fríggjadagur 12. februar 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 30 - 12. februar 2010
Mikudagin 10. februar fylti
Signar á Brúnni í Fuglafirði
65 ár. Hann er vælkendur
um landið sum løgtings
maður og landsstýrismaður
í tilsamans 28 ár.
Signar er útbúgvin lærari
á Føroya Læraraskúla í
1969 og var fyrst lærari á
Strondum í fýra ár.
Síðan hevði hann fast
starv í Fuglafjarðar Skúla í
mong ár. Hann var eisini
skúlaleiðari í styttri skeið á
Eiði, í Leirvík og í Vest
manna.
Signar kom sum 25 ára
gamal á ting í 1970 fyri
Tjóðveldisflokkin í Eystur
oynni. Hann var tingmaður
til 2002, tá hann ikki stillaði
uppaftur, tó árini 198084
undantikin. Hann var lands
stýrismaður
í
fleiri
umførum: 198990, 1993
94 og 19982000.
Av øðrum álitisstørvum
kann nevnast, at hann var
limur í Landsskúlaráðnum í
12 ár og í Mentanargrunnin
um í 16 ár, umframt at hann
eisini hevur verið býráðs
limur í Fuglafirði.
Eisini er hann ítróttarmað
ur og spældi við á 1. liði hjá
ÍF í mong ár.
Signar hevur víðan sjónar
ring og hevði tí eisini sum
politikari áhuga fyri øllum
samfelagsmálum,
men
serligan áhuga hevði hann
fyri skúla og mentanarmál
um. Hesi mál umsat hann í
fleiri umførum sum lands
stýrismaður.
Útbyggingin
av studenta og handilsskúla
á Kambsdali var eitt av
hansara hjartamálum. Í dag
er Signar skúlastjóri við
Skúlan
á
Ziskatrøð
í
Klaksvík.
Signar er sonur Siggu og
Jógvan Hansen í Fuglafirði.
Hann er giftur við Gunnvør
av Skipanesi, dóttir, Marin
og Andreas Skipanes. Gunn
vør og Signar eiga børnini:
Hans David, Marin og
Jógvan Andreas og umframt
ommu og abbabørn.
-red
Signar á Brúnni 65 ár
Føroysku
møtini,
sum
Malta í Hirtshals skipar fyri
í Suðurjyllandi, verða hetta
vikuskifti.
Poul Færø og Svenning
av Lofti eru aftur á ferð í
Danmark og koma at luttaka
á møtunum. Teir verða við
bæði í Esbjerg, Sønderborg
og Vejle. Hans Jákup á Lava
verður við á øllum møtun
um, og við sínum eyðkenda
guitarspæli kemur hann at
leiga felagssangin. Bjóðað
verður til hugnaliga sam
veru eftir hvørt møti, har
ein drekkamuður verður
við onkrum afturvið. Um
onkur ynskir eina samtalu
um andalig viðurskifti ella
forbøn, so eru Poul og
Svenning til reiðar at tæna
á tann hátt.
Svenning og Poul komu
til
Danmarkar
seinasta
mikudag, og longu miku
kvøldið vóru teir við til hús
møti í Horsens í Miðjyl
landi, sum føroysku hjúnini
úr Vági, Malan og Alex
andur Wilhelm, høvdu bjóð
að inn til. Alexandur sigur,
at ætlanin er at skipa fyri
regluligum føroyskum møt
um í Horsens. Tað búgva
fleiri føroyingar í Horsens
og har rundan um. Malan
og Alexandur fluttu við fam
iljuni til Horsens fyri eini
tíð síðani. Poul og Svenning
siga, at teirra ørindi eisini
er at vitja føroyingar, búsit
andi í Danmark, og vóna at
kunna vitja fleiri. Um onkur
ynskir eina vitjan av teim
um, ber til at seta seg í sam
band við okkum á Malta.
Vit heita á tykkum heima,
sum kenna føroyingar á
hesum leiðum, um at boða
teimum frá møtunum.
Til Noregs
Týsdagin 16. februar fara
teir við ferju úr Hirtshals til
Stavanger, og fara beina
leið til Karmoynna, har teir
hava møti mikukvøldið 17.
Dagin eftir gongur leiðin til
oynna Bomlø, sum ikki ligg
ur langt frá Karmoy. Har
búgva fleiri føroyingar, sum
teir hava bjóðað til møti
hóskvøldið. Fríggjakvøldið
verða teir í Hovshered, sum
liggur norðanfyri Flekke
fjord. Har koma teir at hava
møti í einum sokallaðum
Bedehus.
Leygardagin, 20. februar,
gongur leiðin úr Noregi og
aftur til Hirtshals. Sunnu
dagin, 21. februar, verða
teir til bæði møtini á Malta
í Hirtshals. Um onkur vil
vita meiri um møtini sunn
anfyri ber til at ringja á hesi
telefonnummur: 98944370
/ 30589644 / 228314 (fø.)
Skráin
fyri
møtini:
Fríggjakvøldið 12. februar
kl.19.30 í Esbjerg, Spangs
bjerg Møllevej 16c Mølle
parken, dk6715 Esbjerg N.
Í Sønderborg leygarkvøldið
13. februar kl.19.00 Miss
jonshuset, Møllegade 9 dk
6400 (breyðbróting í somu
hølum sunnumorgunin 14.
feb. kl.10). Sunnudagin 14.
februar kl.17.00 í Vejle.
Staldgaardsgade 4. dk7100
(í hølunum hjá Frelsunar
herinum,
breyðbróting
kl.16.00 í somu hølum).
Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@olivant.fo
Svenning og Poul í Danmark
Í dag, fríggjadagin 12.
februar kl. 16.00, letur ein
málingaframsýning
hjá
kvøldskúlanæmingum hjá
Arngerð Joensen upp í
Smiðjuni í Lítluvík.
Á framsýningini eru
naturalistiskir og abstrakt
ir málningar eins og
collagur.
Framsýningin
er
:
Fríggjadagin frá kl.16
18.00, leygardagin frá
kl.1418 og sunnudagin
frá kl.1418.
Framsýning
í Smiðjuni