fríggjadagur 12. februar 2010síða 29
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 30 - 12. februar 2010
29
lýsingar
Løgfrøðingur og skrivstovu
lærlingur til Føroya Kærustovn
Vit hava fingið nýggjar uppgávur
og hava brúk fyri einum løgfrøðingi
og einum skrivstovulærlingi.
Løgfrøðingurin
Arbeiði fevnir í høvuðsheitunum um at
lýsa og viðgera kærur frá borgarum og
fyritøkum, at gera kærunevndunum til
mæli um avgerð, at hava samskifti við
kærarar og stovnar innan kæruøki og at
luttaka í gerð av ársfrágreiðingum, av
gerðarsøvnum og vegleiðingum til stovn
ar og borgaran
Vit bjóða spennandi starv við avbjóð
ingum, fakliga eins væl og persónliga.
Talan er um sjálvstøðugt starv í góðum
arbeiðsumhvørvi og góðar skeið og eft
irútbúgvingarmøguleikar
Tú hevur løgfrøðiliga útbúgving og
dugir at arbeiða sjálvstøðugt og saman
við øðrum um størri arbeiðsuppgávur.
Lesandi, sum eru um at vera liðug við
lesnaðin, eru eisini vælkomin at søkja.
Løn og setanartreytir verða sambært
sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið
og Búskapar og løgfrøðingafelagið.
Starvið verður at seta frá 1. apríl ella
eftir avtalu. Talan er um parttíðarstarv,
svarandi til 60% av fullari tíð fram til 1.
september 2010, tá møguleiki er fyri at
fara upp á fulla tíð.
Skrivstovulærlingurin
Talan er um eitt gott og fjølbroytt læru
pláss innan almenna fyrisiting. Umframt
vanligt skrivstovuarbeiði við telefon og
viðskiftaavgreiðslu, skjalaskráseting og
málsviðgerð, fevnir arbeiði eisini um
kærufundaravgreiðslur og bókhald.
Tú hevur HF, HH ella studentsprógv,
góðan málsligan kunnleika og dugir væl
at brúka teldu.
Løn og setanartreytir verða sambært
sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið
og Starvsmannafelagið. Starvið verður
at seta frá 1. apríl ella eftir avtalu.
Umsóknir við prógvum og møguligum
viðmælum skulu vera okkum í hendi í
seinasta lagi mikudagin 3. mars 2010.
Áhugaði eru vælkomin at seta seg í
samband við Anju Hovgaard, stjóra ella
Peturbjørg Jensen, deildarleiðara fyri at
frætta nærri um størvini.
Um stovnin: Føroya Kærustovnur er óheftur stovnur undir Innlendismálaráðnum. Stovnurin fyrireikar kærumál til Kærunevndina
í almanna- og heilsumálum, Skatta- og avgjaldskærunevndina, Kærunevndina hjá Stuðulsstovninum, Kærunevndina í Lendismálum,
Vinnukærunevndina og Psykiatrisku Sjúklingakærunevndina. Harumframt er Kærustovnurin skrivstova hjá Skuldarumskipanarnev
ndini og Fjølmiðlanevndini. Á stovninum starvast í løtuni 7 fólk, stjórin, tríggir løgfrøðingar og trý skrivstovufólk.
Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka · Postsmoga 45 · 110 Tórshavn · Tel 32 05 85
Fax 32 05 90 · teldupostur: kaerustovnur@kaerustovnur.fo
Kunngerð nr. 99 frá 4. juli 1994
Dugnaskaparroynd
í motorpassing
Sosialurin/KvR · 34 18 00
Um nóg stórur áhugi er, byrjar skeiðið
»Dugnaskaparroynd í motorpassing«
á Tekniska Skúla í Klaksvík mánadagin
6. apríl 2010.
Frálærutíðin er 160 tímar innan maskin
læru, ravmagnslæru, kølitøkni, eld
sløkking og tænastu kunnleika.
Prógvið gevur rættindi at passa motorar
við framtøkumegi uppá 449 kW.
Luttøkukostnaðurin er 8.500 kr.
Áhugað verða biðin um at venda sær til
skúlan á telefon 456311 ella umvegis
teldupost á runih@tsk.fo
Meira fæst at vita um tekning, skúla
gongd og próvtøku frá Hans Jacob á
Kósini, lærara.
Tekniski Skúlin Klaksvík
www.tsk.fo
Søkt verður eftir stjóra til
Norðurbryggjuna í Keypmannahavn
Norðurbryggjan (Nordatlantens Brygge) er ein
mentanardepil hjá Føroyum, Grønlandi og Íslandi
í Danmark. Norðubryggjan er á Christianshavn í
einum nútímansgjørdum, friðaðum pakkhúsi, og
fevnir um mentanarvirksemi, ráðstevnuvirksemi,
matstovuna Noma, sendiharrastovu Íslands og
sendistovu Føroya og Grønlands.
Tann nýggi stjórin skal hava royndir innan menta-
narvirksemi, hava holla vitan um mentanina í
londunum í útnorðri, og harafturat leiðsluroyndir
frá mentanarstovnum, umframt góð evni at sam-
starva og leiða ein nýmótans stovn.
Les starvslýsingina á heimasíðuni www.bryggen.dk
Handilshøli til leigu á Skála
Høli 225 m2, har sum Josi, er til
leigu frá 15. mai. Kann nýtast til
ymisk endamál.
Tlf. 441309 / 210793
Hús til sølu
Nýggj tvíhús til
sølu í Runavík
telefoN 56 20 70 / 56 20 80
Hús til sølu
Nýggj tvíhús til
sølu í sundalagnum
telefoN 56 20 70 / 56 20 80