fríggjadagur 12. februar 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 30 - 12. februar 2010
17
Eg vil við hesum gera vart
við, at eg stilli upp til
umboðsráðið hjá P/F
Tryggingarfelagið Føroyar.
Um tú hevur trygging
tína í P/F Tryggingar
felagið Føroyar, ert tú
eisini limur við atkvøðu
rætti. Eg fari at heita á teg
at geva mær atkvøðu tína á
valinum í februar 2010.
Limirnir í felagnum
velja 23 umboðsfólk, av og
millum limirnar í felagn
um, at taka avgerð limanna
vegna á aðalfundi, sum
síðani eisini velur nevnd
felagsins.
Brúkarin skal til eina og
hvørja tíð kenna, at hann er
ein týðandi partur av einari
virknari tryggingar og
íløgufyritøku. Tað fari eg
sum umboðsráðslimur at
leggja dent á í framtíðini.
Umframt hetta, so er
vitandi, at ætlanir leingi
hava verið um nýbygning í
Klaksvík. Ein bygning til
umsiting, goymslu og íbúð
til endurhýsing. Ein
fyritøka, sum liggur í
einum øki, hiðani stórur
partur av samlaðu
tryggingarpengunum
koma, bæði vinnuliga og
privat, eigur at gera eina
sjónliga íløgu, sum gagnar
brúkaranum. Grundøkið í
miðbýnum liggur klárt, tó
er hol enn ikki sett á
verkætlanina.
Bið um atkvøðuseðil hjá
P/F Tryggingarfelagið
Føroyar ella send mær
navn, bústað og føðingar
dag tín, so skal eg útvega
tær atkvøðuseðilin.
Við vón um tína atkvøðu
til umboðsráðið.
Tín atkvøða telur
hjarta@kallnet.fo
Tóra við
Keldu
Seinastu tíðina hava for
eldur at børnum við ser
ligum tørvi verið í fjøl
miðlum og kært sína neyð.
Almannastovan hevur
boðað teimum frá, at barn
teirra ikki sleppur at halda
fram á serstovni í Dan
mark. Tískil skulu børnini
flyta aftur til Føroya. Men
trupulleikin er, at børnini
fóru á serstovn í Danmark,
tí eingi menningartilboð
vóru til tey í Føroyum.
»Vit vera noydd at flyta
av landinum«. Soleiðis
tóku foreldrini hjá einum
21 ára gomlum dreingi við
Asbergersyndromi til í
sendingini »Skannarin« hjá
kringvarpinum 11. jan.
2010. Familjan var komin í
eina trupla støðu, eftir at
sonur teirra ikki slapp at
halda fram á donskum ser
skúla, tí Almannastovan
vildi ikki gjalda fyri skúla
gongdina.
Hetta hevði við sær, at
drongurin noyddist at flyta
aftur til Føroya, men
trupul leikin er, at tað eru
ongi menningartilboð til
hann í Føroyum. Í ringasta
føri vera tey noydd at rýma
av landinum fyri at sonurin
kann fáa tey menningar
tilboð, hann hevur brúk
fyri.
Er tað so galið, at Al
mannastovan skal taka
kvørkratak um møgu
leikarnar at mennast hjá
hesum 21 ára gamla
drongi? Eitt er, at hann ikki
fær loyvi at halda fram á
serskúla í Danmark. Men
trupulleikin er, at drong
urin ikki fær neyðugu
menningartilboðini í Før
oyum. Tí er tað ikki løgið,
at familjan umhugsar at
flyta av landinum.
Í tíðindaskrivi 3, 2009,
við heitinum »rættingar til
skriving um ung á stovni í
Danmark«, sum kann
lesast á heimasíðuni hjá
Almannastovuni, stendur
millum annað at lesa um
tilboð til børn og ung við
serligum tørvi, at »eitt
danskt viðgerðar/skúla
tilboð er og verður tí altíð
ein neyðloysn«.
Alt gott um tað. Sjálv
andi hevði verið best at
havt tilboð til børn og ung
við serligum tørvi í einum
tryggum og heimligum
umhvørvi, har viðkomandi
ikki nýttist at tillaga seg til
annað mál og aðra mentan.
Trupulleikin er bara, at tað
eru fá viðgerðar/skúla
tilboð til børn og ung við
serligum tørvi í Føroyum.
Hvat skal henda við teim
um, sum ikki kunnu fáa
neyðugu viðgerðar/
skúlatilboð í Føroyum?
Hava tey ikki brúk fyri eini
neyðloysn frá Al manna
stovuni?
