fríggjadagur 21. desember 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 247 - 21. desember 2001
Nr. 247 - 21. desember 2001
5
LEITING
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Útróðrarbáturin Eldorado
helt, uttan at vita tað, vakt-
artænastuna fyri gjøldur
mikukvøldið, tá stór leiting
varð sett í verk, tí útróð-
rarbáturin ikki hevði VHF
ella telefon frá.
Útróðrarbáturin Eldorado
var farin av Borðoyarvík
klokkan fimm seinnapartin
mikudagin og skuldi á
Klaksvík. Hesin túrurin
tekur vanliga ikki meira
enn ein klokkutíma, alt eftir
streymi,
men
klokkan
10.00 í mikukvøldið var
báturin ikki framkomin. Tá
boðaðu avvarðandi Vaktar-
tænastuni frá og Brimil og
Tjaldrið fóru beinanvegin
at leita. Eisini fór Alfapilot,
ein bjaragingarbátur úr
Klaksvík at leita.
Tríggjar tímar seinni, um
eitt tíðina, komu leitingar-
skipini fram á Eldorado.
Hann hevði verið fastur í og
hevði sleipað útróðrarbátin
Alma J. úr Funningsfirði.
Alma J. hevði fingið motor-
skaða, sigur vakthavandi á
Vaktartænastuni.
Útróðrarbátur:
Helt vaktartænastuna fyri gjøldur
Eldorado var komin frám á Almu J. Sum hevði fingið motorskaða, tí varð hann so nógv
seinkaður til Klaksvíkan, at fólk vóru bangin um hann
Mynd: Skipalistin
Alfapilot luttók í leitingini
Mynd: Skipalistin
Hóast 31 ára gamli
maðurin, sum mána-
dagin 19. november
varð tikin við 5 kilo
av hassji í bilinum,
ikki vildi kennast við
rúsevnini, fekk hann
eitt ára treytaleysa
fongsulsrevsing. 19
ára gamla kvinnan, ið
var við í bilinum,
varð fríkend
SMUGLING
Stefan í Skorini
Bæði maðurin og kvinnan
noktaðu seg sekan, eftir at
dómarin hevði lisið ákæru-
ritið upp fyri teimum. Tey
vórðu bæði ákærd fyri at
hava brotið lógina um
euforiserandi
rúsevni.
Ákærin vildi hava tey dømd
fyri at hava smuglað ólóg-
lig evni til landið við tí fyri
eyga at selja tey víðari í
Føroyum.
Kendi ikki til hassjið
Rættarfundurin vardi í heil-
ar seks tímar, hóast einki
vitni varð innkallað. Eftir at
hava hugsað seg um í nakr-
ar tímar, kunngjørdi dómar-
in dómin klokkan seks
mikukvøldið.
Maðurin varð funnin sek-
ur í ákæruni, og hann skal
inn at sita í eitt ár. Kvinnan
varð funnin ósek í ákæruni
og kann fara heim beinan-
vegin.
Maðurin vildi vera við, at
hann einki kendi til hassjið,
ið varð goymt í eykahjólin-
um á bilinum, ið varð leig-
aður í Danmark.
Dómarin metti, at frá-
greiðingin hjá manninum
varð óálítandi, at hann í
veruleikanum visti um rús-
evnini í hjólinum, og at
hann hevði sølu fyri eyga.
Tí varð hann funnin sekur.
Umframt at skula í geglið
skal maðurin gjalda sakar-
málskostnaðin úr egnum
lumma.
Dómarin vísti hinvegin á,
at vantandi prógv vóru fyri,
at kvinnan visti um hassjið.
Tí varð hon fríkend. Hon
kann nú krevja endurgjald
fyri ta tíðina, hon sum ósek
hevur sitið í varðhaldinum.
Eftir dómin tosaði tann
dømdi við verjan. Eftir
prátið boðaði hann frá, at
hann ikki fer at skjóta dóm-
in inn fyri hægri rætt, men
tekur við honum.
Aftur í varðhaldið
Eftir dómin kravdi ákærin,
at maðurin verður settur
aftur í varðhaldið beinan-
vegin, áðrenn hann fer at
sita dómin. Orsøkin var, at
maðurin fleiri ferðir fyrr er
dømdur fyri brot á lógina
um
euforiserandi
evni.
Seinast fyri einum ári síð-
ani.
