Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. februar 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 30 · 12. februar 2010 13 VIKUSKIFTI SoSIalurIn hevur hITT TeIr báðar FólKaTIngSlImIrnar Høgna Hoydal og Edmund JoEnsEn á ChrISTIanSborg TIl KjaK um loySIng og Samband í ljóSInum av FíggjarKreppunI. edmund joensen: United-spælari í grind Onkur gløggur brúkari av heimasíðuni nym.fo hevur funnið fram til, at írski fótbóltsspælarin John O’Shea, sum støðugt gongur skaddur í Manchester United, hevur brúkt tíðina til grindadráp. Ja, vit eru ikki í familju við írar fyri einki! Demokratiið er flutt. Tað býr nú í feysbukk, á einum sosialum net verki, tey rópa. Har sum øll fáa alt at vita um øll. Og har trív ist tað, demokratiið, sjálvandi væl, sera væl. Tí fólkið er á feys bukk. Har eru øll vinir. Har er opinleiki og gjøgnumskygni, burðardygd, veit eg ikki. Har ber til at siga sína hugsan hart. Skriva og hugsa aftaná, tey, sum hugsa yvirhøvur. Har ber til at fáa tíð indi, áðrenn nakar fjølmiðil hevur tey. Har ber til at frætta deyðs boð, áðrenn tey eru almenn. Har ber til at mót mæla, en gros, í teyggjum, í bólkum. Er tað nakað, føroyingar duga, so er tað at mótmæla, millum annað øllum sparingum. Tað er neyðugt at spara, siga politikararnir, sum halda seg hava skil fyri pengum. Jú, men, so spara vit....nei tit spara. Øll siga, at hini skulu spara. Og so ber ikki til at spara. Pensjónistar, sum vassa í pengum, skulu ikki spara, ella gjalda húsaleigu sum øll onnur, ti børnini skulu arva. Politikarar uttan rygg tora ikki at hækka arvaskattin. Mótmæli á feysbukk, fleiri tús und skriva undir, ella hvussu mann ger á feysbukk. Og tá føroyskir politikarar hava sama rygg sum hasir humm­ ararnir, sum vórðu etnir liv andi, er lætt at mótmæla við úrsliti. Eg eri ikki á feysbukk, og eg ætli mær heldur ikki á feysbukk. Gangi heldur ikki á val, so mær tað sama, hvar fólkaræðið er. Annars eru fleiri enn tey, sum ganga ella koyra ella verða koyrd á val, á feysbukk. So har er tað rætta fólkaræðið. Har hoyrir demokratiið heima. Og mótmælini móti teimum, sum fólk annars hava valt at umboða demokrattiið. Havi ongantíð skilt og fari ongantíð at skilja, hví øll eru mis­ nøgd í einum fólkaræði. Tá fólkið ræður, hví er fólkið so kroniskt misnøgt? Soleiðis er tað bara. Fólk eru misnøgd við alt, fólk mótmæla og mótmæla. Tað liggur væl fyri, tí fjølmiðlarnir spæla við alt fyri eitt, uttan at kanna, hvat er aftan fyri tað, sum verður mótmælt. Uttan at kanna, um støðan veru­ liga er so ræðulig. Mótmæli eru frálíkt undirhald. Og føroyskir fjølmiðlar raðfesta undirhaldið fremst. Teir eru altíð klárir, tá mótmæli eru í luftini. Í somu løtu, eg hoyrdi um koyritekniska breyt í Saks un ar dali, segði eg við tey, sum ikki tímdu at lurta, at nú koma mótmæli. Og rætt var tað. Men sama, hvar hendan hálku breytin skal gerast, verður mótmælt. Tá undantikið er alt ruskið, sum liggur og sløðist í náttúruni, eru føroyingar so óal­ mindi liga góðir við náttúruna, at allur framburður í landinum verður forðaður og seinkaður í nógv ár. Hví skulu vit hava eina hálku breyt? Minnist, so leingi eg livi, fyrrverandi stjóran á Bileftirlitinum, sum altíð ringdi, tá eg hevði skrivað ella sagt, at sambært politinum var orsøkin til ferðsluóhappið hálka. Nei og nei, segði stjórin á Bil eftirlitinum, orsøkin var ikki hálka. Orsøkin til óhappið var, at tann, sum koyrdi bilin, koyrdi ikki eftir umstøðunum. Umstøðurnar vóru hálka. Hesum mótmæli eg ikki. Men framvegis er hálka orsøkin til nógv óhapp í ferðsluni, sambært politinum og fjølmiðlunum. Helst er ein feysbukkbólkur, sum eitur »vit mótmæla hálku!« Veit tað ikki, men uttan iva er eisini ein bólkur á feysbukk, sum mótmælir prestum, sum ikki vilja gifta skild fólk uppaftur. Alla virðing fyri teimum, hes um prestunum. Tá fólk eru so skítbýtt at gifta seg einaferð, so er tað pínadoyð og gudsdoy fyri neyðini, at onkur roynir at forða teimum í at endurtaka dáragerðina. Eg mótmæli prestum, sum gifta fólk. Tað geri eg einsamallur, tí eg siti ikki á feysbukkuni og fari ikki á hana. Har sita onnur og tøma seg hvønn dag. Og eg tími ikki at ganga í handl ar og bensinsølur við pappíri at skriva undir á, sum tey gjørdu fyrr, áðrenn feysbukk kom.. UmaftUrafturum høgni dJUrhUUS Nýggj útbúgving H71 serfrøðingar í at kasta sigurin burtur Kringvarp.fo Stór bók Leirvíkin komin út í bók Dimma Sensatión! Føroyingar í Aalborg Portal.fo Ljóðar sum eitt hjúnaband Samstarvið millum TB og VB/ Sumba um ungdómsfótbóltin í Suðuroynni er slitnað, og partarnir eru farnir hvør til sítt. Kringvarp.fo Nýtt kalt kríggj Fúti og dómari móti russum Sosialurin Q&A, er tað fornavnið? Q&A Solby stýrir streyminum Dimma Ansa eftir passinum! Grøna passið vekk um 12 ár Sosialurin Nú verður tað ordiliga innviklað Tá tað sunna verður ósunt Dimma Ongantíð hoyrt um bíligt kríggj Dýrt kríggj Olivant ranga í strúpan mynd: pOlfOtO feysbukkan Sæst ikki á henni tað var kanska onkur, sum mundi dottið á afturpartin, tá ið hendan føðingin stóð í Sosialinum í vikuni. Vit hava jú sæð Onnu nygaard syngja í X factor, og tað hevur hon gjørt sera væl. her má helst verða talan um eina aðra kvinnu við sama navni... Festligur fýrur Hesin hundurin hevur eina tung, sum vit sjáldan hava sæð áður – og so er hann eisini eitt ordans party animal. Hundurin er avmyndaður á gøtuni í rio de Janeiro í Brasil, har tey – ja, og haldið tykkum fast – hava hunda- karnival í hesum døgum.