Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. februar 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 30 - 12. februar 2010 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Juleif Jacobsen, Tórshavn, andaðist á Lágargarði hósmorgunin, 83 ára gamal. Bønarhald verður á Lágargarði mánadagin kl.17. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni týsdagin kl. 13.00 Kistan við Gesti Tórsberg Olsen kemur í Hósvíkar kirkju fríggjakvøldið klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Hósvíkar kirkju leygardagin klokkan 13. Anna Sofía Jacobsen, Vestmanna, vanliga nevnd Fía í Skálum, andaðist á landssjúkrahúsinum týs­ kvøldið, 91 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Vest­ manna kirkju leygardagin kl. 14. Tey, sum ynskja at lata blómur ella krans, kunna í staðin lata Vestmanna Missiónshúsi eina gávu, konta í Eik banka. Carol Petersen, Froðba, andaðist týsdagin, 53 ára gomul. Kistan við Sonju Jungehag í Vági fer úr kapellinum á Suðuroyar Sjúkrahúsi fríggjakvøldið klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Bethel leygardagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Sonju, kunnu lata Trúðboð­ arunum eina gávu, konta í Suðuroyar Sparikassa. Súsanna Maria Danielsen, búsitandi í Havn og ættað úr Hvalvík, andaðist á Landssjúkrahúsinum týsdagin, 99 ára gomul. Jarðarferðin verður leygar­ dagin kl. 13.00 úr Havnar kirkju. Hjørdis Mellemgaard, Høje Taastrup, ættað úr Miðvági, fer til gravar úr Miðvágs kirkju týsdagin 16. februar kl. 13.00. Tey, ið vilja minnast Hjørdis, kunnu lata krabbameinsfelagnum eina gávu, konta í peningastovnunum. Andlát og jarðarferðir Mánadagin 15. februar verður Maria Jacobsen á Langanesi, á Glyvrum, 70 ár. Maria er dóttir Jakku og Agnas Olsen í Søldarfirði. Av tí at mamma hennara ikki livdi so væl, fór hon, sum eitt ára gomul, til fastrina Oluffu í Klova í Søldarfirði at vera og var har, inntil hon var 14 ár. Sum 15 ára gomul fór hon til Klaksvíkar at tæna. Sum 18 ára gomul fór hon at arbeiða á turkihúsinum hjá Kjølbro á Skála og sigldi við arbeiðsmonnunum úr Søldarfirði yvir um fjørðin. Sum 20 ára gomul byrjaði hon á bakarínum hjá Anton í Heiðunum, og har var hon, inntil hon giftist Klæmint Jacobsen á Glyvrum. Klæmint er sonur Napoleon og Suffíu á Langanesi. Maria og Klæmint eiga 5 synir og 8 ommu­ og abbabørn. Maria sat í skúlanevndini fyri Runavíkar Kommunu­ skúla í 21 ár, frá 1980­2001, harav 18 ár sum formaður. Eisini hevur hon verið fast­ ur limur í Løgtingsvalnevnd­ ini fyri Eysturoyar Valdømi síðani 1997 og limur í Nevn­ ingagrundlistanevndini fyri Eysturoyar Sýslu, harav tey seinastu sjey árini sum for­ maður. Fyrst í 80­unum tóku Martin í Grund og Maria Jacobsen stig til at fáa ein minnisvarða reistan í Søld­ arfirði. Hesin varð reistur í 1983. Martin var formaður og Maria næstformaður. Í 1986 varð hon vald í fyrstu nevndina hjá bygdasavnin­ um FORNA á Glyvrum, og síðani 1989 hevur hon verið formaður í FORNA. Maria var eisini ein av stigtakarun­ um til blaðið “Keraldið”, sum kom út, fyrstu ferð í 1996. Serliga hevur ættargransk­ ing fylt nógv seinnu árini hjá Mariu. Síðani 1984 hev­ ur hon undirvíst í ættar­ gransking á Glyvrum, Toft­ um, Eiði og Fuglafirði. Hon var eisini ein av stigtakarun­ um til ættargrannskingarfel­ agið Ættarbandið, sum sá dagsins ljós síðst í 90­ unum. Hon hevur verið formaður øll árini. Umframt at vera virkin sum fyrilestrarhaldari, und­ irvísari og savnsleiðari, hev­ ur hon skrivað søgur og yrk­ ingar í “Mín jólabók” og siðsøguligar greinar í “Ker­ aldið”, “Varðin” og ”Birt­ ing”. Úr norskum hevur Maria umsett bókina,” Í Tøkum Tíma”, eftir Lars Rustbøle, og hon hevur skrivað bókina “Eingilin hjá Snorra”, sum er stutt­ søgur fyri børn. Maria Jacobsen 70 ár Føðingar 24. januar