Ákærin vísti á, at stórur
vandi tí er fyri, at maðurin
heldur fram við at fremja
somu lógarbrot. Harum-
framt er kanningararbeiðið
ikki liðugt enn, og við atliti
til hetta arbeiðið hevði
verið best, um maðurin
aftur varð settur í varðhald-
ið.
Verjin
mótmælti
og
segði, at eftir ein so harðan
dóm er eingin vandi fyri, at
maðurin heldur fram við
somu lógarbrotum. Harum-
framt var ætlanin, at mað-
urin skuldi halda jól við
sínum tveimum børnum.
Dómarin gjørdi av, at varð-
haldsfongslingin
heldur
fram, til hann skal sita tann
veruliga dómin. Hesin úr-
skurður varð heldur ikki
kærdur til Landsrættin.
Eftir kravi frá verjanum
varð harumframt lagt hald á
12.000 krónur, ið maðurin
hevði við sær til Føroyar.
Hesin peningur skuldi nýt-
ast til sakarmálskostnaðin.
Verjin vísti á, at maðurin
onga almenna inntøku hev-
ur, og tí hevði verið óvist,
um statskassin nakrantíð
fór at fáa peningin fyri sak-
armálið.
Afturlatin
rættarfundur
Eftir at hava sitið í varð-
haldinum í ein mánað
komu tann 31 ára gamli
maðurin og tann 19 ára
gamla kvinnan, sum bæði
eru í Danmark, fyri rættin
mikudagin. Tey vórðu tikin
19. november, eftir at toll-
arar funnu góð 5 kilo av
hassji í einum eykahjóli, ið
hekk undir bilinum, tá tey
komu í land úr Norrønu.
Rættarfundurin
varð
hildin
fyri
afturlatnum
hurðum, tí kanningarnar
hjá løgregluni í hesum mál-
inum enn ikki eru lidnar.
Ákærin nevndi, at persónar
í Danmark, sum løgreglan
hevur illgruna til, ikki eru
funnir enn. Tí hevði tað
verið óheppið, um smálutir
vórðu avdúkaðir á einum
opnum rættarfundi.
Dómarin tók undir við
hesum sjónarmiði, og verj-
in hevði ongar viðmerking-
ar til ynskið hjá ákæranum.
Tey hava verið varðhalds-
fongslað síðan 19. novem-
ber, og fyrstu tvær vikurnar
vóru tey avbyrgd, so tey
ikki skuldu hava møguleika
at ávirka møgulig vitni og
hvønn annan. Maðurin varð
síðani avbyrgdur í nakrar
dagar afturat, tí hann varð
undir høvuðsillgruna.
Ein 46 ára gamal maður
úr Føroyum eru eisini
skuldsettur, men hann er
leyslatin aftur eftir at hava
verið avhoyringar.
31 ára gamli danin fer
væntandi til Danmarkar at
sita dómin av sær.
Dómarin trúði ikki ákærda
HAGTØL
Stefan í Skorini
Í skrásetingunum yvir
fráboðanir til kriminal-
løgregluna sæst, at talið
av fráboðanum um brot
á lógina um rúsevni,
sum løgreglan hevur
kannað nærri, var til-
samans 54 í fjør. Hetta
er ein lítil vøkstur frá
1999, tá løgreglan kann-
aði 50 mál av slíkum
slag. Í 1998 var talið av
slíkum fráboðanum 42, í
1997 var talið 49 og í
1996 vórðu 52 mál um
brot á lógina um rúsevni
fráboðað løgregluni.
Hesi hagtøl, sum eru
fingin
úr
Árbókini,
snúgva seg um fráboð-
anir, sum løgreglan hev-
ur kannað nærri og ikki
um rættarmál.
Tað sæst hinvegin
ikki, hvussu nógvir per-
sónar av teimum kann-
aðu í veruleikanum eru
dømdir fyri lógarbrotið,
ið teir eru undir illgruna
at hava framt.
54 narkomál í fjør
Maðurin, sum vendir nakkan til, varð funnin sekur í at hava smuglað rúsandi evni og við sølu fyri eyga. Hann skal inn at sita í eitt ár og skal harumframt rinda
sakarmálskostnaðin. Tann unga kvinnan varð ikki funnin sek. Aftanfyri stendur løgreglumaðurin, ið hevði málið um hendi
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
5
4