fríggjadagur 12. februar 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 30 - 12. februar 2010
viðmerkingar
Undir kalda krígnum settu
ávísir politikarar loyniliga
okkara land og fólk í veð
fyri fíggjarligan stuðul,
soleiðis at vælferðar sam
felagið Føroyar kundi
byggj ast upp frá lítlum og
ongum til eitt støðið, sum á
mongum økjum kundi
samanlíknast við støðið í
øðrum Norðurlondum.
Kommunistaforskrekkilsið
dreiv verkið, og hildið
varð, at eitt útbygt væl
ferðarsamfelag vildi verða
besta verjan móti vinstra
hallum spírum, sum við
fótafesti í oyggjalandinum
við tíðini uttan vælferð
kundu fáa fólksins undir
tøku og fara at loyva russ
um sømdir, sum m.a.
kundu opna føroyska hav
og luftrúmið fyri russisk
um aktivitetum soleiðis, at
hol gjørdust í vestur
lendska verjugarðinum.
Soleiðis kalkulerðu
vestur lendskir politikarar
tá og samráddust loyniliga
við nakrar útvaldar før
oyskar landspolitikarar út
frá hesu fatan. Føroysku
politikararnir ið eisini
loyniliga góðtóku ætlanina
um at plasera Føroyar í
verju og hernaðarand
glettinum móti russum
fingu á tann hátt og tað
hevði ikki ongan týdning
samstundis styrkt teirra
egnu politisku støðu: tí teir
fingu – fullan valuta fyri at
góðtaka loyndarmálið, sum
fyri flest øll onnur tí onki
mál var og teir kundu
sum loynivinir styrkja
polit iska sambandið við
sera gávumildar og polit
iskt rættvísar danskar
brøðraflokkar, samstundis
sum teir megnaðu at økja
stríðið móti teimum so
kallaðu kommunistin
filtrerandi friðarelskandi
tjóðveldis , loysingar fólk
unum og annars friðar
fólkum sum heild – og
samstundis sum teir kundi
vísa á egnan politiskan
dugnaskap við m.a. at
skaffa neyðugan peningin
til vega til útbygging av
infrastrukturin, byggja eitt
gott almanna og heilsu
verk, eitt gott skúla og eitt
tíðarhóskandi sjúkrahús
verk, stovnseta 60mill.
grunnin, realkreditstovnin,
og skaffa fólkapensiónina.
Sannir politiskir ganda
kallar fullir av góðum
hugsjónum og idealismu,
sum við góðum politiskum
arbeiði kundi náa høg um
politiskum tindum og ikki
– sum tjóðveldisfólk,
loysingarmenn og annað
vinstrasinnað og/ella
komm unistiskt pakk, sum
bert framdi undirgravandi
virksemi. Nei teir framdu
slóðbrótandi politiskt
arbeiði og ikki 5kolonno
líknandi politiskt virksemi,
sum hinir kanska longu
gjørdu ella, ið hvussu er,
ætlaðu at fremja. Vanlig
fólk høvdu – av góðum
grundum – ongan møgu
leika fyri at gjøgnumskoða
lygnirnar og komplottið.
Politiskir ljóskastarar
skuldu til fyri at avdúka,
hvørjir vóru Føroya fólks
sonnu vinir og verjar, og
hvørjir í loyndum seldu
bæði land og fólk til krígs
harrar úr ymsum fremm
andum londum. Men
ljóskastararnir vóru myrka
lagdir og allar lanterna
sløktar.
Men Guð ske lov og
takk, er lukkan ofta betri
enn forstandurin, og so
eisini í hesum føri. Tí eftir
órannsakiligum vegum
sluppu vit í síðstu løtu –
meðan allur Heimurin helt
ondini snikkaleys burtur
úr tí politiska hasard spæl
inum, og sluppu harvið
sum land og tjóð undan at
gjalda rokningina, sum var
skrivað, men sum varð
skrødd ein minut í deadline
fyrst í 60'unum... Vit
kunnu bert takka Skap ar
anum fyri, at Hann var við
okkum og lat okkum fáa
frið. Alternativið hevði
verðið eitt satt ragnarrok.
Og hvat hendi so víðari?
Jú, sjálvur stuðulin helt
áfram sum ein refusións
skipan, so sera væl bar til
at skriva nógvar og stórar
rokningar, tí tær vórðu
endurgoldnar av dønum.
Og rokningarnar vóru
skrivaðar í hópatali. Hetta
bleiv tó for stuttligt, so ein
blokkskipan varð sett í
staðin. Og við hesum skip
anum fóru vit ígjøgnum
70'ini og 80'ini og inn
´90íni. Galskapurin greip
um seg. Okkara politikarar
gingu í einum peninga liga
líknandi rúsi og hildu seg
kunna ganga á vatninum.
