fríggjadagur 12. februar 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 30 - 12. februar 2010
15
Vit skulu ikki seta okkara
álit á sentrala stýring av
málinum, men stuðla
fólki, sum virka og skapa
og víðka málnýtsluna.
Sum flyta føroyskt inn á
øki, har danskt og enskt
ráða í dag
Hóast orðadrátturin er harður,
er semja um, at føroyskt er og
skal vera okkara mál. Og tað er
ein stórur sigur, sæð í tjóð
skaparsøguligum høpi.
Høvdu vit tosað danskt hevði
nógv verið lættari – men so
høvdu vit eisini verið fátækari,
veikari og bleikari. Ikki sum
einstaklingar, men sum tjóð.
Men sum so nógvir sigrar, so
krevur hesin nógv av okkum.
Hann krevur, at vit alla tíðina
endurskapa okkum sjálv á
okkara egna málið samstundis
sum bæði teldur, bløð, filmar
og bøkur tosa við okkum á
útlendskum.
Tað er ein dagligur kampur
millum føroyskt og útlendskt.
Og stríðast vit ikki nóg væl, so
tapa vit kampin. Status quo er
ikki ein møguleiki. Antin gong
ur føroyskt fram – ella gongur
tað aftur.
Eg havi verið í fleiri londum,
har tað lokala málið hevur tapt.
Og tað pínir ræðuliga illa. Tí tá
smá mál tapa móti størri mál
um, er tapið ein long og hørð
prosess. Ein spakulig niður
bræðing, sum varðir í fleiri
ættarlið.
Málsliga sita hesar tjóðirnar á
ísflakum. Øll vita hvønn veg
tey reka – men øll vita eisini, at
tað tekur 100 ár. Á ísflakunum
sita fleiri ættarlið av taparum.
Tað stóra málið má vera at
bjarga føroyskum undan at
enda í eini sovorðnari
irreversiblari gongd.
Tí er tað frálíkt, at ein mál
stevnunevnd hevur gjørt nøkur
tilmæli um, hvussu ein før
oyskur málpolitikkur kann
skipast.
Málnýtslan er avgerandi
Álitið Málmørk er eitt
"idékatalog" við 76 tilmælum,
sum kosta yvir 73 milliónir.
Tað er freistandi at siga JA til
alt, men tað ber ikki til. Vit
mugu siga NEI til okkurt.
Til tess mugu í fyrsta lagi
gera okkum greitt hvat tað er,
vit vilja hava, og í øðrum lagi
hvussu vit fáa tað.
Eg eri ikki í iva um, hvat
stavnhaldið skal vera:
Vit skulu økja so nógv um
málnýtsluna, sum gjørligt! Tað
er í nýtsluni, at styrkin hjá
málinum liggur. Vit skulu forða
fyri, at útlendskt kemur inn har
føroyskt ræður í dag, og vinna
føroyskum pláss, har útlendskt
ræður í dag.
Er hetta vitin, vit sigla eftir,
er lættari at velja og vraka
millum tilmælini frá nevndini.
Hon mælir t.d. til nógva
sentrala stýring av málinum.
Málsligir vegleiðarar og
eftirlitsfólk skulu setast í fjøl
miðlar og kommunur, stovnar
og fyritøkur skulu orða mál
stevnur og ein rúgva av mál
granskarum skulu kanna alt
møguligt sum hevur við
støðuna hjá føroyskum at gera.
Sumt av hesum er helst skila
gott. Men tann brim garð urin,
sum verjir og varðveitir mál, er
ikki málfrøðiligar greiningar og
reyðir pennar. Tað er mál
nýtslan.
Reyði pennurin
Málstevnunevndin tekur sjálv
tann reyða pennin fram á ein
hátt, sum sannførir meg um, at
hetta ikki er vegurin at fara.
Um tíðindafólk verður t.d.
sagt soleiðis: “Eyðsýniligt er, at
nógv tíðindafólk í føroysku
loftmiðlunum eru ikki nóg væl
fyri at bera tíðindi út í hvørt
hús. Málburðurin er mangan
veikur, málsligi bygnaðurin
skeivur og bendingarnar skeiv
ar. Sovorðið eigur ikki at vera
góðtikið í almennum fjølmiðli”.
“Nógv tíðindafólk í føroysku
loftmiðlunum”. Hvussu nógv
eru tey tilsamans? 15? Nevndin
kundi tað sama sett navn á tey.
Hetta er ein subjektiv meting,
og hon er ikki saklig.
Tað er strævið at verða
tíðinda fólk í Føroyum, lønin er
lítil, og tað er imponerandi, at
vit hava ein so livandi føroysk
an fjølmiðlaheim, sum vit hóast
alt hava. Og tað er ikki motiver
andi alment at fáa skoðsmál
sum hetta frá eini almennari
nevnd.
Tá tað snýr seg um miðlar á
føroyskum, er kvantitetur eisini
kvalitetur. Vandin er, at fólk
aftra seg við at gera nakað
yvirhøvur, um treytin er, at
mál frøðingar skulu góðkenna
teirra málburð.
Tá tað snýr seg um um skriv
aðu miðlarnar, hevur nevndin
tikið stakroyndir, og hevur
roknað seg fram til, at á fýra
navngivnum heimasíðum verða
tilsamans 124.830 ymiskar
málsligar villur gjørdar árliga...
