Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-12, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. februar 2010síða 27

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 12. februar 2010 – Nr. 30 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 27 Stórskjúttin hjá Neistanum noyðist kanska út á veingin, men hetta nervar ikki David Edvardsen, sum sigur, at tað týdningarmesta hjá Neistanum er at halda fast um sítt spæl Heitasti maðurin í føroyskum mans­ hondbólti í løtuni er uttan iva David Edvardsen úr Neistanum. Danski lámur in hevur skotið frá hond seinas tu dystirnar, og meðan Neistin støð ugt hevur økt um munin til næstu liðini, hevur David skotið seg á ovastu rók á máltindinum. Góða gongdin ber eisini við sær, at David saman við lið feløg u num tor ir at átaka sær favoritt­leik lutin und an leygardegnum. ­ Tað eru vit nokk. Hyggur tú eftir stiga talvuni, so eru vit 11 stig fremst. Kyn dil hevur sjálvandi vunnið ein dyst móti okkum, men hinvegin hava vit vunnið tvær ferðir á teim­ um. Og kunnu vit spæla, sum vit hava gjørt tað í seinastuni, so eiga vit at vinna, sigur David Edvardsen. Tá tað er sagt, so leggur David Ed vardsen tó eisini stóran dent á, at Kynd il er eitt lið, ið ikki skal undir­ metast. ­ Ein finala er jú bara ein dystur, so tað verður betra liðið á degnum, sum vinnur. Og Kyndil skal ikki undir metast. Teir hava nógvar góðar spælarar, og teir hava ein ótrúligan vilja, sum helst er størri, enn hann er tað hjá so øgiliga nógvum øðrum. So tað er eingin ivi um, at vit skulu vera á toppinum, sigur David Ed vard sen. Tá prátið varð gjørt, visti teir í Neista num ikki annað, enn at liðið var mest sum fullmannað. Eisini við Heina Hanusarson aftur á bakkinum, har David Edvardsen annars hevur stór trivist. Men merkir hetta, at David aftur má út á veingin? ­ Tað verður so upp til venjaran. Eg havi havt tað fínt á bakkinum, og eg havi skotið 10, 11 og 13 mál seinastu dystirnar. Hinvegin er Heini millum allarbestu spælararnar í Før­ oyum, og eg trívist eisini væl á veing i n um, og tað at skjóta flest mál, er ikki nakað mál í sjálvum sær. Og tað eru í øllum førum ikki nógv feløg, sum hava tveir lámar at man­ na høgra bakk við, so tað kann væl verða ein fyrimunur hjá okkum, sig­ ur David Edvardsen. Í Kyndli eru menn til reiðar at sveiggja seg upp til tað heilt stóra hondbóltsgildið, nú liðið aftur er partur av steypafinaluni ­ Eg haldi, at Kyndil má vera stórfavorittur. Janus Einar Sørensen hjá Kyndli dugir vanliga at taka til, og svarið kemur eisini alt fyri eitt, tá hann verður spurdur, um Neistin er so stórur favorittur, sum stigatalvan ger teir til leygardagin. ­ Skemt til síðis, so er Neistin sjálvandi favorittur. Men talan er um eina finalu, og sjálvandi trúgva vit uppá, at vit kunnu raka rætta dagin. ­ Men tað krevur so eisini, at vit duga at tackla uppgávuna rætt. Tekur tú seinasta dystin, sum vit splædu móti Neistanum, so høvdu vit einki at gera á vøllinum ta ferðina. Vit hava kanska verið í einum leikligum aldudali seinastu tíðina, har botnstøðið hjá okkum hevur verið sera lágt. Men hinvegin hava vit eisini víst, at toppstøðið er høgt, og tað er tað, sum vit skulu raka í 60 minuttir leygardagin. Júst tað at raka dagin, tá stórir dystir eru á skránni, er eitt kynstur, sum tit hava prógvað fleiri ferðir. Er ein finala nakað, sum veruliga fær tykkum á tærnar? ­ Sjálvandi. Ein finala er sum einstøk hending tað størsta, sum er í føroyskum hondbólti. Karmarnir eru øgiligir, og tí verður sera nógv lagt fyri. Og eg ivist ikki í, at tað verður ein sera spennandi dystur, sum verður at síggja. Vónandi eins spennandi, sum hann var í fjør, men við okkum sum vinnarum hesaferð, sigur Janus Einar Sørensen. Cole illa skaddur Ashley Cole bleiv illa skaddur í dystinum í fyrrakvøldið móti Everton. Chelsea sigur í dag, at teir vænta, at Cole fær torført við at koma fyri seg áðrenn Premier League kappingin endar í mai. Hjá Chelsea verður tað helst russiski Yuri Zhirkov, ið tekur yvir á vinstra bakkinum. Enska landsliðið kann hinvegin fáa torført við at finna eina góða loysn. Wayne Bridge, ið hevur verið fastur partur av enska landsliðshópinum, sigst ongan hug hava at spæla saman við fyrrverandi liðfelagnum John Terry aftur. John Terry bleiv herfyri avsettur sum liðskipari hjá enksa landsliðnum, tá tað kom fram, at hann millum annað hevði verið dekan ov góður við damuna hjá Wayne Bridge. Kyndil í seks finalum Verða yngru deildirnar taldar við, so er Kyndil partur í ikki færri enn seks steypafinalum um vikuskiftið. Tað er kanska ein lutur, sum grøna havnarfelagið hevur roynt áður, men 2010 man vera fyrsta árið, at Kyndil er í eins nógvum finalum á kvinnusíðuni sum á manssíðuni. Kyndil eigur umboðan í gentur 12, dreingir 12, gentur 14, gentur 17, dreingir 17 og í mansfinaluni. Finalan er serlig Menn 1985 VÍF­Kyndil 33­24 1986 Kyndil­KÍF 24­23 1987 Kyndil­Neistin 21­14 1988 VÍF­Kyndil 16­15 1989 VÍF­Kyndil 21­19 1990 Kyndil­VÍF 19­18 1991 Kyndil­Neistin 22­17 1992 Neistin­Kyndil 15­14 1993 VÍF­Neistin 22­18 1994 Neistin­VÍF 25­24 1995 Kyndil­StÍF 32­24 1996 Kyndil­VÍF 29­18 1997 VÍF­Kyndil 25­21 1998 H71­Kyndil 23­20 1999 VÍF­StÍF 24­23 2000 Kyndil­Neistin 22­20 2001 StÍF­VÍF 32­29 2002 StÍF­Neistin 30­28 2003 Kyndil­StÍF 26­25 2004 StÍF­H71 34­30 2005 StÍF­VÍF 28­23 2006 StÍF­VÍF 24­22 2007 StÍF­VÍF 26­25 2008 Kyndil­StÍF 28­23 2009 Neistin­Kyndil 27­26 Vinnarar 1985 – 2006 Kyndil 9 VÍF 6 StÍF 6 Neistin 3 H71 1 FAKTA jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Skulu spæla okkara spæl Skotarmurin hjá David Edvardsen hevur verið glóðheitur seinasta mánaðin. Men nógv bendir á, at hann aftur má út á veingin leygardagin Í fjør misnýtti Kyndil brotskast í evstu løtu, og tað tryggjaði Neistanum steypasigurin. Janus Einar Sørensen væntar og vónar, at talan verður um fult so spennandi uppgerð leygardagin