum hennara hava siglt, og síðan hava eisini nøkur av mínum systkinabørnum verið við onkur tíðarskeið sum eykahjálp. Lonnie sigur, at tá familjan hjá henni hevði familjuveitslu í fjør summar, komu tey eftir, at heili 13 fólk í familjuni hava siglt hjá Strandfaraskipum Landsins í longri og stytri tíðarskeið. – Av mínum systkinabørnum er eg tann, sum havi verið longst umborð, sigur hon, sum soleiðis er triðja ættarlið eftir ommuna í hesi sigling. Ikki bangin – Eg eri ikki bangin á sjógv, og minnist eg rætt, havi eg fýra ferðir havt sjóverk í fýra ár. Vit hava regluligar venjingar umborð, og eg haldi, at hesar eru við til at gera okkum og ferðafólkini tryggari. – Hóast eg trívist væl í mínum arbeiði, Hugsi eg um fara á kokkaskúla. eg ætli mær at brúka okkurt av tí, eg fari at læra, umborð á smyrli, sigur 29 ára gomul kvinna. MaMMa Hennara siglir Hjá strandfaraskipum landsins, og tað gjørdi oMMan eisini Triðja æTTarlið við Smyrli Mynd: jens kristian vang til arbeIðIs Navn: Lonnie Bengtsen starv: Smyrjibreyðsfólk besta við starvinum: At gleða onnur ringasta við starvinum: Veit ikki starvstíð: Umleið 4 ár lívsstarv: Ongantíð siga ongantíð starvsfólk: 23 staður: sigling um Suðuroyarfjørð stjóri: Bogi Mortensen (SL) fakta Lonnie