Loyvdi keypum av dýrum
skipum uttan eginpening
og stuðlaðu høvuðsvinnuni
við upp til 500 mill. kr. um
árið. At tonkja sær til:
einari høvuðsvinnu, sum
skuldi fíggja samfelagið,
men bleiv størsti almenni
klienturin. Sagt verður m.a.
frá, at skip komu inn og
landaðu fongin upp í
lastbilar, sum koyrdu inn á
fiskavirki í øðrum end
anum og út aftur í hinum
og so víðari út á ruskpláss,
har fiskurin varð vippaður
av. Á tann hátt kundi
sigast, at fiskurin hevði
verið inni á virkinum, og tí
var stuðul eisini útgoldin
fyri nevndu veiðu. Stór
lætisørskapurin ein
hybrislíknandi ørskapur –
møtir altíð sínum Nemesis.
Og so varð eisini hjá okk
um. 6. okt. í 1992 spældi
klaverið ikki meira. Og
soleiðis endaði fyribils
fíggjarligi ørskapurin m.a.
av og í einum h igartil
ósæddum blokkrúsi.
Ábyrgdin var fullkomuliga
fokin. 7000 máttu flyta av
landinum, arbeiðsloysið lá
um 25% og skuldarbyrðan
hjá stórari fjøld knústi
nógvar vónir og dreymar
og sløktu øll ljós í mong
ár. Íslendigar verðu sagdir
at siga, tá farið er ov langt
fíggjarliga: Ríkið borgar.
Føroyingar høvdu og hava
hinvegin vant seg til at
siga; Sama ger – danir
gjalda. Og støðan bleiv (og
er) hareftir, hvat fíggjarlig
ábyrgd viðvíkur. Politik
ararnir høvdu vant seg til
danska stuðulspeningin og
vóru eins og stofmisnýtarar
vorðnir bundnir av stoffin
um soleiðis, at einans
størri og størri dosir kundu
geva neyðuga piftið, alt
meðan skaðin bara gjørdist
størri og størri.
Eg komi í hesum sam
bandinum til at tonkja upp
á eina søgu, sum eg hoyrdi
einaferð í 50'unum: Ein
ungur maður kom inn á
kafeina á Gørðunum í Vági
eitt kvøldi. Kenningin varð
og reypað var óført. Ungi
maðurin hevði verið í
Keyp mannahavn og lisið,
og har hevði hann ballast
óført m.a. saman við ein
um føroyingi, sum vísti seg
at vera sera gávumildur.
Magnus Dahl sat við sama
borðið sum ungi maðurin,
og hann bleiv við at spyrja
um, nær og hvar teir høvdu
ballast, og søgan endaði
altíð við, at Magnus Dahl
spurdi: Og hvør betalti?
Og altíð var tað hin blíði
ungi maðurin, sum gesturin
á kafeini hevði verið sam
an við. At enda reisti
Magnus Dahl seg tungliga
úr stólinum, suffaði hart og
segði: Magnus Dahl betal
ur! Magnus Dahl betalur!
tí tá vísti tað seg, at ungi
galanti maðurin var sonur
hans ara. Og soleiðis
gongst ofta, tá onnur
gjalda. Ábyrgdin var fokin.
Núverandi blokkur
verður goldin av dønum
við uml. 40 oyrum pr. dana
pr. dag, og fyri hesu 40
oyruni fáa danir ræðis
rættin á flest øllum vitalum
økjum. Tey flestu – ikki
einans í Føroyum mugu
yvaleyst halda, at ein og
hvør tjóð eigur at eiga egið
land og ráða yvir tí. Men
nógv halda , at vit ikki
kunnu verða blokkin fyri
uttan, og tora tí ikki at
krevja okkara sjálvsagda
rætt. Tí hevði tað verið
ynskiligt, um fíggjarfrøð
ingar kundu sett seg saman
og objektivt og sakligt
greinaðu hvønn týdning
blokkurin hevur fyri
okkum sum tjóð. Eg eri
ikki fíggjarfrøðingur, men
eg haldi meg duga at
síggja, at blokkurin m.a.
skapar hægri jarðarprísir
og harvið hægri grund
stykkjaprísir og húsaprísir,
og eg haldi meg eisini
duga at síggja, at hann
viðførir hægri lønir og
harvið minni kappingar
føri. Hartil kemur størri
innflutnigur m.a. av
luksus vørum t.d. óneyðuga
stórum og dýrum bilum.
Vit eru mong, ið eisini
kundu tonkt okkum at
fingið nágreiniliga at vita,
hvussu nógv okkara
ófrælsa støða kostar
okkum á øðrum økjum so
sum viðvíkjandi inntøkum
av luftrúminum og
um legging av innflutningi.
