mánadagur 15. februar 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 15. februar 2010 – Nr. 31
Gult kort til
Kappingar
nevndina
Seinføra viðgerðin av
leikbanninum til Ára
Dam er nakað, sum als
ikki eigur at koma fyri
í føroyskum hondbólti
Ítróttarklumman
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eitt leikbann, sum verður
útskrivað bara tvey lítil samdøgur undan einum tí mest týðandi
dystinum á árinum.
Hetta var veruleikin, sum Neistin mátti fyrihalda seg til, tá teir
hósdagin høvdu lagt seinastu hond á sínar fyrireikingar til
steypafinaluna.
Venjarin hjá Neistanum staðfesti eftir hetta, at Kappingarnevndin
hevði sýnt serstakliga lítla virðing fyri fyrireikingunum hjá Neistanum
til finaluna, og frá hesum reglum skal ljóða, at talan er um
mannagongd, sum als ikki kann góðtakast á nakran sum helst hátt.
Umberingin um, at limur í Kappingarnevndini var burturstaddur, er
snøgt sagt ikki haldbær. Limirnir vistu, at eitt mál um leikbann bíðaði
eftir viðgerð, og talan var neyvan um mál, sum kravdi somikið drúgva
viðgerð, at hetta ikki lat seg gera umvegis ein telefonfund.
Heilt einfalt var málið, at Neista-málverjin fekk beinleiðis reytt fyri
at steðga fríum mótstøðuspælara. Forskriftirnar siga eftir øllum at
døma, at hetta skal geva tveir dagar, og so er bara at avgreiða málið.
Ein stempul-avgreiðsla, sum átti at verið framd í minsta lagi eina viku
fyrr, enn hon endaði við at verða viðgjørd.
Vónandi hevur HSF lært somikið av hendingini, at hetta er ein
støða, ið ongan tíð kemur fyri aftur. Um veruleikin so var, at hetta
kanska hjálpti Neistanum, tá Emil Kulmann Jacobsen stóð ein góðan
dyst, er ein onnur søga. Men tað linkar ikki gula kortið til FSF.
NBA setti áskoðaramet
Talan var um metstóra áskoðarafjøld, tá East og West hittust í
árliga showdystinum í NBA um vikuskiftið. Dysturin varð hesa ferð
spældur á Cowboys Stadion í Dallas, og ikki færri enn 108.713
áskoðarar vóru til dystin, sum East rættiliga óvæntað vann 141-
139. – Vit ætlaðu, at tað skuldi verða ein fest, og tað gjørdist tað
eisini, sigur David Cuban hjá Dallas Mavericks, sum saman við
Dallas Cowboys stóð fyri dystinum.
Vidic til Real Madrid
Sambart Dailymail eru Real Madrid vísur í, at teir hava vunnið
kappingina við millum annað Barcelona, Milan og Inter um at
keypa sterka verjuleikararin. Tað hevur verið frammi fyrr, at Vidic
og familjan ikki trívast í Manchester. Samanspælið millum Vidic
og Sir Alex Ferguson sigst heldur ikki vera gott, og tí eru teir
komnir ásamt um, at Vidic skal skifta felag. Manchester United
keypti Vidic úr Spartak Moscow fyri £7 milliónir í januar 2006.
Vidic er serbiskur landsliðsleikarari og tí er møguleiki fyri, at
hann verður at síggja í Føroyum, tí Føroyar eru í bólki saman við
Serbia í undankappingini til EM 2012.
Annika Ljósstein helt,
at royndirnar vórðu
avgerandi í finaluni, hóast
VÍF gav favorittunum ein
skarpari gang, enn tær
sjálvar høvdu roknað við
Annika Ljósstein hjá Stjørnuni fegn-
aðist sjálvandi um sigurin leygar-
dagin, men fyrst og fremst vildi hon
geva rósus til mótstøðuna, sum
hevði givið Stjørnuni ein nógv harð-
ari dyst, enn klaksvíkarkvinnurnar
sjálvar høvdu roknað við.
– Hetta gjørdist nógv strævnari,
enn vit høvdu væntað. VÍF stríddist
veruliga væl allan dystin, og hetta
var ein virkeliga stuttligur dystur at
spæla. Tær vóru alvorliga underdogs
undan dystinum, men tær tóku sín
møguleika. Og hóast úrslitið sigur,
at vit vunnu, so stýri VÍF stóran part
av dystinum. Hjá okkum kendist tað
í øllum førum ikki, sum vóru vit ser-
liga vísar í sigrinum.
Finalan varð avgjørd beint undan
og eftirs steðgin. Hvat var tað, sum
gjørdi munin hesa løtuna?
– Eg rokni við, at tað vóru roynd-
irnar hjá okkum, sum gjørdu tað. Vit
megnaðu at vinna yvirtakið hesa
løtuna, og so var kravið, at vit skuldu
avgera dystin. Og tað dugdu vit so
eisini, segði Annika Ljósstein.
Stóri málverjin hjá Neist
anum fegnaðist um
sigurin, sum hann helt var
væl og virðiliga uppiborin
Eitt av stóru samrøðuevnunum í
upp taktini til mansfinaluna var
styrkurin, sum Neistin hevði fingið
sær í málinum.
Emil
Kulmann
Jacobsen
var
kanska bara ætlaður sum gardering
fyri Ára Dam, men tá hesin fekk
leikbann, stóð stóri danin størsta
partin av finaluni, og tað gjørdi hann
eisini framúr væl. Og smílið var
sjálvandi stórt, tá finalan var av og
steypaheitið heima.
– Tað er sjálvandi altíð feitt at
vinna. Umstøðurnar vóru fínar, stem-
n ingurin var framúr og áskoðararnir
bakkaðu okkum sera væl upp.
Kanska var hondbólturin ikki tann
allarvakrasti, men vit vinna og so er
alt jú deiligt, staðfesti Emil Kulmann
Jacobsen.
– Munarin var helst, at vit vóru
betur fyri kropsliga. Vit vinna eina
leiðslu tíðliga í dystinum, og tí mugu
teir alla tíðina stríðast nakað eyka.
Og tíbetur megna vit so alla tíðina
at halda teimum, segði Emil K.
Jacobsen.
Eingin ivi er um, at styrkurin í
stóra dananum kom væl við. Og í
besta Lindgreen-stíli hoydust áskoð-
ararnir rópa: Eeeemiiil, tá bjargingar
blivu framdar. Men hóast hann hev-
ur havt tað fínt hesar báðar vikurnar
í Føroyum, so staðfesti Emil Kulmann
Jacobsen at enda, at leiðin nú gekk
aftur til Danmarkar.
Strævnari enn
væntað
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Altíð feitt at vinna
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Ein av avgerandi løtunum í dystinum var, tá Annika varð sett á
høgra bakk í verjuni hjá Stjørnuni
Mynd: Álvur Haraldsen