fríggjadagur 12. februar 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 30 · 12. februar 2010
15
VIKUSKIFTI
og glaður drongur. Ongantíð hoyrdu vit
hann tala øvugt orð. Hann tagdi heldur,
táið kanska flestu onnur høvdu glett
á tonn«.
Hetta var, sum vera man, eitt øgiligt
bakkast fyri familjuna, men lívið
mátti livast víðari, bæði við sorgini
og sakninum. Tey royndu at finna
gerandisdagin aftur: Sólvit fór umborð
aftur á strandfaraskipið “Sildberan”,
konan í krambúðina, og nakað seinni
fór pápin aftur umborð á sín bát.
Lítið grunaðu tey tá, at minni enn
fýra mánaðir seinni skuldu tey aftur
standa í somu støðu!
Við høvdinum í ein brunn
Summarið gekk og nú var komið út í
september mánað, og enn eitt heyst
stóð fyri durum. Álmannakkin vísir
22. september og tað er sunnumorgun.
Sólvit, ið er ein av trimum deknum við
Sands kirkju hevði gingið sær ein túr,
áðrenn hann fór í kirkju.
Tá hendi tað, at kirkjuhurðin gongur
og kona Jákup Birgir Mohr, fulltrúa á
sýslumansskrivstovuni kemur til Sólvit
og spyr, hvar maðurin situr í kirkjuni.
Hann visti ikki, hvat var áfatt, men vísti
so henni á sess hansara.
– Løtu seinni gongur hurðin á
øðrum sinni, og tá kemur ein annar
maður – Hans Falkvard – innar, og
gongur beint ímóti mær. Nú skilti eg,
at okkurt var galið, og spurdi eg hann,
hvat var áfatt?
Versonurin, Emil hevði verið á
vitjan um morgunin, og Sólvit hugsaði
beinanvegin at okkurt var hent honum
á leiðini heimaftur til Dals. Hann spurdi
tí beinanvegin, um tað var Emil. Nei,
tað var Kristian sum var dottin eftir
høvdinum niður í ein brunn. Beint
nú stríddust tey við at fáa lív í hann
aftur, samstundis sum boð vórðu
send eftir tyrlu fyri at flyta hann á
Landssjúkrahúsið.
– Eg minnist væl, hvat eg segði.
Eg segði: »Ja, men so má eg við til
Havnar!«.
Teir báðir vóru skjótir til heimið, har
øll bóru sorg í sinni, meðan onnur íðin
arbeiddu við at fáa lív aftur í Kristian,
sum fáar dagar seinni skuldi halda trý
ára føðingardag sín.
Men har var tíverri einki at gera.
Og løtu seinni kom sýslumaðurin við
boygdum høvdi, sum týðiliga segði frá
tí, ið hann hevði uppá hjarta: Teir fingu
ikki lív aftur í Kristian. Og hann var
altso deyður!
Hvussu var nú veðrið?
Eins og tað var, tá Ólavur andaðist
fýra mánaðir frammanundan, var
faðirin, í hesum føri Evald, heldur
ikki heima henda sorgardagin. Hann
førdi ein danskan bát í Amerika, og tí
var neyðugt at fáa samband við hann
umvegis telefonina.
– Eg dugdi so illa at ringja til
reiðaríið. Eg fekk tí Hans at gera tað
fyri meg. Hann so gjørdi, men tað tók
langa tíð til vit frættu aftur – einir tveir
tímar ella so. Vit ringdu so eina ferð
aftrat, fyri at siga frá, at tað hastaði.
Tá fingu vit beinanvegin fatt.
– Tað bleiv so mín uppgáva, at siga
honum hvat skett var. Hann svaraði
beinanvegin: »Her er einki sum eitur.
Eg komi heim alt fyri eitt!«. Lukkutíð
vóru teir staddir beint við eina oyggj,
og her varð hann so settur í land og
kundi koma heim, greiðir Sólvit frá.
Nú var júst tað sama hent, sum
Evald hevði óttast fyri, – at hann sjálvur
skuldi missa eitt av sínum børnum.
Nakrar dagar seinni varð Kristian
jarðaður. Ikki óvæntað, vóru øgi liga
nógv fólk og fylgdu, hóast veður
gudarnir ikki vístu seg frá síni bestu
síðu.
– Tú, tað var so løgið, at eg sjálvur
sansaði als ikki, hvussu veðrið var
undir jarðarferðini. Tað var ikki fyrrenn
eitt ár aftaná, at vit komu at tosa um
jarðarferðina og veðrið. Nei, eg fekk tað
ikki við, skal eg siga tær.
Sólvit fór tí oman í kirkjuna og
hugdi í dagbókina fyri kirkjuligu
handlingarnar, har ein eisini skrivar
hvussu veðurlíkindini eru slíkar dag.
Ikki fyrren tá fann hann útav, hvussu
vánaligt veðrið í roynd og veru var
henda dagin. Har stóð nevniliga undir
jarðarferðini: »Stormur av landsynningi
og regn!«.
Ikki inn at kúra
Eitt er at missa ein abbason eina ferð.
Annað er at missa tveir abbasynir
innanfyri fýra mánaðir.
Fyri Sólvit og familju hansara
vóru hetta dagar í sorg og sakni, men
gerandisdagurin kom so líðandi aftur.
– Eg veit ikki, – tað vísti seg sum
– Aftaná at hava mist tveir abbasynir soleiðis, er neyðugt at koma
víðari við lívinum skjótast gjørligt, sigur Sólvit Simonsen av Sandi
Sólvit í minningarorðum um Ólav:
– ólavur var ein spaklyntur, lítillátin og eygagóður
drongur. tað var so stuttligt, tá hann var á vitjan,
og hann var so sera góður við systkini, sum øll trý
vóru yngri enn hann. altíð var hann klárur við eini
hjálpandi hond til mammuna og pápan, t.d. at vera
inni fyri tey og líknandi.
– tað var tungt hjá tykkum, ítróttarfelagar,
skúlafelagar og aðrir vinir, at ólavur so knappliga
bleiv tikin burtur. Hjálpi tykkum gud at føra bæði
gaman og álvara víðari. og tú, stakkals ungdómur
sum kom fyri ta tungu lagnu at koyra á ólav. tú fært
somu heilsan sum hini.
mynd: jens kristian vang