Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-12, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. februar 2010síða 28

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 12. februar 2010 – Nr. 30 Dystir um vikuskiftið Hondbóltur Steypafinala, kvinnur 13/02 13.30 Stjørnan-VÍF Steypafinala, menn 13/02 16.00 Kyndil-Neistin Steypafinalur, ung 14/02 12.50 Neistin-StÍF (gentur 10) 14/02 13.25 H71-Tjaldur (dreingir 10) 14/02 14.00 Kyndil-Neistin (gentur 12) 14/02 14.45 Kyndil-Tjaldur (dreingir 12) 14/02 15.30 Kyndil-Neistin a (gentur 14) 14/02 16.30 H71-VÍF (dreingir 14) 14/02 17.30 Kyndil-H71 (gentur 17) 14/02 18.45 Kyndil-H71 (dreingir 17) Flogbóltur Eik-ligan, kvinnur 14/02 14.00 ÍF-TB 14/02 14.00 Mjølnir-Dráttur 14/02 16.00 Fleyr-KÍF Eik-ligan, menn 14/02 16.00 Mjølnir-ÍF Mjølnir og Dráttur hitt­ ast sunnudagin í upp­ gerð, hvørki liðið hevur ráð at tapa, meðan trið ja liðið, ið liggur fram við har frammi, TB, hev ur lættan útidyst Nú kappingin í Eik-liguni hjá kvinn um er farin at halla, økist spenn ingurin um, hvør skal í FM-finaluna ímóti SÍ, sum í løtu- ni er seks stig framman fyri næs tu liðini og tí hevur gott og væl annað beinið í finaluni. Tvey av liðunum, sum liggja fram við, spæla sunnudagin ímóti hvørjumøðrum, tá Mjølnir í Badmintonhøllini í Klaksvík tek ur ímóti Drátti. Her hevur hvør ki liðið ráð at tapa, tí saman við teimum er TB í trunkanum – men við fleiri dystum at geva út av. Serliga hjá Drátti ræður um at vinna nú, tí annars ganga møgu leikarnir undan. Men sam stundis ræður eisini um hjá Mjølni at vinna, tí annars verður trumf urin spældur upp í hend- ur nar á TB. Tvørakvinnur skulu hesa ferð spæla útidyst á Kamsdali ímóti ÍF, sum á pappírinum skuldi ver- ið ein yvirkomilig uppgáva hjá TB, sum nokk má metast sum heita sti avbjóðarin av teimum trimum liðunum, ið liggja aftan fyri SÍ. Fleyr var leingi við í tí kapp- ing ini, men er í síðstuni dragnað so mikið, at liðið ikki longur kann roknast ordiliga upp í kapp ingina millum tey fremstu. Fleyr skal hesa ferð á heimavølli spæla ímóti KÍF, og í tí dystinum eru havnarkvinnurnar í øllum før um greiður favorittur. Mjølnir vil vinna Hjá monnunum er bara tann eini dysturin hesa ferð, og hann er í Klaksvík millum topp og botn, Mjølnir og ÍF. Her skal Mjøl nir bara hugsa um at vinna á ÍF, sum enn einki stig hevur fing ið í vetur. Sigurin skal tryggja Mjølnir, at SÍ ikki verður ver an di frammanfyri á stiga- talvu ni. Mikukvøldið gjørdist greitt, at Mjølnir og SÍ skulu spæla FM- final ur nar hjá monnum, men enn eru ikki allar súður syftar, tí tað av liðunum, ið endar lands- kapp ingina sum nummar eitt, fær heimadyst í einari møgu- ligari triðju finalu. Tí fara bæði lið ini at royna eftir odda sessi- num til tað síðsta. hil Eftir hálvtannað ár í útlegd, kemur flogbóltsspælarin, Sólvá Dimon, nú heimaftur til Føroya. Hon fer at styrkja um liðið hjá TB í trimum teimum síðstu dystunum í landskappingini hjá kvinnunum Fyrru hálvu av kappingarárinum vóru tveir føroyskir spælarar í bestu donsku flog- bólts deildini, men nú er eingin eftir. Mána- dagin kemur 21 ára gamla Sólvá Dimon heim aftur, eftir at hon í eitt hálvt ár hevur spælt við danska felagnum, Brøndby VK. Eisini 19 ára gamla Karina Debes, sum spæl di við Gentofte Volley í fyrru hálvu, hevur verið heima síðani á jólum og hevur spælt við Fleyr. – Eg vildi fegin hildið fram, tí tað er ser- liga torført at fara avstað, nú eg júst eri kom in ordiliga fyri meg og í síðstuni havi fing ið nógva spælitíð. Men eg skal ikki í skúla aftur fyrr enn í august og fái einki arbeiði niðri í løtuni, so tá eg onga inntøku hevði, mátti at velja at flyta heimaftur í eina tíð, sigur Sólvá