Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. februar 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 30 · 12. februar 2010 14 VIKUSKIFTI MIstI tVeIr abba synIr UM soMU tíð – Eg hugsi um tEir báðar, Ólavur og Kristian næstan hvønn Einasta dag. troyst mín Er, at tEir í dag Eru í sínum rætta hEimi, sigur abbin, sÓlvit simonsen av sandi Saknur snorri Brend snorri@sosialurin.fo Sandur: Tað er hugnaligt at koma inn í heimið hjá Elinborg og Sólvit. Bæði eru tey skemtilig av lyndi, blíð, fitt og hartil hittinorðað, og tykjast duga hetta at spjaða gleði og hugna rundan um seg. Stovan er hugnaliga prýdd við al­ skyns málningum og myndum av teim­ um í familjuni. Tað er kortini týðiligt at síggja, at børnini og abbabørnini hava átt og eiga framvegis eitt stórt pláss í hjartanum á teimum báðum eldru. At tey eisini hava eitt stórt hjarta fyri gestum, vísti blíðskapurin og móttøkan, sum umboðini fyri Sosialin fingu týsdagin í hesi vikuni. Men tað var kortini ein annar stemningur í heiminum tveir ávísar dagar í summ­ arhálvuni fyri fjúrtan árum síðani. Orðatakið sigur, at har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi. Sannleikan í hesum orðum fingu tey bæði, Elinborg og Sólvit og børn teirra av álvara at sanna, tá tey mistu ikki bara ein, men tveir abbasynir innanfyri fýra mánaðir í 1996. Í mai mánaði doyði 13 ára gamli Ólavur í ferðsluvanlukku í Klaksvík, og fýra mánaðir seinni, í september mánaði doyði 2 ára gamli Kristian, tá hann datt niður í ein brunn á Sandi. – Nú, tú spyrt um tað, so havi eg ongatíð stúrt fyri deyðanum. Men eg vil kortini ikki gera meg so góðan uppá nakran sum helst máta, tí sjálvandi krimpar ein seg fyri deyðanum. Tað gjørdi jú Jesus sjálvur. – Eg havi tó altíð vitað, at um okkara børn og abbabørn gjørdust sjúk, so vistu vit at tey blivu frísk aftur. Men tá ein so missir tvey av sínum kæru soleiðis púra óskiljandi, ja, hvat skal man so siga?! Tá er gott at hava onkran at finna sær troyst hjá, sigur 76 ára gamli Sólvit Simonsen av Sandi. Tað er tí ikki uttan orsøk, at eitt tað fyrsta ein sær, tá ein kemur innar í durin, er eitt skelti við orðunum úr Bíbliuni: »Kastið alla sorg tykkara á hann; tí at hann hevur umsorgan fyri tykkum«. – Brúka vit vit og skil, so vita vit, hvussu gott hesin lítli eingilin hevur tað í sínum rætta heimi, skrivar abbin í minningarorðum um Kristian. Øll hugdu niður í gólvið Í Føroyum er vanligt at hava kon­ firmasjónirnar um várið á páskum. Men í Danmark verða tey ungu fermd í mai mánaði. Tá ein abbadóttir skuldi konfirmerast niðri, avgjørdu Sólvit og konan at fara til teirra henda hátíðardagin hjá elstu dóttur teirra, Unn. Tey bíløgdu sær ferðaseðilin til Danmarkar og fyrireikaðu seg til ferðina. Nógv komu at siga farvæl, og kvøldið fyri kom hesin góði Ólavur eisini á gátt, tí hann ætlaði at sova hjá ommuni og abbanum, áðrenn tey fóru avstað. Hann var komin úr Dali, tí eitt serligt dansitiltak fyri børn skuldi vera í ungmannafelagshúsinum á Sandi hetta kvøldið. Ólavur fór so avstað í dansin, men var skjótur aftur. Hann vildi heldur fara við abbanum oman á sandin eftir sandi, ið hann skuldi brúka til eplini. Tað var nógv stuttligari enn hitt, helt hann. Tá teir eru á veg út aftur hendir nakað, sum kom óvart á teir báðar. – Tá vit koyra framvið einum hús­ um, rópar Ólavur, at ein kona liggur í túninum. Eg bakkaði bilin aftur, og jú, vælsignaður. Tá sá eg hesa konuna liggja har, mestsum sundurbrotnað. – Eg bað Ólavur fara eftir onkrum fólki at hjálpa at lyfta hesa konuna. Hann so gjørdi, og tað var ikki frítt at