Sum støðan er nú, setur
Almannastovan hesi for
eldur í ringa støðu. Skal
barnið við serligum tørvi
fáa neyðugu menn
ingartilboðini, so mugu
hesar familjur flyta av
landinum. Tað er av sonn
um ein neyðloysn, sum als
ikki sømir seg fyri Al
manna stovuna.
Eg sá fyri nøkrum døgum
síðani, at bispur er komin
við koyrireglum fyri
prestar, sum ikki gifta
uppaftur. Eg dugi bara ikki
at síggja, at hetta skal vera
nakað nýtt, tí mær kunn
ugt, so hevur hetta veri
brúkt leingi. Eg vóni ikki
at tað næsta, sum kemur
frá kirkjuna, at nú eru
koyri reglar fyri prestar,
sum ikki vilja hava altar
tænastu saman við
kvinnuligum prestum.
Eg meini at tað eru
onnur meira týðandi ting,
enn gamlir koyrireglar,
sum kirkjan kundi brúkt
kreftir upp á. Tí kirkjan
kemur at møta øðrum
avbjóðingum, sum ein
heldur átti at tiki upp til
viðgerðar. Kirkjulig vígsla
av samkyntum kundi veri
eitt mál, sum kirkjan tók
upp til viðgerðar og havt
eina meining um. Tí sam
kynt kunnu longu nú gifta
seg borgarliga nógvastaðni,
samstundis sum kirkjulig
vígsla av samkyntum antin
er væl á veg ella komin
upp á pláss aðrastaðni.
Tí kemur spurningurin
um vígslu av samkyntum,
at gerast nakað samfelagi
og kirkjan mugu taka støðu
til. Føroyska kirkjan átti tí
at tiki spurningin upp til
viðgerðar, so ein var fyri
reikaðaður tá ið máli
kemur á borði. Tí tað
nyttar ikki at stinga høvdi í
sandin, so at henda av
bjóðingin blívur burtur.
Søgan vísur at er tú fyri
reikaður upp á tað, sum
koma skal, so stendur tú
sterkari tá ið tað kemur.
Føroyska fólki er eitt væl
útbúgvi og upplýst fólk,
sum ikki tekur nakað fyri
góða vøru, bara tí kirkjan
og prestar siga tað. Kirkjan
má sakliga grundgeva fyri
tí, sum kirkjurnar læra
byggjur á. Bíblian hevur
ikki sama trúvirði millum
fólk, sum hon hevði fyrr, tá
ið hon meira ella minni
bleiv tikin bókstaviligani.
Tí vera grundgevingar
sum, at tað stendur í Guðs
Orði, at homosexualitetur
er synd vera ikki góðtiknar.
Hví er kærleikin millum
tvey tað einasta rætta? Hví
er kærleikin millum tvær
ella tveir synd? Hesir
spurn ingar koma at møta
kirkjuni fyrr ella seinni, so
tað skilabesta er at taka teir
upp til viðgerðar beinan
vegin. Hvat meinar kirkj
an? Hvussu grundgevur
kirkjan fyri sínari støðu, tá
ið tann tíð kemur at
grundgevast má? Hvat skal
kirkjan gera tá ið politiski
mynduleikin krevur at
kirkjan skal víga samkynt?
Tann, sum er klárur til tað,
ið koma skal, stendur sum
sagt sterkari.
Kirkjulig vígsla av samkyndum
– spurningur um tíð?
guðfrøðingur
FríðleiF
lydersen
Alternativið er at flyta av landinum
ólavur
Hansen
viðmerkingar
Hjúnaskilnaður – ella
til deyðin ger skilnað
tykkara millum
Tá ið eg hoyrdi sam
røðuna við Derhard
Olsen, prest, og svarið
uppá spurningin um
endurgiftu, samstundis
sum hann segði frá, hvat
ið hann annars ætlaði at brúka kirkjuna til, undraðist eg
stórliga.
Nú vit hava fingið eina føroyska kirkju, skuldi tað verið
eyðsæð, at tað var ein felags lóg fyri allar prestar. Í staðin
er tað soleiðis vorðið, at ein næstan noyðist at spyrja, hvar
presturin hevur fingið sína útbúgving. Dópurin er komin
niður á eitt sunnudagsskúlastøðið og altargongdin á sama
hátt.
6. mai 1999 skrivaði eg langa grein um hetta evni í
Dimmalætting. Tað er somikið langt síðan, at eg fari at
loyva mær at endurgeva brot úr hesum skrivi.
