Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-12, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. februar 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 30 · 12. februar 2010 19 VIKUSKIFTI Vel søtmeti tær dámar allarbest Jórun Klein, dietistur heIlsA lAgt tIl rættIs: Inna Törnroos Legg dent á at eta mat, ið mett ar og gevur eitt støðugt blóð­ sukur. Tað kann hjálpa tykkum at standa ímóti trongdini til søtmeti. Tað sunnasta »søtmeti« er og verður frísk frukt. Um tú etur smáar nøgdir, kanst tú eisini velja at eta tað søtmeti, ið tær dámar allarbest, óansæð hvussu sunt ella ósunt tað er – og so bara njóta tað. Við øðrum orðum – et søtmeti, tá tú etur søtmeti. Góð prei, tá tú fær hug til søtt: • Et fríska frukt – hav eina fruktskál standandi frammi • Et grønmeti, t.d. gularót – inniheldur nógvar tægrir • Et fullkornsknekkbreyð við einum tunnum lagi av hunangi • Et fullkornsbreyð við soltnum osti og einum sindri av súltitoyi • Et soltið jogurt, t.d. Cheasy, við t.d. Fibersund • Drekk ein góðan te-munn Um børnini fyrst fáa smakkin fyri tí søta, kann tað vera torført at standa ímóti, tá tey plága um okkurt søtt. Bíða við at geva børnunum søtmeti og søta saft og sodavatn til tey eru 3 ár. Tað er altíð gott at hava okkurt í bakhondini, sum kann nøkta tørvin eftir tí søta. Góð prei um alternativ til søtt til børnini: • Frukt ella grønmeti, skorið í bitar. Lat tað standi frammi, so børnini sjálv kunnu fáa sær • Eitt sindur av turkaðari frukt, t.d. abrikosur, dadlur ella banan. Sukurinnihaldið í turkaðari frukt er 6­7 ferðir størri enn í frískari frukt. Tí skulu tað vera smáar nøgdir • Alternativ til sodavatn kann t.d. vera vatn við frískum/ frystum jarðberum ella vatn við eitt sindur av djúsi Prei Halt eyga við, hvussu nógv sukur tit eta. Tað leypur skjótt upp. Ein lættur máti at halda stýr á tí er við at hava ein »søtmetisdag« um vikuna við máldum nøgdum. SíðSta ráðið frá dietiStinum, Jórun Klein, er um veiKleiKan, fleStu okkara hava – Søtmeti Mín besta uppsKrift er nýggjur teigur í Vikuskiftis Sosialinum, har lesarin kann senda okkum sína bestu uppskrift, saman við mynd av rættinum og navni á kokkinum. Øll sløg av uppskriftum eru vælkomnar, bæði bakstur, matur og drekka, men tær skulu ikki hava verið almannakunngjørdar áður. Send tína bestu uppskrift til: Sosialurin Postboks 76 FO-110 Tórshavn mrk. uppskrift Ella til post@sosialurin.fo. lAgt tIl rættIs: Inna Törnroos UppsKrIft: Súsanna Hansen Uppskriftin, sum verður prentað í blaðnum, fær gávukort á kr. 300,- frá Thomas Dam búnýti tórshavn Niels Finsensgøta 18 tel. 36 30 00 saltangará Heiðavegur 56 tel. 44 76 04 Vatnbakkilsi: 100 gr av smøri ella margarini 3 dl av vatni Eitt dism av salti 1 tesk av melis 100 gr av hveitimjøli 3 egg Fylla: 1 pk. av róma 100 gr av nougat Omaná: 8-10 turkisk pipar ½ pk. av róma 1 tesk. av flourmelis Vatnbakkilsi: Hita vatn, smør, salt og sukur í einari grýtu, til tað er flótandi. Píska mjølið í, til deiggið sleppur grýtuni. Lat kólna nakað. Rør eggini saman, og rør tey í deiggið eitt sindur í senn. Rør væl við einari grýtusleiv, so eggini verða upptikin í deigg ið sohvørt. Deiggið skal vera bleytt, men ikki flótandi. Skeiða smáar bollar á eina bakiplátu við bakipappíri. Ella brúka eina túllu, so mynstrið verður fínt. Vatnbakkilsini verða bakað í 20­25 min. við 175 stigum. Tak tey út, tá tey eru dupulta stødd og gylt á liti. Fylla: Píska róma til skúm. Smelta nougat í vatnbaði. Rør róma og nougat saman. Klipp eitt hol í hvønn bolla og sproyta fyllu í opið. Lakressós: Legg bommini í tveir frysti­ posar inni í hvørjum øðrum og knús tey við einum hamara. Hita bomm, róma og flourmelis í einari grýtu, og rør runt til alt er smeltað. Kóka við veikum hita í uml. 30 min. til sósin er tjúkk. Rør í henni av og á. Jórun Klein starvast sum dietistur á Landssjúkrahúsinum Mynd: istock photo heksabollar við nougat og lakress