Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-12, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. februar 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 12. februar 2010 – Nr. 30 Uttan Giggs í fýra vikur Ryan Giggs bleiv skaddur tá hann rendi saman við Steve Sidwell í dystinum í fyrrakvøldið, tá Aston Villa og Manchester United spældu javnt á Villa Park. Tað er nú staðfest at Ryan Giggs ikki kann spæla fótbólt í fýra vikur. Hetta merkir at Sir Alex Ferguson má síggja burtur frá 36-ára gamla walisanum til Champions League dystirnar móti AC Milan. Hann verður heldur ikki tøkur til Carling Cup finaluna, sum verður 28. februar. Gólv fyri hálva millión Tað er ikki hissin karmar, sum hondbóltsfinalan verður spæld í. Vanliga er høllin á tremur við væl hýrdum áskoðarum, og í fjør varð talan eisini um altjóða hondbóltsgólv. Gólvið keypti Tórshavnar Kommuna fyri hálva millión, soleiðis at altjóða undankappingardystir kundu spælast í høllini, men bæði leygar- og sunnudagin verður undirlagið nýtt til steypafinalur hjá vaksnum og yngru deildum. Hóast tær avgjørt ikki ætla sær at geva upp, longu áðrenn dysturin er byrjaður, so ásanna tær í VÍF, at Stjørnan er favorittur Elsti spælarin hjá VÍF er bara 24 ára gomul. Liðið er akkurát flutt upp í Sunset-deildina eftir at eitt mest sum fullkomið ættarliðsskifti er farið fram, og eingin av spælarunum á lið num hevur áður staðið í eini steypa finalu. Tað hevur fingið tey flestu til at avskriva spenningin í kvinnufinaluni, men stórskjúttin hjá VÍF, Liljan Djur- huus, vil á ongan hátt avskriva seg og sínar. – Sjálvandi er Stjørnan favorittur, og tað er væl tey fæstu, sum vænta nakað av okkum til dystin. Men talan er altso um eina finalu, og sjálvandi trúgva vit uppá, at vit kunnu skapa sensatiónina. Annars kanst tú bara gev ast beinanvegin, sigur Liljan Djur huus. Hóast hon og liðfelagarnir nú fyri fyrstu ferð rigga seg til at spæla steypa finalu, so er hetta ikki nakað, sum hevur rúgva alt ov nógv hesa farnu vikuna. – Vit hava roynt at vant á sama hátt, sum vit hava gjørt hinar vik ur- nar. Sjálvandi hava vit tosað nakað um finaluna, sum vit allar gleða okk- um til, men vit hava ikki gjørt nakað serligt burturúr. Eru so nakrar serligar taktiskar snill ur, sum tit hava vant nú til final- una? – Nei, tað haldi eg ikki. Sjálvani er venjingin rættað móti dystinum, men vit hava ikki uppfunnið nakað nýtt nú í evstu løtu. Hjá okkum er mest umráðandi, at vit klára at gera tað, sum vit eru bestar til. Sum árið hevur gingið, hava vit verið betri til at avmarka tær ringu løturnar í dyst- inum, og hesa ferð skulu vit vera á tærnum í 60 minuttir. Megna vit tað, og hava vit dagin, so kunnu vit gera tað. Og samstundis skulu vit so fegn ast um, at tað hjá okkum er ein sigur í sjálvum sær at vera í finaluni, sigur Liljan Djurhuus. Megnar Stjørnan at spæla sítt spæl, so eigur talan ikki at gerast um alt ov stóran spenning. Men tað setir eisini síni krøv at vera favorittur, heldur Una Olsen hjá Stjørnuni Hon hevur lyft Coca Cola-steypið hjá kvinnum oftari enn nakar annar spælari. Fimm ferðir hevur Una Olsen saman við liðfeløgunum í Stjørn uni verið við til at vinna steypa kappingina, og hóast Stjørn- an í flestum førum hevur verið favo- rittur, so hevur talan undan finaluni mest sum verið um eitt mantra. At ein finala er ein finala, og alt er opið. Verður hugt eftir stigatalvuni í ár, so er alt tó ikki eins opið. Stjørnan vann á Tjaldri í hálvfinaluni, og hetta kappingarárið hava tey bæði liðini verið í serflokki. Ein støða, sum eisini fær Unu at viðurkenna, at tær helst mugu átaka sær leiklutin sum stór- favorittar. – Eg haldi, at vit mugu viðurkenna, at vit eru stórfavorittar. Nú skal eg ikki ljóða hástór upp á nakran máta. Men er dagsformurin hjá okkum ikki í lagi, soleiðis at finalan gerst heilt spennandi, so er tað ikki nóg gott av okkum. Tí við allari virðing fyri VÍF, so eiga vit at vera somikið sterkar, royndar og kaldar, at vit vita, hvat skal til fyri at vinna finaluna. – Men samstundis ger júst tann veruleikin tað enn meira týdningar- mikið hjá okkum at taka uppgávuna í álvara. Vit mugu ikki halda, at vit bara kunnu spadsera okkum til sigurin, tí VÍF hevur avgjørt ikki nakað vánaligt lið. Og tað er sæð somikið ofta, at kemur tú skeivt inn til ein dyst, er tað ótrúliga tungt at venda tí. So vit mugu vera klárar í høvdinum frá fyrsta bríksli, sigur Una Olsen. Um hópin hjá Stjørnuni sigur hon, at Durita Christophersen, sum jú sjálv er úr Vestmanna, ikki er tøk, eftir at hon breyt sær fingurin. – Men vit eru væl mannað, og tað skal ikki vera nøkur umbering, um vit ikki præstera tað, sum vit eiga. Vit hava allar glett okkum til finaluna, og nú skulu vit bara syrgja fyri at vera til reiðar at fara á vøllin og spæla hana, sigur Una Olsen. Kvinnur 1987 Neistin I-Neistin II 13-12 1988 Neistin I-Neistin II 16-13 1989 Neistin-Søljan 29-07 1990 Neistin-Kyndil 25-12 1991 Skála-VB 12-11 1992 Neistin-Kyndil 16-09 1993 VB-Stjørnan 21-13 1994 Neistin-Stjørnan 15-14 1995 Neistin-Stjørnan 23-14 1996 Neistin-Kyndil 18-10 1997 Neistin-Kyndil 23-18 1998 Neistin-Kyndil 21-18 1999 VÍF-StÍF 21-20 2000 Kyndil-VB 22-21 2001 VÍF-VB 31-18 2002 VÍF-Stjørnan 22-18 2003 VB-VÍF 19-18 2004 Stjørnan-VB 20-19 2005 Stjørnan-Neistin 23-18 2006 Neistin-Stjørnan 18-14 2007 Stjørnan-VB 31-28 2008 Stjørnan-Kyndil 29-22 2009 Stjørnan-Tjaldur 25-23 Vinnarar 1987-2006 Neistin 11 Stjørnan 5 VÍF 3 VB 2 Skála 1 Kyndil 1 FAKTA Ein sigur at standa í finaluni jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Vit eiga at vinna Una Olsen ivast ikki í, at taka hon og liðfelagarnir uppgávuna í tí álvara, sum hon hevur uppiborið, so endar Coca Cola-steypið fyri sættu ferð í Klaksvík Liljan Djurhuus hevur verið stórskjúttin hjá VÍF í vetur. Nú standa hon og liðfelagarnir fyri størstu avbjóðingini á árinum