Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. februar 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 30 · 12. februar 2010 18 VIKUSKIFTI Fótbóltssvakur maður Til brævkassan Aftan á ein langan vetur eru vit mong, sum gleða okk um til summarið. Men ikki eg. Tí tað er nemmiliga gingið upp fyri mær, at heimsmeistakapping í fótbólti verður í summar. So nú veit eg, hvar klokkan hevur sligið hjá manninum! Mest sum hvørt einasta vikuskifti fer við at hyggja eftir fótbólti í sjónvarpinum, og longu nú er hann mest sum á rokinum um allan hendan fantastiska fótbóltin, sum verður í summar. Tá fer hann at sita ein heilan og holdigan mánað klistraður upp at sjónvarpinum í einari myrkalagdari stovu í bestu summartíð. Ikki bara er vónleyst hjá øðrum at fáa hendur á fjar stýraranum. Eisini máltíðir, børn, innkeyp og tiltøk skulu lagast til hansara tørv. Eg haldi tað vera órímiligt, at hann meldar seg úr øllum familjulívi hesa tíðina. Hann heldur, at tað er ein fallitterklering, um eg ikki kann undirhalda meg sjálva so frægt. Sigi eg nakað, vænti eg rok, og helst tapi eg eisini móti honum. Heldur tú, at eg bara skal lata standa til og gleða meg til at alt er yvirstaðið, ella hvat? Fótbóltseinkjan Góða fótbóltseinkjan Var eg í tínum skóm, var eg ikki bara fótbóltseinkja, men verulig einkja! (Skilti tú hasa?☺) Tú hevur valt handan mannin, og tú viðgongur, at tú helst stendur eftir sum taparin, um tú tekur stríðið upp við hann. Tí mást tú gera upp við teg sjálva, um tú tímir eitt lív, har alt bara melur um ein trillirundan leðurbólt, ella um tú kanska hevur uppiborið betri í hesum einasta lívinum, tær er unt her á fold. Velur tú at liva við honum og hansara sjónvarps­ nýtslu, noyðist tú nokk at læra at undirhalda teg sjálva allar teir góðu, ljósu frítímarnar av árinum, har tit kundu hugna tykkum saman. Og so skalt tú ikki grenja, men taka ábyrgd fyri tínum vali. So í summar er tað tín túrur eisini. Far út á bygd til familju – helst onkur, sum hava nógv at hoyggja. Tak eina vinkonu við á charterferiu. Fá tær ein elskara. Fær á summarskúla ella háskúla. Brúka summarið til okkurt stuttligt, so tú kemur aftur av feriu upplyft og fylt við góðum upplivingum – akkurát sum maðurin. Alt tað besta v. rigmor ______________________________________________ Gávur til dreingirnar Hey Rigmor Eg fari at vita, um tú kanst hjálpa mær. Næstu mánaðirnar skal eg í føðingardag hjá nøkrum dreingjum í ymiskum aldri. Eg haldi tað vera akkurát líka torført at finna upp á gávu til ein sjey ára gamlan drong sum til ein 13 ára gamlan. Tað býður mær nógv ímóti at geva telduspøl og tílíkt til børn, sum eiga fleiri hundrað spøl frammanundan, og so er tað so ópersónligt. Hevur tú nøkur hugskot. Helena Góða Helena Ókey – her eru nøkur hugskot til ymsar aldursbólkar: Hvalatonn í leðurhálsbandi. Rannsóknaramboð, so sum sjóneyku, pinsett, kumpass, globus ella lummalykt. Spann og glúp. Skaffigreiðir til tjalding. Fótbóltsplakat. Ein góðan dispensara til klistriband við fleiri rullum til. Eitt Illustreret Videnskab og ein pakka av nekarakyssum. Pengakistu við lási á. Bøkur við góðum litmyndum og teksti, til dømis um Titanic, pyramidurnar, Pompeji, svarta deyða, rúmdina, fótbólt, riddarar, skriðdjór ella heimsmet. Knappar til føroysk klæðir (so verður mamm­ an glað). Gávukort til biograf. Limaskap í fanklubba. Ella hvat við at telgja honum eitt flott svørð? v. rigmor ______________________________________________ Børn við í veitslu – enn einaferð Góða Rigmor Sá, at tú í einum av undanfarnu brævkassum svaraði einum lesara, at tað var beinleiðis ófólkaligt at hava børn við til høvi, har tey ikki vórðu bjóðað. Nú er tað soleiðis, at maður mín og eg búgva uttan­ lands