Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. februar 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 30 - 12. februar 2010 Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Fólkaflokkur í frígeari Eitt, ið hevur eyðkent ABC2 samgonguna, er ein støð- ug røð av politiskum markeringum. Einstakir ting- limir gera í heilum vart við sínar serstøður í stór um og smáum málum, og ikki so sjáldan er tað ein heilur flokkur, ið markerar seg í mun til hinar sam gongu- flokkarnar. Hetta er sjálvsagt fult lógligt. Tá hetta er sagt so kann hinvegin verða spurt, hvussu gagnligt henda politiska siðvenja er. Vit hava framvegis meiri- lutasamgongur í okkara politisku skipan og henda skipan við meiri lutasamgongum hevur sum fortreyt, at tað ræður ein tolulig semja í samgonguni um rikna politikkin. Men sum sagt, tað eru ikki bert tinglimir men heilir flokkar, ið senda út fráboðanir, ið tykjast skula vísa almenninginum, at viðkomandi flokkar eru ósamdir í hesum og hasum og krevja hetta og hatta av sam gonguni. Feskasta dømi um henda nýggja og løgna politiska atburð er seinasta frá boðanin frá Fólkaflokkinum. Undir yvirskriftini Sópa fyri egnum durum ger Fólkaflokkurin vart við, at hann ikki góð- tekur hækkaðar almennar útreiðslur, og flokkurin sýtir fyri at leggja fleiri byrðar á familjurnar. Flokkurin heitir á allar flok kar um at fáa skil í almenna húsar- haldið, so tað ikki gerst eitt ørmundarhús, sum tikið verð ur til í fráboðanini. Víst verður í sama við- feingi til føroyska skattatrýstið, og flokkurin boðar í harðligum vendingum frá, at hann ikki góðtekur, at fleiri rokningar verða sendar borg ar unum. Afturat hesum kemur so tann vanliga fólka floks ramsan um, hvussu illa tað stendur til í vinnu lívin um. Vit eiga at fjálga um vinnulívið heldur enn at skatta vinnuna, tí at skatta vinnu er sum at drepa hønu, sum gullegg leggur í reiður og so framvegis. Fólkaflokkurin endar sína fráboðan við áheitan um breiða politiska semju til tess at fáa skil á búskapin, at gera langtíðarætlanir fyri inntøkur, útreiðslur og løgur alt fyri at fáa hallið á fíggjarlógini burtur. Hvat vil Fólkaflokkurin við hesum? Er hetta eitt tekin um, at flokkurin vil úr samgonguni ella er hetta bert eitt ávaringarskot til Eidesgaard um, at ongar skatta- og avgjaldshækkingar verða loyvdar? Helst er talan um seinna alternativið, og tað kann so bert merkja, at Fólkaflokkurin fer at krevja stórar skerjingar á fíggjarlógini 2011, sum longu nú verður fyrireikað. Hetta merkir afturstig innan útbúgvingar-, heilsu- og almannaøkini ella við øðrum orðum minni vælferð. Nú hevur Fólkaflokkurin so meldað út, hvussu hann vil greiða hallið á komandi fíggjarlógum – tað verður ikki við mýkindum. Tað áhugaverda við er, at hon avdúkar, at Fólkaflokkurin er tann sami, sum hann altíð hevur verið. Men hinvegin tykist hetta kortini sum at koyra í frígeari, tí flokkurin veit, at loysn hans ara er politisk ógjørlig. Opna bræv Fólkafloksins kann ikki standa ósvarað. Hvat fer Javnaðarflokkurin at svara? Hvat ger løgmaður og hvat hendir, um Javnaðarflokkurin ikki boyggir seg? Fólkaflokkurin hevur sett hinar samgonguflokkarnar í eina trupla støðu, sum reisir tann stóra spurningin, nevniliga hvussu løgmaður og fíggjarmálaráðharran ætla at loysa spurningin um hallið. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Svein Rógvi Nielsen Ljósstein sveinrogvi@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Góði Kári á Rógvu Eg síggi at tú ert eftir mær í Sosialinum í kvøld og sigur, at eg sum advokatur hjá Starvsmannafelag ikki vildi ikki prógva Starvs­ mannafelagsins sjónarmið í Fasta Gerðarrætti í máli­ num um portørverkfallið. Men nú skalt tú bara hoyra: Onki er meira skeivt enn tað. Sannleikin er nógv meira skitin: Sannleikin er, at vit sluppu ikki at føra okkara prógv! Eg fekk 1½ tíma freist at møta upp til fyrireikandi fund í Fasta Gerðarrætti eftir at Fíggjarmálaráðið hevði reist málið. Sum tey hampuligu fólk, tey á Starvs mannafelagnum og eg eru, so fóru vit avstað í teirri trúgv, at hetta jú bara var tann fyrireikandi fund­ urin eftir § 8 nr. 4 í reglun­ um fyri Fasta Gerðar rætt.. Tað vísti eg eisini á og førdi fram á sjálvum fundi­ num. Rættarfor maðurin rótaði eitt sindur runt í pappírunum, mutlaði at so var.....eg ivaðist heldur ikki í, at rættarformaðurin kendi og vildi halda regl­ urnar. Men hvat