fingu Sunneva Hammer og Kristian Stórhamar, Trongisvágur, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3740 gr. 3. februar fingu Elin Dam Dahl og Johannes Mouritsen, Norðskáli, ein son. Hann var 50 cm langur og vigaði 2850 gr. 4. februar fingu Arnóra Bech Petersen, Porkeri og Ellindur Grástein, Fámjin, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 3070 gr. 4. februar fingu Dagny M. Hellisdal og Heini V. Olsen, Argir, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3350 gr. 6. februar fingu Evi L. Mouritsen og Dávur Traber, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3450 gr. 6. februar fingu Birita Káradóttur Nielsen og Klæmint Matras, Tórshavn, ein son. Hann var 57 cm langur og vigaði 4000 gr. 7. februar fingu Lisbeth Laursen og Bárður Michelsen, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3750 gr. 7. februar fingu Anna Maria og Pætur Hentze, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3150 gr. 8. februar fingu Laura Therkildsen og Bogi Dam Jacobsen, Argir, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3950 gr. 8. februar fingu Elly Lind Jóanesarson, Runavík, og Magnus H. Olsen, Skálavík, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3690 gr. 9. februar fingu Esther og Flóvin av Fløtum Jespersen, Argir, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3700 gr. 10. februar fingu Ann Julin og Hans Anders Jacobsen, Nes, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3850 gr. 10. februar fingu Susan og Svend Ingi Krosstein, Tórshavn, ein son. Hann var 57 cm langur og vigaði 4600 gr. 11. februar fingu Eva og Jákup Klein, Miðvágur, ein son. Hann var 54 cm la ngur og vigaði 4350 gr. Dagurin 12. februar. Eulalia, deyð umleið ár 300. Ung genta í Barcelona í Spaniu, sum varð pínd og myrd fyri trúar sakir. Er verndarhalgimenni hjá býnum Barcelona. Navnið er grikst og merkir tann væltalandi. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Prógv 29 januar 2010 tók Bjarni Wardum prógv sum Cand Med. frá Københavns Universitet. Merkisdagar 50 ára føðingardagur 18. feb. verður Símun Poulsen, Bøgøta 15, Klaksvík, 50 ár. Dag­ urin verður hildin leygardagin 20. feb í Skálanum frá kl. 17, har øll eru hjartaliga vælkomin. Tey í vilja gleða Símun við at koma í føðingardag, kunnu siga frá á tlf. 221265 ella 220109 innan 14. feb. 70 ára føðingardagur Mánadagin 15. feb. verður Maria Jacobsen á Langanesi, á Glyvrum, 70 ár. Dagurin verður hildin á Sjókafeini leygardagin 13. feb. kl. 18.30. 75 ára føðingardagur Fríggjadagin 12. feb. verður Arni Johannesen, Tórshavn, 75 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 13. feb. millum kl. 11­16 hjá soninum í Faksagøta 5 á Norðasta Horni. 80 ára føðingardagur 28. feb. verður Hildigarð Nattestad, Hvalba, 80 ár. Dagurin verður hildin 20. feb. í gistingarhúsinum í Øravík, kl. 18, har øll eru hjartaliga vælkomin. 80 ára føðingardagur 1. mars fyllur Henning Mortensen, Argjavegur 40, Argir, 80 ár. Dagurin verður hildin sunnudagin 28. feb. í AB­húsinum frá kl. 17. 90 ára føðingardagur Leygardagin 13. feb. fyllir Eivind Gudmundsen, Sandavágur, 90 ár. Dagurin verður hildin í SÍF­húsinum frá kl. 16 til 21. Øll eru hjartaliga vælkomin. Gullbrúdleyp Hósdagin 4. feb. hava Oda og Árni Frederiksberg, á Strondum, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin fíggjakvøldið 19. feb. frá kl. 18 í Kelduni í Skálafirði. Gullbrúdleyp Sunnudagin 28. feb. hava Oddvør og Kornelius Johannesen við Gjógv gullbrúðleyp. Dagurin verður hildin í Bygdarhúsinum við Gjógv leygardagin 27. feb. frá kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. Diamantbrúdleyp Fríggjadagin 12. feb. hava Hanna og Eirik Justinussen, Leirvík, diamantbrúdleyp. Dagurin verður hildin hjá dóttrini á Dalavegi 40, Tórshavn, millum kl. 14 og 18.