og hava tí ikki familjuna nær við. Tí hava vit ikki altíð so lætt við at fáa barnagentu til okkara 2 ára gomlu dóttir. Tá vit bæði eru bjóðað út, taka vit ofta dótrina við – hóast hon ikki er bjóðað. Alternativið er, at annar okkara situr eftir heima, og onkuntíð vilja vit altso bæði sleppa út saman. Men hvat heldur tú? Til dømis eru vit bjóðað til ein 30 ára føðingardag hjá einum góðum felags vini í næstum. Dótti rin er ikki bjóðað við. Hvat sigur tú? Skulu vit (ella annar okkara) setast aftur, ella skulu vit vera – sum tú sjálv sigur – ófólkalig og taka hana við, hóast hon ikki er bjóðað. Vinarliga ein mamma Góða »mamma« Tað er fantastiskt at fáa børn. Men tað setir eisini sínar avmarkingar í mun til frælsu, barnleysu tilveruna, har alt bar til. Góðtekur tú hesar avmarkingar, verður foreldraskapið so nógv lættari. Eg haldi, at tit líka so gott kunnu venja tykkum við at skiftast um at fara út fyrst sum síðst. Og vilja tit út saman, kunnu tit biðja eina barnagentu tær ferðirnar. Hava tit onga familju har tit búgva, kunnu tit kanska alliera tykkum við vinfólk, sum eisini eiga børn. Eisini eru studentar og onnur ung, sum bjóða seg fram. Vit eiga at virða treytirnar, um vit taka av einari innbjóðing. Tað er at seta vertin í forleyginheit at koma við barni, tá børn ikki eru boðin við. So í prinsippinum haldi eg, at tit mugu skaffa eina barnagentu ella noyðast við, at annar fer avstað. Men sting líka fingurin í jørðina. Er talan um eitt gallatiltak við høgum kuvertprísi ella ein óformellan sjokolátaføðingardag? Har er stórur munur á. Eisini er stórur munur á, um tit koma við einum pinkubarni, sum dettur av í vogninum ella einum kamari, og størri børnum, sum forstýra tey, sum hava glett og pyntað seg, avsett síni børn og skonkt sær upp í glasið. Gott fornøjilsi. v. rigmor Tríbarnamamma, kona, lærari, journalistur og redaktørur á lívsstílsblaðnum Rákið svarar spurningum til brævkassan SpyrSt So livSt Redaktiónin loyvir sær at velja og vraka millum innsendu spurningarnar Hevur tú brúk fyri einum góðum ráði, so send spurningin til: Sosialurin SpyrSt So livSt postboks 76 Fo-100 tórshavn ella teldupost til rigmor@sosialurin.fo RigmoR Dam Fýra ungar gentur hava verið í Latínamerika og ferðast. Tað er djarvt gjørt, og til alla lukku komu tær aftur í øllum góðum. Tær greiða frá ferðini í einum av bløðunum og koma eitt sindur inn á klassamun og fátækt í summum av londunum, sum tær vitjaðu. Til dømis siga tær, at tær hava verið úti fyri, at fólk »vildu gagnnýta sær« av teimum.... Hvat man hetta vera, hugsar tann bilsni lesarin. Hann óttast, at okkurt ótýggi hevur gjørt seg inn á genturnar, og kanska hevur beistið ætlað okkurt sexuelt....? Men so er ikki. Tað, sum er hent, er bara tað, at genturnar, sum vóru slopnar undan øllum vandum í tí fjarskotna Latínamerika, vóru so óheldigar, tá ið tær aftur vóru í føðilandinum, at tær duttu í eina óbrúkiliga orðabók. Tær vóru bidnar um at skriva okkurt um hesa minniligu ferðina, og so fingu tær brúk fyri at siga, at okkurt olmussudýrið »vildi útnytta tær«, tí tær sóu út til at hava pengar. Tær gera so ta dáragerð at fara at kaga í orðabókina, og har finna tær út av, at »udnytte« kann eita »gagnnýta« (einki eitur at gagnnýta sær). Men hatta undarliga orðið kann ikki brúkast her. Vit kunnu kanska gagnnýta toskarhøvdini í Lorvík, so tey ikki fara til spillis. Men hjá hesum gentunum var talan um at útnytta, snýta, bedraga. Tær kundu eisini sagt, at tær høvdu varhugan av, at onkur fátækur hevði hug til at benytta sær av teimum. Men til alla harrans lukku brúktu tær ikki tað neyðarsliga »gera sær dælt av«, sum nú verður trokað inn (MT) Um at útnytta verða komm føroysk ð punktum Málstrikan MÁLFELAGIÐ ð