mánadagur 15. februar 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 15. februar 2010 – Nr. 31 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 17
David Edvardsen var aftur
odda maður hjá Neistanum
um vikuskiftið. Í hesum
kapp inarárinum hevur
hann av álvara fingið upp
reisn
- Málið skoraði DAVID EDVARDSEN!
Heilar 11 ferðir kundi David
Edvard sen lata seg fagna sum mál-
skjútta í finaluni leygardagin, með-
an tað í hátalaranum varð kunngjørt,
hvør skeyt málið. Lávaksni danin við
stóra sjálvsálitinum gekk aftur und-
an hjá Neistanum hesaferð. Hann
var aftur stóraspælandi hetta viku-
skiftið og staðfesti sína støðu sum
stjørn an av mongum stjørnunum
hjá steypavinnarunum.
Uppreisn
Eftir kappingarárið í fjør, tá hann ikki
gjørdi stórvegis um seg, hevur
David Edvardsen aftur prógvað sítt
virði seinastu mánaðirnar. Við mál-
tevi sum fáur í føroyskum hondbólti,
eig ur hann stóran leiklut í fram úr-
skarandi gongdini hjá Neistanum í
hesum kappingarárinum.
Trý ár í Føroyum
David Edvardsen er í løtuni undir
sítt triðja kappinarár í føroysku
lands kappingini. Eina viku undan
kapp ingarbyrjan í 2007/2008 ringdi
Claus Rasmussen, táverandi venjari
hjá StÍF, til hansara og spurdi um
hjálp. Mánaðin framman undan
varð
Danni
Syhler
knýttur
at
hópinum hjá strandingum, og hann
hevði ávirkan á avgerðina hjá
Edvard sen, sum tók av tilboðnum.
- Teir manglaðu ein lám, og eg tók
av alt fyri eitt. Eg metti, at tað varð
ein stór uppliving, segði David
Edvard sen við Sosialin í 2008.
Við David Edvardsen og Danni
Syl her
sum
undangongumenn,
vann StÍF seg í finaluna í steypa-
kapp ingini
og
landskappingini,
men teir stóðu eftir við tveimum
silvur heiðursmerkjum tá avtornaði.
Árið eftir skifti hann til før oya-
meistararnar úr Neistanum. Hann
stóð av álvara í skugganum á Áka
Mørk, Trónda Kragesteen, Jugoslav
Dju mic, Finni Hansson og øðrum.
Edvard sen fekk ongantíð fótin fyri
seg hjá teimum bláu, sum vann
steypa kappingina.
Men við einari rúgvu av málum
og uppleggur hevur David Edvard-
sen verið ímyndin av álopsspælinum
hjá Neistanum. Tað prógvaði hann
aftur leygardagin.
Lættur at undirmeta
Stórskjúttin David Edvardsen er
lætt ur at undirmeta. Hann er lág-
vaksin, men tá hann sleppur til
skot er eingin slingur í valsinum.
Serliga í hesum kappingarárinum,
tí hann sjáld an misnýtir sínar
møgu leikar. Jacob Larsen, fyrr-
vera ndi málverji hjá Neistanum,
ivast heldur ikki í, at Edvard sen
hevur frálík hond bólts evni.
- Hann hevði staðið seg í næst-
bestu deildini í Danmark. Hann er
uttan iva besti høgri bakkur í før-
oysku kappingini í løtuni, segði
Jacob Larsen í 2008.
Del Piero hjálpir Juventus
Í triðu royndini eydnaðist tað Alberto Zaccheroni at vinna
við Juventus, har hann tók við sum venjari í januar
mánaði. Á heimavølli móti Genoa eydnaðist tað hjá
Juventus at vinna 3-2. Alessandro Del Piero, sum undan
dystinum bert hevði tvey mál á kontini hetta
kappingarárið, skoraði til bæði 2-1 og 3-2. Seinna málið
kom eftir brotsspark, sum Genoa-spælararnir vóru alt
annað enn fegnir um.
Gleðir seg til Milan
Týskvøldið rullar bólturin aftur í Champions League,
og lagt er upp til eitt satt brak, tá Manchester
United vitjar á San Siro hjá AC Milan. Ein dystur, sum
Alex Ferguson gleðir seg til. – Eg haldi, at tað hóskar
okkum væl at hitta teir júst nú. Teir spæld um
vikuskiftið, meðan vit høvdu frí, og hartil hevur
Milan eisini mist Kaka. Tað hevur gjørt tað neyðugt
hjá teimum at broyta spælið, sigur vnjarin hjá
Manchester United.
Edvardsen buldrar víðari
uni@sosialurin.fo
Uni Holm Johannesen
Navn: David Edvardsen
Føddur: 15. desember, 1986
Felag: Neistin
Pláss: Høgri bakkur og vongur
Ættaður: Fredrikshavn,
Danmark
Búsitandi: Tórshavn
FAKTA
David Edvardsen er í
ferð við at skjóta eitt
av sínum 11 málum í
steypafinaluni
Mynd: Álvur Haraldsen