Vit hava fólk, sum kýta seg
og satsa egnar pengar fyri at
nakað kann eita privatir
føroyskar fjølmiðlar. Hóast
blaðmálið ikki altíð er so
øgiliga hábærsligt, og kanska
enntá vánaligt viðhvørt, so hava
privatu miðlarnir kolossalan
týdning fyri málnýtsluna. Og
eingin kann tvinga hesi fólkini
at halda fram. Tí er tað ikki
serliga snilt at duka tey í
høvdið frá almennari síðu.
Fakorð
Tað verður eisini skotið upp at
seta sonevndar “yrkorða
nevndir” at smíða føroysk
fakorð í staðin fyri tey inter
nationalu – og tað skal vera
innan allar frøðigreinar og
útbúgvingar.
If it aint broke, don’t fix it,
siga bretar. Og her eiga vit at
vera varðin.
Fakorð eru ofta ein óloysi
ligur partur av sjálvum fakin
um. Tey eru international, og
vandin er, at vit við hesum gera
bæði føroyskt mál og fakini
fremmand.
Tað eru hvørki tríkanturin,
ella diodan ella kvadratrótin
ella atomið, sum hótta føroyskt.
Og at seta nýggj føroysk fakorð
í staðin fyri tey kendu inter
nationalu, er áður endað í
ruðulleika.
Tann besta moldin
Nei, vit skulu ikki seta okkara
álit á sentrala stýring av málin
um, men heldur stuðla fólki
sum virka, skapa, framleiða og
víðka málnýtsluna. Sum flyta
føroyskt inn á øki, har danskt
og enskt í dag hava valdið.
Og tá vit hyggja út yvir
lendið, so síggja vit skjótt, hvar
tað grør.
Mentanargrunnurin játtar
smáar upphæddir til eina røð av
prosjektum, og har koma altíð
ítøkilig úrslit.
Bókadeildin hjá Lærara
felagnum fær bara góða hálva
aðru millión um árið. Bøkurnar
spræna út, og tær verða bæði
lisnar og diskuteraðar millum
børnini. Hetta er eitt dømi um,
at føroyskt hevur tikið ræði á
einum øki, har danskt fyri
stuttum ráddi.
Og okkara tjóðpallur mann
fáa meira tilfar á pallin fyri
hvørja krónu enn nakar annar
um okkara leiðir.
Erlendur Patursson møtti
einaferð einum skúladrongi á
vegnum, og eftir at hava hugt á
taskuna hjá honum spurdi hann
í eini sigandi grein, nær hesin
drongurin mundi fara at "sleppa
heim". Tí allar bøkurnar vóru
danskar.
Eisini her hevur ein lítil
upphædd til Skúlabókagrunnin
broytt nógv rætta vegin men
greitt er, at skulu vit hava ein
veruligan føroyskan skúla, so
kostar tað meira enn tað, vit
rinda í dag.
Teldur og sjónvarp
Drongurin hjá Erlendi slapp
heim, tá hann fekk frí úr
skúlanum. Tá spældi hann við
onnur føroysk børn á føroysk
um og mentist málsliga.
Nú er skúlin meira føroyskur
enn hann var, men skíggjarnir,
sum verða tendraðir aftaná
klokkan trý, tosa allir danskt
ella enskt – bæði gjøgnum spøl
og filmar.
Ávirkanin er so stór, at mong
foreldur uppliva, at børnini
spæla saman á donskum.
Her er avbjóðingin kanska
størst. Vit kunnu ikki føroyska
alt og tí ræður um at brúka
pengarnar har, sum vit fáa mest
fyri teir.
At gera barnasendingar og
leggja talu á teknifilmar og
gera hesar betur atkomiligar
er heilt avgerandi. Eisini her
hava vit góðar royndir at byggja
á. Tað krevur størri játtan til
Kringvarpið, og har er politiski
illviljin tíverri massivur. Men
kanska játtanin kundi farið
aðrar vegir. Tað týdningarmesta
er, at vit fáa tilfarið.
Tað verður eisini tosað um at
seta føroyskan undirtekst á
filmar til ung og vaksin. Tað
hevði avgjørt verið ynskiligt.
Men tað er dýrt. Og skulu vit
velja, so hevur ein føroyskur
filmur størri virði, enn 150
filmar, sum eru umsettir og
tekstaðir til føroyskt úr málum,
sum øll skilja kortini.
Sum er letur Kringvarpið
høli, og Tórshavnar Kommuna
400.000 til filmsverkstaðið
Klipfisk. Og har hendir ein
rúgva. Játtaði løgtingið eisini
eitt sindur har, høvdu tað eisini
verið dinarar, sum høvdu komu
fleirfalt aftur. Takið hjá okkum
innan film í løtuni er at fáa
skapt eitt umhvørvi, sum
handrit til spælifilmar kunnu
vaksa burturúr.
Sannleikin er, at vit fáa sera
nógv fyri teir pengar, sum í dag
verða lætnir til mentan og list.
Og vit høvdu fingið nógv
meira, lótu vit eitt sindur meira.
Í Málmørkum er ein rúgva av
tilmælum. Øll kunnu ikki
fylgjast. Latið okkum halda
okkum til tey, sum víðka og
styrkja málið.
Vit skulu hava eitt sterkt
málráð men álitið má vera
málnýtslan. Ikki tann sentrala
stýringin.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Tann størsti kvaliteturin hjá
føroyskum er kvantiteturin
tíðargreinin
Sjúrður Skaale
Tíðargreinin
Tá tað snýr seg um miðlar á føroyskum, er
kvantitetur eisini kvalitetur. Vandin er, at fólk aftra
seg við at gera nakað yvirhøvur, um treytin er, at
mál frøðingar skulu góðkenna teirra málburð.