Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. februar 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 31 - 15. februar 2010 Portørarnir á Lands­ sjúkrahúsinum fáa stuðul frá flestu starvsfólkunum í húsinum. Dagarnir ganga, at tað er farið at stinka frá vátum klæðum, sum hópa seg upp á deildunum Landsjúkrahúsið Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo myndir: Jens Kristian Vang Í dag eru 10 dagar lidnir, síðan teir flestu portørarnir i landinum fóru í verkfall. Og nú er averkfallið av álv­ ara farið at merkjast á Lands­ sjúkrahúsinum. Í forhøllini standa fleiri sekkir av skitn­ um klæðum og av burturkasti hvørt um annað. Tað sama er á øllum deildunum. Á onkrari deild hava starvsfólkini tikið eina stovu burturav til at koyra skitin klæðir og burtur­ kast í. Vindeygað er opið orsakað av deyminum. Summastaðni, ett nú á skaðastovuni, síggjast stórar flugur flúgva rundan av burturkastið. Leiðslan á Landssjúkra­ húsinum hevur onga avtalu um at beina burtur skitnu klæðini og burturkastið. Lukt­ ur smittar ikki, men kemur hol á ein posa, og tað seyrar frá, fáa yvirlæknarnir álagt frá leiðsluni at fáa posan burtur frá ferð til ferð. Halda eyga við verkfalsbrótarum Rani í Líð, álitismaður hev­ ur uppgávuna at ansa eftir, at onnur starvsfólk ikki gera arbeiðið hjá portørun­ um. Nakrar ferðir hevur hann verið eftir sjúkrarøkt­ arfrøðingum, sum hava gjørt portørarbeiði. Hann hevur ikki steðgað teimum, men boðað felag teirra frá. ­ Har hevur Vár í Gong, forkvinna verið góð at sam­ starvað við, sigur Regin í Líð. Hann sigur, at stuðulin frá fleiri feløgum styrkir støð­ una hjá portørunum væl. Undir verkfallinum eru bara fáir portørar til arbeiðis á Landssjúkrahúsinum, ein vaktleiðari, fýra portørar, soleiðis at tveir sjúkrabilar kunnu fra út og so álitismað­ urin. Men teir gera bara bráfeing­ is arbeiði. Tá ið deildirnar skulu hava sengur ella klæðir, gevur portørarnir loyvi til, at deildirnar fáa hetta. Standa fast Rani i Líð sigur, at portørar­ nir hava ongan skund at fáa verkfallið av, tí nú gevast teir ikki, fyrr enn teir hava fingið kravdu lønarhækkan­ in. ­ Vit eru allir sum ein stór­ ur steinur, ið ikki kann flytast, sigur Rani í Líð. Hann heldur, at fólk skilja teirra krav um at fá hægri løn. Byrjanarlønin er góðar 17.000 krónur, og eftir 15 ár i starvi er lønin góðar 19.000 krónur. ­ Hetta er alt, alt ov lítið. Vit krevja at fáa løn í mun til ábyrgdina, og hugsast má eisini um, at vit hava útbúgving sum viðgerðar. Vit eru bara løntir sum ófak­ lærdir arbeiðsmenn, sigur Regin í Líð. Liva av yvirtíð Hann heldur lønina vera alt ov lága, og tað hevði ikki gingið, um teir ikki fingu yvirtíðarløn og viðbøtur. ­ Men tað kann ikki vera rætt, at vit skulu liva av yvirtíðini, sigur hann. Nakað annað er, at nú Landssjúkrahúsið skal sara so nógv, verður kravt, at portørarnir fríganga. Minni fáa teir útgoldið. Av teimum 45 portørunum í landinum eru bara fýra framvegis limir í Havnar Arbeiðsmannafelag. Harav eru tríggir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, so har gongur arbeiðið sína vanligu gongd. Regin í Líð skilir væl teir fýra menninir, at teir ikki vilja skifta felag, tí teir eru komnir so upp í árini, at teir missa eftirløn við at flyta. ­ Vit hava allir valt hetta arbeiði, tí okkum dámar tað. Okkum dámar at hjálpa fólki, men nú eru tað vit, sum hava brúk fyri hjálp, sigur Regin í Líð. Hann rósar portørleiðsl­ uni, sum ger nógv fyri