fríggjadagur 12. februar 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 30 · 12. februar 2010
17
VIKUSKIFTI
Á Tekniska skúla eru tey í grýlulag.
Flokkurin, ið útbúgvir seg til make-
up-arTisTar og stylistar hevur
»FanTasy« Á tímatalvuni, og skiFtast
tær um at gera hvørja aðra til
Flottar, glitrandi grýlur.
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
myndIr: Jens Kristian Vang
Fantasifullar
GRÝLUR
Sunneva Thorsteinsson er meir enn nøgd við næmingarnar.
– Minst til at hetta er fyrstu ferð tær hava »Fantasy«-make-up, sigur hon.
Sonja í Hoyvík hevur nýtt blondir til tess
at fáa flotta, svarta, silvurmynstrið á
kjálkanum hjá Elin Winther Holm. Grønu
fjaðrarnir gera prikkin yvir i'num.
Anna Marie Hentze hevur
fingið íblástur til sínar
litir frá eini mynd, hon
hevur funnið á netinum.
Perlurnar, sum hon hevur
klistrað á kjálkan hjá
Honnu Clementen, hevur
hon keypt í ítrivshandli.
Helena Madsen
hevur gjørt
fuglalíku sminkuna
hjá Kristinu G.
Jacobsen. Kristina
gremur seg eitt
sindur um, at
hon onki sær fyri
teimum longu,
eyka vippunum.
Guðrun Magnussen
hevur ein ljósareyðan
parykk við til
sína modell, Eivi
Bistopstø, og
ger allar hinar
øvundsjúkar.
– Mær dámar væl
at nýta nógvar
litir, sigur hon.
Barbara Rasmussen
stríðist fyri at náa
deadline. Modellin
Oddvør Vang gerst
tó liðug og hevur eitt
flott, øðrvísi »look«
við myrkum eygum
og hvítum andlitið.