fríggjadagur 12. februar 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 30 - 12. februar 2010
Borgarstjórin í
Havn hittir Vígdis
Finnbogadóttir
Tfíðindaskriv
Í samband við at nevndin í kommunala arbeiðs
gevarafelagnum er á vitjan Íslandi, og m.a. hevur fund
við Sveitafelagið og kommunur har, var formaðurin
og borgarstjórin í Havn á vitjan á føroysku sendistovuni
í dag, har hann m.a. hevði fund við Vígdis Finn boga
dóttir, fyrrverandi forseta Íslands.Ferðalagið hevur
annars vitjað á Hafnarfirði, í Hveragerði, í Árborg,
Selfoss og kommunur har um leiðir, har borgastjórar
tóku ímóti. Nógv var tosað um støðuna í Íslandi og
hvussu kommununar fíggjarliga hava tað í løtuni.
Enda málið er at kanna, hvussu støðan er í Íslandi,
hvussu íslendingar í eini kreppustøðu skipa býtið
millum land og kommunur, hvussu støðan er á arbeiðs
marknaðinum og hvussu lønarsamráðingarnar ganga,
og annars at kanna tær broytingar í samskifti millum
land og kommunur, sum kreppan hevur havt við sær.
Bill Clinton fekk
hjartaskurðviðgerð
Fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton hevur fingið eina hjarta
skurðviðgerð á einum sjúkrahúsi í New York. Skrivstova hansara sigur,
at fyrrverandi forsetin fekk ilt fyri bróstið, og at hann bleiv fluttur á
Columbia Presbyterian Hospital. Har fekk hann ballónvíðkan, og
sambært læknunum eydnaðist skurðviðgerðin væl. Tann 63 ára gamli
Bill Clinton fekk bypassskurðviðgerð fyri seks árum síðani. Fyrr ver
andi forsetin hevur havt úr at gera í seinastuni, tí tann seinasta mánaðin
hevur hann verið STsendimaður í Haiti, sum varð rakt av ógvusligum
jarðskjálvta í síðsta mánað.
Obama hittir Lama
Hvítu Húsini í Washington kunngjørdu í gjár, at andaligi
leiðarin úr Tibet, Dalai Lama, kemur at vitja Barack
Obama, forseta hósdagin í næstu viku. Kinesiska stjórnin
hevur fleiri ferðir ávarað Obama ímóti at hitta Dalai
Lama, og stjórnin hevur sagt, at ein fundur teirra millum
kann fáa avleiðingar fyri viðurskiftini millum USA og
Kina. Leiðslan í Beijing er ikki fegin um, at útlendskir
leiðarar tosa við Dalai Lama, men kortini taka fleiri ímóti
honum. Eitt nú hittust George Bush og Dalai Lama í
2007, og árið eftir hitti Dalai Lama franska forsetan,
Nicolas Sarkozy.
Tíðindaskriv
Faroe Petroleum boðar frá,
at felagið nú er farið undir
at bora á Fogelberg leiti
mið inum í Norska Hav
inum; felagið 15 prosent av
loyvinum.
Fogelberg, sum er á loyvi
PL433, er eitt stórt olju
leitimið, ið liggur umleið 8
km norðanfyri Smørbukk
oljuleiðina.
Jarðfrøin
á
Fogelberg líkist nógv tí á
Morvin leiðini, sum liggur
10 km í ein útsynning úr
Fogelberg, har Statoil bor
aði ein væleydnaðan met
ing ar brunn í 2006.
Oljufeløgini, sum luttaka
í boringini eru Centrica
Resources Norge, ið er fyri
støðufelg,
Petro‐Canada
Norge,
E.ON
Ruhrgas
Norge og North Energy.
Boriskipið West Alpha skal
bora brunnin, ið væntandi
tekur umleið 45 dagar at
bora. Loyvi PL433 varð til
lutað felagnum í 2007, og
er í millum tey fyrstu loyv
ini, sum Faroe Petroleum
fekk í Noregi.
Fogelberg er tann fyrsti
av fimm brunnum, sum fe
lagið ætlar at bora í 2010.
Ein annar norskur brunnur
verður væntandi boraður í
vár. Hetta er ein meting ar
brunnur í Norska Havinum,
sum kallast Maria, har
Faroe Petroleum eigur 30%.
Hinir tríggir brunnarnir er
leitibrunnar á Atlants mótin
um. Hesir eru Anne Marie á
føroyskum øki, har ENI er
fyristøðufelag, Cardhu á
bretskum øki, har BP er
fyri støðufelag, og Lagavul
in, eisini á bretskum øki,
har Chevron er fyristøðu
felag.