at betra arbeiðsførleikarnar hjá portørunum. Men lønin átti at fylgt við, sigur hann. Regin í Líð nevnir, at eftir 20 árum er lønin bara hækkað við 4.500 krónum. Gevur meira at lossa Hann er sannførdur um, at tapa portørarnir hetta stríð­ ið, fara summir at umhugsa at gevast, tí tað gevur væl hægri løn eitt nú at lossa á keiini. Hans Jacob Simonse, sum er leiðani yvirlækni á Bráðdeildini og hevur læknaligu ábyrgdina av sjú kraflutningstænastuni, held­ ur støðuna vera ótolandi. ­ Tað er ótolandi at arbeiða á Landssjúkrahúsin­ um sum lækni, tí hvørja ferð árið er farið at líða, eru eingir pengar eftir, og við­ gerðir mugu útsetast til um várið. Nú noyðast vit at geva somu fólkum boð um, at viðgerðir teirra eru útsett­ ar eina ferð aftrat. Hetta pínir læknarnar, sum skulu hjálpa fólki í neyð, sigur Hans Jacob Simonsen. Sjúklingar vilja ikki bíða og leggja trýst á læknarnar, sum tó einki fáa gjørt. Hans Jacob Simonsen skilir væl portørarnar, at teir hava mist toli og vilja hava meira løn. Og tað gera flestu fólkini í húsinum, sigur hann. Gera gott arbeiði ­ Portørarnir eru væl útbúnir og gera gott arbeiði, og ofta eru teir fyrstir at veita ein­ um sjúklingi viðgerð. Tað eiga teir at fáa løn fyri, sig­ ur Hans Jacob Simonsen. Hann skilir als ikki, at ein embætismaður í Fíggjar­ málaráðnum í samráðingun­ um skal hava so stórt vald á Landssjúkrahúsiðnum. ­ Í øllum øðrum londum hevði politiska skipanin fyri langari tíð tikið yvir, heldur Hans Jacob Simon­ sen, sum nevnir, at meðan tað harðast leikar á á Lands­ sjúkrahúsinum, situr lands­ stýrið við Gjógv, og leiðslan á Landssjúkrahúsinum er á skíferiu. Tey kundu víst størri viring fyri teimum veiku, sigur Hans Jacob Simonsen, sum eisini er for­ maður í serlæknafelagnum. Hann veit, at Bente Wenn­ erberg, menningarstjóri og virkandi stjóri á Lands­ sjúkrahúsinum hevur gjørt leiðsluna fyri sjúkrahúsverk­ inum og Fíggjarmáðlaráðið varug við, at hetta verkfallið ikki kann halda á, men eing­ in hevur svarað aftur. Verkfallið verður helst drúgt SF tekur veljarar frá DF Ta seinastu tíðina hevur Sosialistiski Fólkaflokkurin í Danmark havt rættiliga avgjørdar áskoðanir í útlendinga­ og rættar­ politikkinum, og tað tykist nú hava givið úrslit. Valserfrøðingurin Søren Risbjerg Thomsen, sigur, ein partur av framgongdini, sum SF hevur havt síðani valið í 2007, stavar frá veljarum, sum flokkurin hevur fingið frá Vinstra og Danska Fólkaflokkinum. Hansara kanningar vísa, at 10 prosent av teimum, sum høvdu atkvøtt fyri SF, um val var nú, atkvøddu fyri annaðhvørt Vinstra ella Danska Fólkaflokkinum á valinum í 2007. Toskaaling stórt hall Tøl frá norskari toskaaling vísa, at hetta slagið av fiskaaling gevur stórt hall, og at eingi útlit eru fyri, at tað fer at venda til tað betra í bræði. Síðani 2002 hava norðmenn selt aldan tosk fyri 1,2 milliard norskar krónur, men í hesum sama tíðarskeiði hava útreiðslurnar til rannsóknir og íløgur verið 4,5 milliardir krónur, skrivar NTB. Millum annað hevur felagið Coldfarm mist 15 norskar krónur fyri hvørt kilo av alitoski, sum felagið hevur selt. Tað vánaliga úrslitið sæst eisini aftur í vinnuni. Í fjør seldu norðmenn 21.000 tons av alitoski, men í ár fer nøgdin neyvan upp um 8.000 tons. Vandamikið burturkast hópar seg eisini upp Rani í Líð, álitismaður sigur, at portørarnir ikki á nakran hátt fara at boyggja seg Hans Jacob Simonsen skilir væl verkfallið hjá portørunum, tí teir eru alt ov lágt løntir