Fyri mongum árum síðani keypti eg mær tvær bøk ur,
onnur eitur »Ingeborg Appel og Askov« og hin eitur
»Jacob Appel«. En mand og hans arv«. Hesi bæði vóru
hjún og fyristøðufólk á Askov háskúla. Eitt fyri mynd ar ligt
par, bæði gudrøkin og arbeiðssom. Dóttir teirra Margrethe
Christiansen hevur skrivað bøkurnar út frá brøvunum,
mamman og pápin høvdu skrivað hvørt til annan. Meðan
Jacob Appel var stjóri á Sakov háskúla, var hann í
tveimum førum minstari, fyrru ferð frá 19101913 og
seinna ferðina frá 19201924. Hann var fyrst menta mála
ráðharri, men í 1922 er hann eisini kirkjumála ráð harri.
Meðan Jacob Appel var í Keyp mannahavn, var Ingeborg
stjóri á Askov háskúla. Jacob kundi við góðari samvitsku
røkja starv sítt í ministeri inum, tí hann átti eina góða
konu, eina megnar kvinnu. Tey vóru inniliga nær knýtt
hvør at øðrum og skrivaðu hvørt kvøld brøv til hvønn
annan og søgdu frá, hvat ið teimum hevði verið fyri
gjøgnum dagin.
14. september 1921 var hjúnalagslógin fyri. Kirkju mála
ráðharrin tá var J.C. Jacob skrivar tá til Inge borg: »Jeg er
også imod, at skilsmisse gøres for vanske lig. Man er så
ivrig efter at beskytte ægteskabet, at man glemmer, at det er
en lykke, at der kan ske en opløsning af en forbindelse, som
er en forbandelse« Um J.C. er annars ein nokk so góð
lýsing: J.C. var det mest be skedne og personlige uegen
nyttigeste menn eske man kunne tænke sig. Men magt ville
han fordi han var sikker på, at det, som hann ville, var også
det, Vorherre ville. J.C. framdi eisini kirkjuráðslógina 1922.
Um mammu sína og hjúnalagslógina greiðir Mar grethe
soleiðis frá: »Hun lærte os uden ord, at ægte skabsmening
er, at de to skal hjælpe hinanden til at opfylde det, som var
Guds mening med dem. Det mente hun vel også om
forældrenes opgave overfor deres børn. Hvordan det
skulle gøres, spekulerede hun derimod ikke på, det skete
jo ved, at man tog børnene ind i alt, som var det vigtig este
for en selv. P.A. Fenger havde i sin bryllupstale til hendes
forældre brugt ordet fra Gal. 6: »Bærer hver andres byrder
og opfylder så ledes Kristi lov«. Mor oplev ede både sine
forældres og i sit eget ægteskab, at dette er en grundlov i
et kristent ægteskab, som kan bære og holde. Da der i
1912 skulle udformes et nyt ægte skabs ritual, henvendte
mor sig gennem Far til biskop P. Madsen og spurgte, om
dette ord ikke kunde indføres der, og P. Madse talte
personligt med Mor om det. Nu står der »Bærer hver
andres byrder« som et nøgleord i ritualet forenet med
ordene fra Kol. 3, som slutter således. »Og over alt dette
skal i iføre Jer kærligheden, som er det fuld komne bånd«.
Det er noget andet end ordene fra ritualet fra 1987. »I
hustruer underordner Jer med Jeres mænd» Jacob Appel
gjørdist kirkjumálaráðharri 1922, tá var bispaval, og 5
biskuppar skuldu veljast. Út frá brøvunum kunnu vit lesa,
at eisini har hava verið ymiskir trupul leikar. Hann skrivar
millum annað: »Indre Mission vil nu lade slå på den store
tromme m.h. bispevalget: »Det er stadig galt med Indre
Mission« ella »En fløj af Indre Mission med Pastor Moe i
spidsen mener, at de kan få mig dømt ved rigsretten.
Jacob Appel varð tó ikki koyrdur frá.
Her kunnu vit lesa, at til ber at broyta brúd leyps ritualið
uttan nakað hóvasták. Hví so ikki finna eitt felags stev í
Føroyum? Um eg hevði rátt fyri borgum skuldi vígslu
ritualið verið sera einkult. Prestar skuldu spurt, elska tit
hvønn annan? biðji fyri teimum, at hjúnabandið mátti
eydnast og vælsignað tey. At prestur ikki skal kunna signa
tey, uttan at tey lova at halda saman alt lívið, er púra
burtur við. Har eri eg heilt samd við Jacob Appel. At gera
eina lóg um at elska hvønn annan, ber ikki til. Vit ið vórðu
eydnusom í okkara hjúnalagi, kunnu takka Gudi, uttan at
leggja fót fyri onnur.
nicolina
Jensen Beder