fríggjadagur 12. februar 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 30 · 12. februar 2010
16
VIKUSKIFTI
um man var blivin eitt sindur bríndur.
Man krevur at koma út millum fólk
beinanvegin, og ikki seta seg inn at
kúra.
Eins og frammanundan vóru nógv
fólk, ið vístu samkenslu í stóru sorgini.
Serliga minnist Sólvit ein teirra, sum
ringdi til sín – Levi Joensen úr Klaksvík,
og sum tá hevði sítt andaliga virksemi í
Hirtshals. Teir vóru javngamlir, høvdu
siglt saman sum skipari og stýrimaður,
og vóru tí góðir vinir.
– Tá Kristian var deyður, ringdi hann
til mín úr Danmark. Hann segði m.a.
við meg, at hann visti so lítið at siga
við meg í eini slíkari støðu. »Men eitt
skal eg siga tær, Sólvit«, segði Levi, og
siteraði so úr Bíbliuni, har Jesus sigur:
»Tað, sum Eg geri, skilir tú ikki nú; men
tú fert at skilja tað seinnih (Jóhs. evang.
13,7, blðm.).
– Hóast eingin okkara skilti, hví
hetta skuldi henda okkum, so gjørdu
hesi orðini mær gott, staðfestir Sólvit.
Ein sunnudag eftir jarðarferðina
var Sólvit í kirkju, og tá var prestur og
prædikaði. Hann veit ikki, um hetta var
prædikuteksturin til henda sunnudagin
ella um prestur sjálvur hevði valt
tekst in. Prestur segði í øllum førum í
prædikuni eini onnur orð, sum Sólvit
enn minnist, nevniliga, at tá aksini eru
búgvin, tá verða tey skorin, annaðhvørt
tey eru ung ella eldri.
– Eg skilti tá henda tekstin betri. Tað
ljóðaði sum um prestur hevði valt hesi
orðini júst til mín!
Eins og fyrru ferðina visti Sólvit,
hvat best var at gera eftir slíkan miss.
Hann vildi koma víðari, hóast óvanligu
og ógvusligu hendingarnar sum honum
høvdu verið fyri. Hann fór tí rættiliga
skjótt á staðið, har hann so mangan
hevði verið áður – úti í Støð á Sandi.
– Har koma nógvir av mínum javn
líkum, og vit hava altíð tosað saman
um alt. Her tosa vit ikki bert um sorg
og sakn, men um tað sum vit eru vanir
við. Eg haldi, at hetta var tað besta hjá
mær, fyri at vinna meg aftur, slær Sólvit
fast.
Sólvit í minningarorðum um Kristian:
– Kristian var blíður við øll, og við tað at eingi børn
vóru í grannalagnum, so áttu øll hann, og hann
kallaði øll fyri ommur og abbar. Hann hevði fast
pláss niðan fyri húsini hjá Borghild ommuni, har tað
var ógvuliga áhugavert at síggja, hvussu væl hann
fylgdi við øllum. Hann kendi teir flestu bilarnar,
og tað var ikki tað menniskja ið kom forbí hann, ið
ikki steðgaði at tosa við henda fitta og skilagóða
drongin.
– Hann var ramligur, ansaði væl eftir hvat ið bleiv
sagt og royndi at taka uppaftur, t.d. ein dagin eg
kom norður eftir vegnum, omman, mamman og lítli
Kristian stákaðust í garðinum hjá teimum. tá ið
hann sá meg, lenaði hann seg niður á garðin og helt
fyri: »Ja, so tavagud er hettar abbin!«.
– Kristian dámdi væl at geva ommuni og mammuni
blomstur, og allur vøkstur var vakur í hansara
eygum: sýrulokkar vóru vakrir, og eplastelkarnir
í garðinum skuldu ikki blakast burtur, tí tað vóru
vøkur blomstur.
– men brúka vit vit og skil, so vita vit, hvussu gott
hesin lítli eingilin hevur tað í sínum rætta heimi.
Tað var tungt hjá tykkum, ítróttarfelagar,
skúlafelagar og aðrir vinir, at Ólavur so
knappliga bleiv tikin burtur. Hjálpi tykkum Gud at
føra bæði gaman og álvara víðari. Og tú, stakkals
ungdómur sum kom fyri ta tungu lagnu at koyra á
Ólav. Tú fært somu heilsan sum hini
mynd: jens kristian vang
Kristian hevði verið sjúkur av epilepsi, men eftir viðgerð hjá Ulriku Steuerwald,
lækna á Landssjúkrahúsinum gjørdist hann frískur. Ikki langa tíð eftir
hetta doyði Kristian, tá hann datt niður í eina brunnin á myndini