Sum ikkiserkønur byggir
frammanfyristandandi bert
á nakað, sum eg haldi, og
tí er tað ikki gott nokk. Vit
mugu hava tey professio
nellu á banan. Ongantíð ov
skjótt.
Tí spurningur er enn hin
sami. Vilja vit gjalda tað,
ið vit gjalda fyri at fáa
blokkin, ella vilja vit
arbeiða fram ímóti, at vit
náa tí degi, hvar vit kunnu
liva sum fræls tjóð í einum
frælsum landi?
Sópa fyri egnum
durum
Okkara boð er greitt.
Landshúsarhaldið má
sópa fyri egnum dur
um, heldur enn at
senda rokningina
víðari til einstaka
húsarhaldið. Vit siga
nei at leggja fleiri
byrðar á familjurnar.
Latum okkum heldur
fáa skil í almenna
húsarhaldið, so tað
ikki gerst eitt
ør mundar hús.
Vit ávara móti at senda fleiri rokningar út til húsar
haldið og vinnulívið. Allastaðni í heiminum ljóðar
sama ávaring. Hækka tit avgjøld og skattir meir,
verður tað trupult hjá fólki og vinnulívinum at klára
seg.
Heimini kring landið hava ikki skapt undirskotið á
fíggjarlógini. Vit politikarar hava megnað hetta
sjálvir. Tí mugu politisku flokkarnir taka í egnan
barm. Allir flokkar hava verið við í útreiðslu gildin
um. Nú eiga allir flokkar eisini at taka uppvaskið.
Vit hava næsthægsta skattatrýst í heiminum. Dan
mark hevur tað hægsta. Samstundis vísa kanningar, at
tað er væl dýrari at liva í Føroyum enn í Danmark. Tí
er tað ongin gongd leið hjá tí almenna at senda fólki
enn fleiri rokningar.
Vinnan hevur tað sera trupult. Yvir 300 vinnufeløg
komu í fútarættin í fjør og longu eftir 1 mánaða í ár
eru yvir 30 fyritøkur sendar rættinum. Støðan er
álvarsom. Løgting og landsstýri mugu leggja doyðin
á at betra um karmarnar hjá vinnuni. Fjálga vit um
vinnuna, skapa vit vøkstur og harvið størri inntøkur
til landskassan. Senda vit fleiri rokningar til vinnu
lívið, leggja vit stein omaná byrðu. Og so verður
lívið tikið av hønuni, sum verpur eggini, vit øll skulu
liva av.
Útreiðslurnar hjá tí almenna eru so stórar, at ein
skal næstan vera blindur fyri ikki at fáa eyga á
trupul leikan. Seinastu tíggju árini eru útreiðslurnar
hjá tí almenna hækkaðar 80%. Í sama tíðarskeiði eru
inntøkurnar bert er vaksnar 30%. Tað almenna hevur
livað yvir evni, og tað ber ikki til í longdini.
Vit politikarar mugu sjálvir taka ábyrgdina og fáa
skil uppá útreiðslurnar hjá tí almenna. Tað sømir seg
ikki at senda rokninga víðari til barnafamiljunar, sum
frammanundan stríðast at fáa endarnar at røkka
saman.
Vit mæla til at gera eina breiða politiska semju,
soleiðis at vit fáa skil í almenna búskapin. Tað er
neyðugt at gera langtíðar ætlanir fyri inntøkur,
útreiðslur og løgur, við tí máli at hallið á fíggjarlógini
skal burtur. Soleiðis framtíðartryggja vit vælferðina
hjá fólki her á landi.
Eftir at stýrið fyri Atlantis
hevur hugt í gjøgnum allar
umsøkjararnar, er avgjørt
at Oddur Olsen og Johnny
Olsen, hava besta samlaða
tilboðið uppá leiguna av
Atlantis. Partarnir hava
avgjørt ikki at upplýsa
prísin fyri leiguna. Stýrið
sær umsóknina sum eina
sera spennandi loysn, ið
kann geva borgarum í
Klaksvíkar Kommunu eina
viftu av tilboðum. Nýggju
leigararnir byrja sítt dag
liga virki í húsinum tann 1.
mars.
Vinarliga heilsan
Stýrið fyri Atlantis
Jógvan Skorheim
Atli Justinussen
Jákup Mikkelsen
floksformaður
Jørgen
niclasen
Dagfinnur
DanbJørg
Vit fáa bert nakað við at lata nakað annað í
staðin. Soleiðis er eisini viðvíkjandi blokkinum
Nýggj leiðsla í Atlantis
form. í tingbólkinum
Jákup
Mikkelsen