fríggjadagur 12. februar 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 30 · 12. februar 2010
2
VIKUSKIFTI
Kjólarnir sum
stjólu myndina
Við
kaldan
dreym
Redaktørur: Inna Törnroos
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Anna Nygaard / Rólant Waag Dam
4 REPoRTASJA: HVat bjóðaðu 80' 90' 00' -ini oKKum
6 TIPS: turKis
8 SAmRøðA: anna nygaard frá X-factor
10 90 SEkuND: carl jóHan jensen
12 TIl ARbEIðIS: umborð á smyrli
13 umAfTuRAfTuRumAfTuR: Høgni djurHuus
14 SAmRøðA: sólVit simonsen misti tVeir abbasynir
17 REPoRTASJA: grýlufest
18 SPyRST So lIvST: rigmor sVarar
19 míN bESTA uPPSkRIfT: fastaláVintsbollar
23 TAð hENDuR: Konsertir, bøKur, sendingar osfr
24 vIkumyNDIN: besta myndin í ViKuni
design
inna törnroos
inna@sosialurin.fo
Sorry Jógvan og Jens Marni! Tit vóru
flottir, men tað vóru also vertirnir,
sum stjólu Grand Prix-myndina leyg-
arkvøldið. Í Danmark var tað vertinnan
Julie Berthelsen, og í Íslandi vóru tað
tær báðar Ragnhild Steinunn og Eva
María Jónsdóttir.
Seinasta leygarkvøld sótu nokk
óvanliga nógv fólk framman fyri
sjónvarpsskíggjanum. Fyrst var danska
Melodi Grand Prix á skránni, og nakrar
tímar seinni var íslendska. Bæði við
føroyskum luttakarum.
Í Danmark vóru tað tey bæði Felix
Smith og Julie Berthelsen, sum leiddu
sendingina. Julie við sloktari frisúru,
sum fekk sína frágreiðing, tá hon og
Felix fingu sær eitt bað mitt undir send-
ing. Kjólin hjá henni minti mest um ein
dalmatinarahund, og longdist ein eftir,
at hon skifti til okkurt litríkt, ið passaði
betur til hennara litir.
Fyrrverandi miss Ísland
Annað var, tá tær íslendsku vertirnir
komu á skíggjan. Víst var íslendska
sendingin í so keðilig, men tær báðar
Ragnhild Steinunn og Eva María Jóns-
dóttir við vøkrum svørtum og gráum
kjólum vóru so avbera vakrar, so tað
bar ikki til at sløkkja.
Ragnhild Steinunn er vælkendur
vertur í íslendskum sjónvarpi og fyrr-
verandi miss Ísland.
– Kjólarnir eru designaðir av
íslenska sniðgevanum
Biritu Bjørnsdóttir.
Hon hevur gjørt næst-
an allar kjólar og draktir, eg eri í, tá
eg eri á skíggjanum, sigur Ragnhild
Steinunn.
Birita Bjørnsdóttir hevur egna
merkið Júniform og hevur handil mið-
skeiðis í Reykjavík. Hon er kend fyri at
gera sermerkt pløgg, har onki er líka.
– Eg elski hennara klæði, hon er
so dugnalig, sigur Ragnhild Steinunn
Jónsdóttir.
Birita Bjørnsdóttir hevði eisini gjørt
kjólan sum vinnarin Hera Bjørk var í.
KlUmma
eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Einaferð vaknaði ein politikari í Sunda lag -
num við kaldan dreym. Flokkurin hjá hon um
sá út til at blíva rættiliga stórur til kom andi
valið, men eftir øllum at døma fóru per són-
ligu atkvøðurnar at verða ov fáar.
Her var bara eitt at gera: Vallógin mátti
broytast, so fólkini hinumegin brúnna eisini
kundu velja seg.
Hetta fekk politikarin ígjøgnum. Nógv
vóru glað, tí nú bar til hjá útróðrarmonnum í
Sumba at velja kunoyingar.
So fantastisk var nýggja skipanin, at hvør
kúllur ella gella, sum nú einaferð valdi at
stilla upp í Havn, kom inn.
Úrslitið bleiv, at øll hini, máttu gera
enn meira burturúr tunnilsdreymum og so
framvegis. Hetta bleiv hjá øllum, sum nú
vóru komin inn í Havn, til eina marru.
Nú vaknaði meginparturin við kaldan
dreym.
Sundalagsdreymurin, har øll skuldu hava
sama møguleika, var vorðin ein marra hjá
meginpartinum av tinginum.
Tey í tinginum, sum hildu »sama møgu-
leika« vera idiotiskan, gjørdu uppskot, so
sundalagsmaðurin ikki skuldi fáa atkvøð ur-
nar hinumegin brúnna.
Síðan varð kannað, hvør kom inn, um
ongin brúgv var við streymin.
Nú funnu nøkur av teimum somu, sum
vildu skera av við brúnna, útav, at nú komu
tey ikki inn allíkavæl. Tað fekk tey at vakna,
og tí gjørdu tey av, at nú skuldi brúgvin um
streymin kanska aftur hava nakað at siga.
Flott. Flott! Okkara fólkavaldu.
Gerið tit bara eina skipan, sum ger, at
ongin í tinginum kann skiftast út! Onki
valdømi! Tað er nógv tað rættasta! Tit sita
við øllum valdinum at broyta tað sjálvi! So
kunnu tit sova søtan har uppi í tinginum,
meðan landið fer av knóranum. Og vit onnur
sleppa undan at stríða okkum í valhølini
fjórða hvørt ár.
Tað verður í hvussu so er meiri rationelt
enn hetta kjakið, um eg – ein einstøk atkvøða
á Eiði – sleppi at velja ein tjørnuvíking, ella
um eg bara sleppi at velja mannin á Oyrar-
bakka.
innihALD
tekning: óli p
Vertinnurnar í íslendska grand prixinum Ragnhild
Steinunn Jónsdóttir og Eva María Jónsdóttir.
Donsku vertirnir Felix Smith
og Julie Berthelsen.
Vinnarin í íslendska grand
prixinum Hera Bjørk.
Birita Bjørnsdóttir
er sniðgevin
handan teir flottu
íslendsku kjólarnar.