Dimon, sum í hálvtannað ár hev ur roynt seg sum flogbóltsspælari í bæði Luxembourg, Svøríki og Danmark. Í fyrraárið spældi hon í eitt hálvt ár við felagnum, VB Amber-Lënster, í Luxembourg, áðr enn hon í eitt lítið hálvt ár spældi við Svedala Volley í bestu svensku deildini. Og síðani í summar hevur hon so spælt við Brønd by VK í bestu donsku deildini. Noyðist at bíða – Hetta hevur verið ein bæði gevandi og læru rík tíð uttanlands, har eg havi tikið meg nógv fram og fingið gott viðføri sum spælari. Men samstundis verður tað eisini stuttligt at koma heimaftur at spæla við TB, sum eg ikki havi spælt við í meiri enn tvey ár, sigur Sólvá, ið noyðist at bíða til síðst í hes um mánaðinum, áðrenn hon kann spæla fyrsta dystin í Eik-liguni. – Eg spældi síðsta dystin við Brøndby VK tann 27. januar, so eg má bíða ein mánað, áðr enn eg sleppi at spæla ein dyst í Før oy- um. At tað so verður ímóti SÍ í Sørvági, ger tað ikki verri, og eg gleði meg til at síggja allar spælararnar aftur, sum eg kenni so væl – eitt nú frá landsliðnum. Í longri tíð stríddist Sólvá Dimon við ein skaða í økslini, sum gjørdi, at hon ikki fekk sligið ígjøgnum, men í staðin brúkti ven jar- in hana sum eitt slag av libero. Í síðstuni er hon tó komin fyri seg og hevur ikki longur fortreð av skaðanum. – Tá eg havi spælt dyst og verið til venj- ing, havi eg brúkt ein akslahitara, ið hevur hjálpt væl. Eg havi onga pínu longur í øks- lini, men eri nokk so eym eftir dyst og venj- ing, tá armurin hevur verið brúktur, sigur tvør akvinnan, ið hevur fingið at vita frá Brøndby VK, at har vildu tey fegin sæð hana aftur sum spælara, tá hon eftir ætlan fer niður aftur í august mánaði. Flogbóltur Eik-ligan, kvinnur vunnin tapt sett- dystir v - t sett sett munur stig 1 SÍ 15 14 - 1 43 8 35 17 2 TB 13 10 - 3 33 15 18 11 3 Dráttur 15 8 - 7 31 23 8 11 4 Mjølnir 14 9 - 5 32 21 11 10 5 Fleyr 14 7 - 7 26 25 1 7 6 ÍF 15 2 - 13 7 40 -33 2 7 KÍF 14 0 - 14 2 42 -40 0 Eik-ligan, menn vunnin tapt sett- dystir v - t sett sett munur stig 1 SÍ 15 11 - 4 37 20 17 16 2 Mjølnir 14 11 - 3 35 15 20 15 3 Fleyr 15 6 - 9 31 32 -1 8 4 ÍF 14 0 - 14 3 39 -36 0 Sólvá Dimon heimaftur Avgerandi uppgerð í Klaksvík einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Sólvá Dimon kemur aftur til Føroya mánadagin, eftir at hon í hálvtannað ár hevur roynt seg sum flogbóltsspælari í bæði Luxembourg, Svøríki og Danmark Mynd: Thomas Guldager Raul til New York 32 ára gamli Raul, ið er tann spælarin, sum hevur skotið flest mál í søguni hjá Real Madrid, hevur sitið nógv á beinkinum seinastu tvey kappingarárini. Og tað hevur eftir øllum at døma gjørt, at hann nú hevur tikið avgerð um at skifta felag. Spanska Marca veit í øllum førum at siga, at Raul og New York Red Bulls eru komin ásamt um eina avtalu, sum tryggjar honum somu løn, sum hann í dag fær í Spania. Enn eru tíðindini ikki váttað, men Raul sigur við blaðið, at hánn í 15 ár hevur vunnið tað, sum kann vinnast við Real Madrid. Og at tað sjálvandi ikki er nøkur nøktandi støða, nú hann hevur sitið á beinkinum seinastu tríggjar mánaðirnar. Maradona skeldar Valdano Argentinski landsliðsvenjarin, Diego Maradona, er í øðini um Valdano, sum í 1986 var álopsmakkari hjá Maradona, tá Argentina vann HM. Valdano er í dag ítróttarstjóri í Real Madrid, sum hevur tríggjar argentinskar spælarar í hópinum. – Hann átti at tryggja teimum spælitíð og á tann hátt hjálpt landi sínum. Men hann hevur syrgt fyri, at Fernando Gago ikki sleppur nakran veg, hóast hann ikki verður nýttur í Madrid. Og Higuain situr á beinkinum, hóast hann hevur skorað meira enn Benzema og Raul. Og tað er ikki nøktandi, tí eg vil hava spælarar, sum eru í dystarvenjing, sigur Maradona.