fríggjadagur 12. februar 2010síða 25
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 12. februar 2010
30 doping-
syndarar
30 íðkarar, sum høvdu
ætlað sær til OL, hava
nú fingið at vita, at tey
eru ikki vælkomin, tí
tey hava nýtt ólóglig
evni
Altjóða olympiska nevndin,
IOC boðar frá, at tey sum eru
tikin sleppa ikki at taka lut á
OL-vetrarleikunum, sum byrja
í Vancouver í Kanada í morgin.
Tað er altjóða antidopings-
felagsskapurin, WADA, sum
hevur lagt úrslitini fram fyri
al tjóða olympisku nevndina.
Antidopingar felags skap-
urin í Noregi, Antidoping
Norge sigur við norska kring-
varpið, at tey vita ikki úr hvørj-
um landi teir dopaðu íðkarnir
koma frá, og hvørja ítróttar-
grein hesi íðka. Ongar frá boð-
anir eru komnar um, at nakar
norskur OL-íðkari er millum
tey sum hava dopað seg.
WADA hevur ikki viðmerkt
tølini enn, men felagsskapurin
fer at hava ein tíðindafund í
kvøld klokkan 19. - WADA hev-
ur kunnað okkum í dag, at
talan er um 30 íðkarar, sum ikki
sleppa at taka lut á olympisku
vetrarleikunum. Orsøkin er, at
hesi hava positivar doping-
royndir, sigur samskiftisstjórin
hjá IOC, Mark Adams.
Eftir seinastu fyri reik ing-
arnar til steypafinaluna
leygardagin fekk Neista-
venjarin at vita, at hann
ikki kundi brúka Ára Dam í
málinum
Ári Dam fekk reytt kort, tá Neistin
næst
seinasta
sunnudag
vann
heimadyst móti KÍF. Alt fyri eitt varð
tosað um, um hetta mundi kostað
ein ella tveir daga leikbann, og í
Neistanum var tað í so máta heppið,
at avtalað varð Emil K. Jacobsen,
sum í løtuni styrkir um hópin hjá lið-
num.
Hinvegin komu eingi boð um, at
Ári skuldi hava tveir daga leikbann,
og tí varð roknað við, at hann var
millum spælararnar leygardagin. Og
í øllum førum var tað hetta, sum var
partur av teimum fyrireikingum,
sum Ingi Olsen hevði við sínum
monn um
eftir
venjingina
hós-
kvøldið.
– Men eg kann bara staðfesta, at
tað var tað ikki. Meðan venjingin var,
hevði eg fingið boð um, at Ári hevur
fingið tveir daga leikbann, og at
av gerðin ikki kann kærast.
– Í so máta er talan greið, og vit
mugu rokna málið sum endað, tí vit
fáa einki gjørt við tað kortini. Men
sjálvandi er tað ikki nøktandi, at
boð ini koma á hendan hátt. Tað eru
12 dagar síðani, at hann fekk reyða
kortið, og nú boðini koma, er tað
bara sum mailur frá einum privat-
per sóni. So tað var kanska heppið,
at vit vistu av, at viðkomandi veruliga
sat í Kappingarnevndini.
- Vit hava enntá fleiri ferðir rykt og
spurt okkum fyri, um talan bleiv um
ein ella tveir dagar leikbann, so tað
minsta tey kundu gjørt, var at boða
okkum frá hesum á ein virðiligan
hátt. Hendan framferðin vísir í øllum
førum ógvuliga lítla virðing fyri
okkara fyrireikingum til ein somikið
týðandi dyst, og eg kann ikki ímynda
mær, at hetta er ein framferð, sum
Kappingarnevndin er serliga errin
um, sigur Neistavenjarin.
Finnland og Svøríki eru
eisini at finna millum
10 tey ovastu londini í
heiðursmerkjayvirlitinum
Komandi vikuskiftið byrja olympisku
vetrarleikirnir í Vancouver í Kanada.
Fer tað at ganga, sum tað plagar
at ganga á olympisku vetrarleikun-
um, so hevur norska fólkið nógv at
gleða seg til. Tí Noreg er eitt
stórveldi, tá tað kemur til olympisku
vetrar leik irnar. Í tí søguliga yvirlit-
unum, har roknað verður frá teimum
fyrstu vetrarleikunum í 1924, og
fram til dagin í dag, er Noreg tann
nógv mest vinnandi OL-tjóðin.
Tey 20 fremstu londini í tí søguliga
yvirlitinum eru hesi, við vunnum
gull merkjum,
silvurmerkjum
og
bronsu merkjum :
heris@sosialurin.fo
Heri Simonsen
Vistu einki um
leikbann
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Noreg er fremst á vetrarleikunum
Land
gull
silvur bronsa
íalt
Noreg
98
98
84
280
Sovjetsamveldið
87
63
67
217
USA
78
80
58
216
Týskland
68
65
46
179
Eysturríki
51
64
70
185
Svøríki
43
30
44
117
Finnland
42
57
52
151
Eystur-Týskland
39
36
35
110
Kanada
38
38
43
119
Sveits
37
37
43
117
Italia
36
31
34
101
Russland
33
24
19
76
Land
gull
silvur bronsa
íalt
Niðurlond
25
30
23
78
Frakland
25
24
32
81
Suður-Korea
17
8
6
31
Vestur-Týskland
11
15
12
38
Japan
9
10
13
32
Stórabretland
7
3
10
20
Kina
4
16
13
33
Kroatia
4
3
0
7
heris@sosialurin.fo
Heri Simonsen
Tað skuldu ganga 12 dagar, áðrenn Kappingarnevndin hjá HSF tók støðu til, um reyða kortið hjá Ára
Dam móti KÍF skuldi kosta ein ella tveir daga leikbann. Boðini komu til Neistan hálvtannað samdøgur
undan steypafinaluni