Fulfíggjað tíðindaskriv á
enskum er á heimasíðu
felagsins www.fp.fo
Føroysku peninga
stovnarnir og Elek
tron fáa munandi
fyrimunir av at sam
starva við Skandi
navisk Data Center
(SDC). Raksturin hjá
peningastovnunum
verður bíligari, og
Elektron fær høvi at
menna skipanir til
146 norðurlendskar
peningastovnar
Tíðindaskriv
frá Felagnum Føroyskir
Peningastovnar
Orðaskifti hevur tikið seg
upp um, at føroysku pen
ingastovnarnir fyri einum
knøppum ári síðan gjørdu
samstarvsavtalu við fyri
tøkuna SDC, sum stendur
fyri at menna og reka skip
anir fyri 146 peningastovnar
í Norðurlondum.
Samsvarandi hesi avtalu
arbeiða føroysku peninga
stovnarnir í løtuni við at
knýta seg í SDC, men hetta
merkir ikki, at samstarvið
við Elektron, sum pen inga
stovnarnir eiga saman við
landinum, er í ferð við at
halda uppat.
Tvørturímóti hava pen
ingastovnarnir gjørt stórar
íløgur í útgerð til Elektron í
sambandi við umleggingina,
og hóast SDC fer at veita
peningastovnunum summar
grundskipanir, fer Elektron
framvegis at standa fyri øll
um samskiftinum hjá pen
ingastovnunum og veita
teimum serskipanir.
Avtalan við SDC er gjørd,
tí peningastovnarnir fáa
mun andi rakstrarfyrimunir
av at samstarva um grund
skipanir í einum stórum
fe lag heldur enn einum lítl
um. Á einum altjóðagjørdum
marknaði er hetta neyðugt
fyri at tryggja kappingar
førið.
Samstundis sum pen inga
stovnarnir fara at samstarva
við SDC, fær Elektron høvi
at førleikamenna seg mun
andi meira enn framman
undan, tí avtalað er, at
Elektron skal menna nýggj
ar skipanir til teir 146
norðurlendsku
peninga
stovn arnir í SDC og ikki
einans teir føroysku.
Á hendan hátt fær Elek
tron sera góðar møguleikar
at vaksa og knýta týðandi
handilssambond
við
út
heimin – úr Føroyum.
Ført hevur verið fram, at
løgtingið missir lóggávu
rætt in yvir føroysku pen
inga stovnunum og teirra
virksemi, um teir fara at
samstarva við SDC. Hetta
er ikki so, tí so leingi ein
fyritøka rekur vinnu virk
semi í Føroyum, er hon
undir føroyskari lóggávu,
og hetta verður eisini gald
andi fyri peningastovnarnar
í framtíðini.
Vanligt er í dag, at sam
størv millum KTfyritøkur
og
peningastovnar
fara
fram tvørtur um landamørk.
Eitt nú hava amerikanskir
peningastovnar
grund
skipanir hjá KTfyritøkum í
India, tí hetta loysir seg
best, og samstarvið í SDC
er onki øðrvísi. Norskir,
svenskir, danskir og skjótt
føroyskir bankar samstarva
um somu grundskipanir í
sama felag.
Trygdin í sambandi við
upp lýsingar hjá viðskifta
fólkum verður framvegis í
hásæti, og hvørki SDC,
Elek tron ella peninga stovn
arnir fara nakrantíð at slaka
upp á hana, tí trygd og álit
eru avgerandi fyri trúvirðið
hjá
peningastovnum
og
KTfyritøkum.
Tá ført verður fram, at
trygd in minkar, tí trans ak
tiónir hjá føroyskum banka
kundum skulu av landinum,
kennir Felagið Føroyskir
Peningastovnar seg noytt at
vísa hesum aftur. Føroyingar
hava síðan 1987 brúkt
FRkortið, ið virkar so leið
is, at upplýsingar fara av
landinum
til
viðgerðar.
Hetta hevur í 23 ár ikki
verið nakar trupulleikar og
verður tað heldur ikki í
samstarvinum við SDC.
Føroysku peningastovn
arnir eru sannførdir um, at
menningarmøguleikarnir
hjá bæði peningastovnunum
og Elektron verða munandi
betri, um samstarvið verður
víðkað út um landoddarnar.
At ganga øvugtan veg er at
avmarka hesar møguleikar.
Keypssamtøkan í Hoyvík
FK í Hoyvík sóknast eftir
Fólki at sita
við kassan
at byrja 1. mars
Arbeiðstíð:
mánadag - fríggjadag: Frá 8.45 til 14
leygardag: 8.45 - 14.30
frí annanhvøn leygardag,
- miðalarbeiðstíð 23 tímar um vikuna
Løn:
Sambært sáttmálan við S & K
Nærri fæst at vita við at venda sær til
Bent Lundsgaard, tel 214016
Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi í
seinasta lagi 18. februar:
FK Hoyvík
Brekkutúni 9
FO 188 Hoyvík
att: Bent Lundsgaard
214016 - bl@fk.fo
SDC-samstarv fer at gagna
bankum og Elektron
Faroe Petroleum byrjar at bora Fogelberg