sonurin hjá hesi konuni hevði á orði, hvussu fittur og skilagóður ið hann var, greiðir Sólvit frá. Dagin fyri konfirmasjónina – leygardagin 18. mai – komu Sólvit og Elinborg uppá pláss hjá dóttrini í Danmark. Tey brúktu ein part av hesum degnum fyri at hyggja seg um, og fóru ein biltúr í økinum, har tey m.a. vitjaðu ein gamlan sanding. Jú, tey hugnaðu sær óført undir biltúrinum, men tá tey komu til húsa aftur varð allur hugni vendur til sorg í einum sekundi. Sólvit greiðir frá, at hetta var sum at fáa ein grúiligan frammaná: Tey komu aftur til hús væl hýrd, men sóu tá, at øll sótu bara og hugdu niður í gólvið. Tá vísti tað seg, at boð vóru komin úr Føroyum um, at Ólavur, sum spældi fótbólt við B71, var yvirkoyrdur og deyður í eini ferðsluvanlukku í Klaksvík! – Eg ansaði beinanvegin, tá eg kom innar, at her var okkurt galið. So reisti Unn seg og segði hvat var hent. Eg hevði forferdiliga ilt við at trúgva, at nakað slíkt kundi henda. Eg meini, hann var bara 13 ára gamal. Elinborg bleiv forferdiliga ring, men eg havi altíð verið meiri sáttligur. Stríggin heimferð Tann stóri spurningurin var nú, um tey skuldu fara heim beinanvegin, ella bíða til abbadótturin var konfirmerað. Tey valdu tað seinna, tí at hetta jú var orsøkin til at tey vóru farin til Danmarkar, og tí tey ikki vildu skuffa gentuna. Dagurin gekk sum hann gekk, og mánadagin sluppu tey heimaftur við flogfari. Sonur Sólvit, Evald var tíbetur heima í Føroyum, og var systrini Sigrid til hjálp og troyst. – Eg haldi, at tað var sera gott hjá henni. Men tú, so segði Evald ein setning, sum eg ongantíð havi gloymt. Hann segði: “Eg hopi aldrin, at eg komi at vera úti fyri eini mammu, sum kemur soleiðis fyri!”. Lítið vistu hann og vit tá, hvat síðani skuldi henda, greiðir Sólvit harmur frá. Tað sjáldsama við hesum var, at pápi Ólavur, Emil var staddur í Grønlandi og at hann eisini slapp heim við sama flogfari. – Hetta var ein stríggin heimferð, minnist Sólvit aftur á. Tey fóru beina leið av flogvøllinum norður til Leirvíkar, har tey møttu lík­ bilinum og øllum teimum kæru hjá Ólavi, vinmonnum, lærarum, leiðarum og øðrum. Øll fylgdust tey heimaftur á Sand. – Uha, hetta var ein grúiliga tungur túrur, skal eg siga tær, sigur hann og steðgar á eina løtu. Tómt pláss Komin suður á Sandoynni koyrdi fylgið gjøgnum Sands bygd, har øll fløgg vóru í hálvari stong. Fylgið steðgaði í túninum hjá Sólviti, her tey sungu eitt ørindi úr sanginum “Nú dagurin at enda er”, áðrenn leiðin varð løgd til Dals. Jarðarferðin varð hildin í allarbesta veðri. So nógv fólk vóru og fylgdu, at løgreglan mátti halda skil á ferðsluni í Dali. – Hvar ein finnur troyst í slíkum føri?! Ja, læknin var til stóra hjálp, men bestu hjálpina haldi eg, at vit fingu frá presti – Jákupi Reinert Hansen. Hann var einastandandi, greiðir Sólvit frá. Hvussu nógv ið hann elskaði abba­ son sín, fæst eitt gott innlit í í einum minningarorðum, sum eisini vóru ein partur av arbeiðinum við sorgini, og sum vit prenta brot úr aðrastaðni á síðuni. Latum okkum her taka tað við, sum lærararnir á Sandoyar Megniskúla søgdu eftir deyða Ólavs, somuleiðis í minningarorðum: »Vit kenna saknin ómetaliga stóran. Í 6. flokki sum Ólavur gekk í, stendur í dag eitt ófatiligt stórt tómt pláss. Hann var ein framúr vinmaður, skila drongur, fittur, vinsælur, fyrikomandi, pliktuppfyllandi Her tosa vit ikki bert um sorg og sakn, men um tað sum vit eru vanir við. Eg haldi, at hetta var tað besta hjá mær, fyri at vinna meg aftur Eg hopi aldrin, at eg komi at vera úti fyri eini mammu, sum kemur soleiðis fyri!