fríggjadagur 12. februar 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 30 · 12. februar 2010
21
VIKUSKIFTI
Stjóri til Inni
Nú stjórin hevur valt at fara frá, sóknast húsameklaravirkið
Inni eftir nýggjum stjóra
Virksemið
Kjarnuvirksemið hjá Inni er at ráðgeva fólki í sambandi við keyp og
sølu av fastognum. Sostatt ert tú við, tá fólk taka eina av teirra mest
týðandi langtíðaravgerðum, og fremsta uppgávan er tá at tryggja, at
hetta fer fram sambært grundvirðinum hjá Inni, so at allir partar eru
tryggir við handilin.
Uppgávur
Uppgávurnar eru fjølbroyttar og avbjóðandi. Tú fært ábyrgdina av
at stjórna Føroya størsta ognar- og húsameklaravirki. Tú leiðir og
samskipar uppgávurnar hjá starvsfólkunum og ert sum stjóri eisini
partur av dagliga arbeiðnum á virkinum.
Tú vísir beinleiðis til nevndina fyri P/F Inni.
Persónligir eginleikar
• Tú hevur ein jaligan hugburð og góð samstarvsevni
• Tú dugir at leiða og geva starvsfólkunum íblástur
• Tú ert uppsøkjandi og ikki bangin fyri at taka avgerðir
• Tú hevur ans fyri tølum og handilsligan hugburð
Fakligir førleikar
Meklaraútbúgving og leiðsluroyndir eru ein fyrimunur, men ikki eitt
krav. Vit vænta tó, at tú hevur handilsliga útbúgving og royndir frá
líknandi starvi.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Hannelenu
Mittún, stjóra, á tlf. 354200, hannelena.mittun@inni.fo ella til Øssur
Skeel Nolsøe, nevndarlim, á tlf. 348300, ossur.nolsoe@eik.fo.
Fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørd í trúnaði. Starvið verður
sett skjótast gjørligt og verður lønt eftir avtalu. Skrivligar umsóknir
skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. mars og skulu stílast til:
P/F Inni
Att:: Nevndin
Postboks 364
110 Tórshavn
ella í telduposti til ossur.nolsoe@eik.fo
Grundvirðið hjá Inni er álit millum seljara, keypara og okkum sum
meklarar, so allir partar eru tryggir við handilin, fáa eina góða tænastu
og kenna seg væl - eisini eftir, at alt er undirskrivað. 6 fólk arbeiða í
P/F Inni, og vit hava skrivstovu í Havn, Klaksvík og á Saltangará. Inni er
partur av Eik samtakinum.
PF inni
Niels Finsensgøta 37
inni.fo
– trygt og ómaksleyst til hús
Postboks 364
110 Tórshavn
Telefon +298 354200
inni@inni.fo