hendir......eftir at bakgrundin fyri verk­ fals fráboðanini og onnur for malia eru umrødd, biður rættarformaðurin mótpart­ sins advokat um at greiða frá sínum sjónarmiðum. Eg spyrji aftur, um tað skal gerast á hesum fundi. Svarið var kámt – man vildi bara hoyra, hvat vit høvdu at siga. Eg hevði sjálvur onga proceduru fyrireikað av teirri einføldu grund, at talan var um fyrireikandi fund eftir § 8, nr. 4 í regl­ un um, men biðin greiddi eg so frá støðuni hjá mín­ um klienti. Mótparturin gjørdi nógv burturúr og hevði hevði bæði bókina um »Kollektiv Arbejdsret« eftir Per Jacobsen og aðrar danskar teoretikarar við sær og las óført úr teim­ um....... eg hevði nú mína tiltrúgv til, at tað kundi eg venda aftur til á úrskurðar­ fundinum, smb § 8 nr. 4,litra f. smb. nr. 5. Tá hetta var avgreitt, skuldu vit fáa nærri boð – at tað var um sjálvan úr skurðin, gekk sætt at siga ikki ordiliga upp fyri mær fyrr enn løtu seinni. Altso: Eingin úrskurðar­ fundur yvirhøvur! Hetta endurtók seg í tí seinna málinum. Nakrir fáir tímars freist, men tá var eg eitt sindur betur fyrireikaður, tí eg óraði ilt. Viðvíkjandi spurning in­ um um rættarsiðvenju segði eg, at sjálvandi ikki hevði havt tíð at skjal­ prógva, men at eg gekk út frá, at Fasti Gerðarrættur, eins og hvørt mansbarn í Føroyum, var vitandi um at verkføll í Føroyum ongan­ tíð hava verið fráboðað við freist, men at um so var, at man ikki kundi leggja tað til grund, so vildi eg hava tíð til at leggja próvtilfar fram. Eg viðmerkti eisini, at hetta var so alment kent, at eg setti fram tað, sum á rættarmáli verður nevnt »provokatión« um, at mótparturin prógvaði bara eitt verkfall í Føroyum, sum hevur verið lýst við freist (Provokatiónin varð sjálvandi ikki uppfylt, og ein og hvør rættarpraktiser­ andi juristur eigur at vita, at ein ósvarað provokatión hevur skaða virkning fyri tann, sum ikki vil ella kann uppfylla hana – og tað var munandi betri tíð at skjal­ prógva eitt verkfall við freist enn 50 ella 100 við ongari freist) Men søgan endurtók seg – málið tikið upp til av ­ gerðar uttan úrskurðar­ fund! Uttan at Fasti gerðar­ rættur segði seg vera í iva um nakað ella bað um nærri próvførðslu fyri siðvenju. Minst til, at vit høvdu góða tíð, heilar 72 tímar. Og so kemur rættar for­ maðurin sær at fara alment í útvarpið við einum látur­ ligum líknilsi um reyð jarðarferðarklæðir..... hatta er eftirrationalisering við lít. Tú hevur eftir øllum at døma ikki lisið úrskurðin rættiliga væl, tí legg til merkis, at spurningur um rættarsiðvenju slettis ikki avgerandi fyri úrskurðin hjá Fasta Gerðarrætti – tað framgongur beinleiðis av dómsgrundunum, at tað er líkamikið fyri úrskurðin. Úrskurðurin byggir heilt einfalt á, at dómararnir persónliga halda, at verk­ føll eiga at vera fráboðað við freist. Onki annað! Nú hava bæði tú og rættarformaðurin verið alment frammi og roynt at turkað hendan »bukkin« hjá Fasta Gerðarrætti í meg. Tað haldi eg er sera óprofessionelt og óalmindi liga feigt. Sjálvur havi eg ikki – nettupp tí tað er sera óprofessionelt av dómar um, advokatum og í hesum føri eisini nevndarformanni alment at umrøða innsatsin hjá hvørjum øðrum í kon­ konkretum sakum; men hatta, sum tú førir fram í Sosialinum gjørdist mær ovboðið. Eg eri ikki tann, sum fer í bløðini við líkum og ólíkum, men nú gjørdist mær ovboðið. Hatta, sum tú førir fram, kann eg ikki lata standa ósvarað, tí tað er fullkomiliga skeivt. Um avgerðina hjá Fasta Gerðarrætti um portørverk­ fallið er annars at siga, at talan er um eina avgerð, sum í besta lagi er materi­ elt skeiv, tí mann ikki hevur hugsað seg nóg væl um; men eg eri bangin fyri, at hon eisini formliga er so skeiv, at hon er ógildug í sínari heild. Tað er klárt og greitt fyriskipað í omanfyri nevndu ásetingum í sátt­ malanum um Fasta Gerð ar­ rætt, at úrskurðarfundur skal vera. Tað er møguligt, at tit ikki halda, at tað hevur nakran týdning at halda úrskurðarfund, men mín greiða fatan er, at slík áseting er ein so grund­ leggjandi rættartrygd, at avgerðin fellur øll, um hon ikki verður hildin. Lesur tú úrskurðin hjá Fasta Gerðarrætti, so sær tú, at eg hóast alt ávarðaði Fasta Gerðarrætt staðiliga ímóti at gera henda úr ­ skurð, tí at júst tað so fór at henda, sum nú er hent: Álitið á Fasta Gerðarrætt er fokið, men tað er sanni­ liga ikki mín skyld. adv. SIgMUNd PoULSEN Sannleikin er nógv skitnari enn so