fríggjadagur 21. desember 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 247 - 21. desember 2001
Nr. 247 - 21. desember 2001
3
Takk
Kæru tit, ið heilsaðu, vitjaðu og gleddu
meg á 80 ára degnum, takki eg hjartaliga,
og ynski tykkum øllum eini góð og hugna-
lig jól.
Vinarliga
Helgi Øster
Tøkk
Øllum tykkum, ið gjørdu okkum gullbrúd-
leypsdagin tann 2. desember so hugna-
ligan, takka vit hjartaliga.
Takk fyri vitjan, gávur, blómur, fjarrit
og uppringingar.
Gleðilig jól og gott nýggjár.
Maria og Magnus Jacobsen
Framman fyri mær stendur
myndin av tær, tú hyggur at
mær
við
einum
so
kærleiksfullum eygnabrái,
meðan eitt lítið smíl spælir
um tín munn. Tú útstrálar
eina styrki, tað er sum tú
sigur við meg: Jú mamma,
tú klárar tað, tú má klára
tað.
Soleiðis segði tú so
mangan við meg, meðan tú
livdi. Tað vísti seg, at tá eg
var sterk, var tú veik, og tá
eg var veik, var tú sterk.
Soleiðis fóru vit báðar
saman ígjøgnum lívið. Tú
kom inn í mítt lív sum ein
sólstrála, tú lýsti upp, so
sorgarmyrkri ikki hevði
valdið meir. Tú grøddi
sorgarsárini, ið eg hevði í
mínum hjarta.
Frá tí tú var lítil, hevði tú
eina slíka umsorgan fyri
øllum, fyri tínum foreldr-
um, ommum og abbum og
tínum systkjum, ja, tað var
ikki av ongum, at tey kall-
aðu teg lítla mamma, og
soleiðis var tú, góða Heidi,
ja, tað síðstu náttina úti á
sjúkrahúsinum, tá tú var
móð og sjúk, ja, so kundi tú
hugsa um onnur. Mamma,
er tú ræðuliga móð, kom og
legg høvdið niður her á
songina hjá mær, kanska tú
sovnar eina løtu. Er tú køld
mamma, lat teg í mína
troyggju, Og, mín góða
Heidi, umsorgan fyri tínum
fylgdi tær frá tí tú var lítil,
tíl tína síðstu stund.
Tá vit mistu teg, mistu vit
so nógv, tað kann ikki
sigast við orðum, tú var
tann berandi kraftin hjá
okkum. Seinastu jól høvdu
vit tilrættislagt alt so væl og
tú fyrireikaði alt. O, sum tú
skundaði tær at blíva liðug
til jólar, ja, tá tú mátti fara
frá okkum tann 10. des. ja,
so var tú atlíkavæl liðug at
pakka tær flestu jólagáv-
urnar, tað var sárt at fáa
jólapakkarnar í hendurnar
jólaaftan, men atlíkavæl
valdu vit at gleðast.
Tá eg nú í ár síggi jóla-
stákið, ja, so leita tankarnir
aftur til tíðina seinasta ár, tá
vit gingu so glaðar og
keyptu
jólagávur
og
gleddust yvir alt tað vakra,
meðan eisini nøkur tár
kundu renna, tá eitt jólalag
vakti nøkur minnir og rørdi
við
onkran
særdan
hjartastrong, tár, ið kvikliga
blivu turkaði burtur, vit
vistu jú, at tað kundi ikki
verða øðrvísi.
Og tey vælsignaðu minn-
ir, men sum í dag grípa
hjarta við einari slíkari
megi, at tað kennist sum
um hjarta verður kroyst, ja,
sum hvør blóðdropi verður
drivin úr tí, og tað ikki
orkar at sláa meir, fyri
hvørt eitt slag tað ger, er tað
sum tað skríggjar: Hví?
hví? hví? – Ja, hví. Einki
svar, tøgn, men eitt veit eg,
ikki hevði eg vilja verið tað
ríkidømi fyri uttan at hava
átt teg Heidi, tí vil eg tolin
bera sorgina. Lívið verður
ongantíð tað sama aftur, tað
veit eg, men vit minnast teg
í kærleika, tú livir í okkara
tonkum og vit elska teg,
kærleikin doyr aldrin. –
Men hví mátti tú fara frá
okkum, tað skilja vit ikki,
so ung, so full av lívi, frá
tínum elskaði døtrum, nei
vit standa bara spyrjandi,
hjálparleys. Vit hava mist
so nógv við tær Heidi, tú
var tann, ið helt saman um
okkum, hvønn dag ringdi tú
og vildi vita, hvussu vit
høvdu tað. Vóru trupul-
leikar, gjørdi tú alt fyri at
loysa teir, tí eru vit sum
familja nógv fátækari í dag,
men lívið fer víðari og vit
mugu fylgja við. Jólini eru í
hondum,
gleðishátíðin.
Jólini verða ongantíð aftur
tað sama, sum tey vóru,
men tó blíva tað jól. Tey
verða hildin við sorgblídni
– gleðin og sorgin møtast.
Vit sakna teg elskaða
Heidi, men tú ert jú bara
farin heim til Jesuspápin
eitt sindur undan okkum,
vit eru jú øll á veg, vit skulu
jú møtast har heima ein
dag, har sorgin ikki nívir,
har deyðin ikki er. Hetta er
vónin ið ber okkum víðari.
Takk fyri alt okkara elskaða
Heidi.
Mamman
Minnir um Heidi
Tøkk
Øllum tykkum, ið á ein og annan hátt mintust meg á
90 ára føðingardegnum takk eg hjartaliga
Nicodemus Rasmussen
Somuleiðis vilja vit ynskja ætt og vinum, nær og fjar,
eini gleðilig jól og eitt av harranum vælsignað
nýggjár.
Rakul og Nicodemus Rasmussen
Strendur
ELDSBRUNI
Ingrid Bjarnastein
Hósmorgunin um 5.30 tíð-
ina kom eldur í eini raðhús
í Sornhústúni í Havn. Vakt-
havandi á politistøðini í
Havn sigur, at eldurin byrj-
aði í eini sofu. Orsøkin til
eldin er ikki greið enn.
– Eldurin byrjaði í eini
sofu, og sofur tendra ikki
av sær sjálvum. Tí gita vit,
at tað var ein sigarett, ið
elvdi til eldin, sigur vakt-
havandi á politistøðini í
Havn.
Ógvuliga stórur skaði
stóðst av eldinum – mest-
sum alt brendi úr teimum.
Eldurin spreiddi seg tíbetur
ikki til húsini við síðuna av,
men fingu tey húsini ógvu-
liga stóran roykskaða, veit
vakthavandi á politistøðini
at siga frá.
Eldurin var ógvuliga
stórur, men tað gekk væl at
sløkkja og gekk tað eisini
rímiliga skjótt fyri seg. Av
tí, at orsøkin til eldsbrunan
ikki er greið enn, verður
málið framvegis kannað.
Sigarett helst orsøk til eldsbruna
Ein sigarett er helst orsøkin til, at eldur kom í eini
raðhús í Havn í morgun
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
3
2