Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-12, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. februar 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 30 - 12. februar 2010 19 Myndir: AWJ-Foto Hátíðarhald var á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi í Runavík sunnudagin 7. februar í sambandi við at eitt av búfólkunum, Jógvan Davidsen úr Elduvík, fylti 100 ár. Tað var familjan, Eystur- oyar Røktar-og ellisheim og Runavíkar kommuna ið skip­­aðu fyri hátíðar- haldinum. Nógv fólk nýttu høvið at heilsa up­­p­­ á Jógvan hendan dagin, bæði familja, almenn umboð, stýrislimir á heim- inum og umboð fyri bý- og bygdaráðini í Eysturoynni. Jógvan var føddur 7. februar 1910 í Haldarsvík, men flutti sum tvey ára gam- al til Elduvíkar at búgva hjá mostur síni. Í 1937 giftist Jógvan við Gerdu Jacobsen úr Thisted. Tey búsettust í Keyp­­mannahavn og fing trý børn: Dianu, Stig og Hjørdis. Gerda andaðist í 1970, og í 1983 flutti Jógv- an aftur til Elduvíkar at búgva. Í sambandi við føðingar- dagin komu fleiri í familjuni úr Danmark til at hatíðar- halda 100 ára føðingardagin saman við Jógvani. Umframt børnini eigur Jógvan eisini seks abbabørn og átta langabbabørn. - red Hátíðarhald í Runavík Hesin sangur varð yrktur av búfólkum og starvs- fólkum á røktar- og ellisheiminum í sambandi við føðingardagin. Kvøða til Jógvan 7. februar 2010 Lag: Fjallarósan.... Góði Jógvan vit tær kvøðu bera 100 ár – hvør skuldi hesum trúð komin uppá ársins hægstu tindar fáum unnist hetta – eins og tú. Tú í Haldórsvík í heim varð borin systkin trý tit taldust har í búð tó bert tvey ár vart tú har í heimi flutti so til Elduvíkar - tú. Har ið barnaskógvar vórðu slitnir trygt og fjálgt var nýggja heimi í “beiggja” fekk – hann Alfred hevur navnið gingu tit á fjøllum og í líð. Níggju ár - tá rakti sorgarbylgja misti “pápan” – stóra ábyrgd fekk Elduvík hon misti synir djarvar fimm í tali – bátur burtur gekk. Ungur tú við Íslands strendur royndi 14 ára gamal – heimanfrá baks tað var á “Suðurlandi” mangan støðugt standa vaðbeini íhjá. Hugur tín til skúlabonk so leitar leiðin hon til “TUXAM” beint so gekk har í Kongens København tú støðist lærir smiðju fakið – prógvið fekk. Tit í Valby valdi so at búgva Tú og Gerda - trúgv við tína lið børnini tey blivu trý í tali tær Diana, Hjørdis og hann Stig. Hugurin til sjógvin mundi standa hóast arbeiði á landi fekk mangan túrin mundi tú við “NAJU” yvir havið – støðugt leiðin gekk. Fimti ár í útlegd mundi vera so til Føroyar leiðan aftur gekk “gomul kerligheit” – hon ei man rusta tú í Elduvík so Elspu fekk. Hugaligt tað er at hava Jógvan her hjá okkum – júst á hesum stað mildur hann – og eisini kann skemta vit for vist, tað mangan hava sæð. Góði Jógvan, komin er at enda henda kvøða øllum okkum frá ynski vára er, at Harrin signar hvønn ein dag – Hann letur teg at fáa! nøvn Fyristøðumaðurin á ellis- og røktarheiminum Tordur Niclasen saman við Jógvani Davidsen og børnunum Dianu, Hjørdis og Stig Dótturin Diana lesur heilsanina frá drotningini Sonurin Stig sigur nøkur orð um pápan Jógvan saman við familjuni Stjórin á Almannastovuni, Petra Johnsdóttir Joensen, og borgarstjórin í Runavíkar Kommunu, Magnus Rasmussen, halda røðu