mánadagur 15. februar 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 15. februar 2010 – Nr. 31
Royndirnar, rástyrkin og
senti metrarnir vóru á
muni, tá Stjørnan við greið
um sigri móti VÍF vann sítt
sætta steyapheiti upp á
sjey ár
Hóast talan gjørdist um væntaða
favroitt-sigurin,
har
spenningrn
varð tikin úr dystinumi løtunum
kring steðgin, so spældu Stjørnan
og VÍF eina hampuliga undir hald-
andi kvinnufinalu leygardagin.
Fleiri ferðir upp í saman varð sagt,
at VÍF mest av øllum skuldi taka
dyst in sum eina uppliving, har tær
bara skuldu út at gera sítt besta, og
langan part av fyrra hálvleiki var
hetta eisini nóg mikið til at halda
lið num væl og virðiliga inni í dysti-
num.
Stjørnan tóktist at hava trupul-
leikar við veruliga at fáa ferð á sítt
spæl, og tað var einamest skot styrk-
in hjá Simonu Petersen, sum helt
tær framman fyri VÍF.
Hjá VÍF var stóri skjúttin sum ikki
eina ferð Liljan Djurhuus. Ikki minst
gjørdi hon nógv um seg fyrstu
løtuna av dystinum, áðrenn hon
fekk viðspælararnir við sær. Men
hóttan in hjá VÍF kom kanska ov ein-
víst frá henni.
Í øllum førum broytti tað dystin
full komuliga, tá Annika Ljósstein
varð sett á høgra bakk at verja fyri
Lilju ni. Tí uppgávuna hevði Valen-
tina Siciu havt fyrstu løtuna, men tá
Annika kom inn, vórðu tacklingarnar
á skjúttan bæði skjótari og harðari.
Tað eydnaðist tó ikki hjá Stjørnuni
at renna undan VÍF, sum støðugt
royndi at spæla sítt spæl. Fleiri ferðir
eydnaðist at spæla Stjørnu-verjuna
tunna, og góða lagið á gulu á skoðar-
unum bendi á, at ein sensatión
kanska kundi vera í væntu.
Avgerandi rástyrki
Sensatiónin varð tó av ongum. Fyrst
og fremst, tí Stjørnan kropsliga hev-
ur ein tann sterkasta hópin í landi-
num.
Munurin í sentimetrum gjørdi, at
VÍF skuldi stríðst nógv meira í hvørj-
um einasta nærdysti, og seinastu
StjørnanVÍF 2922 (1410):
Stjørnan var ov stórur biti
Fyri steðgin var Simona Petersen einasti av
spælarunum hjá Stjørnuni, sum megnaði at bróta væl
stríðandi verjuna hjá VÍF
Mynd: Álvur Haraldsen
Ikki er vist, at lítli alvin fekk alt við. Men
í øllum førum var Morten Huust Pedersen
ein glaður pápi og venjari
Mynd: Álvur Haraldsen
Olsen millum teir bestu
Heimasíðan, soccernet, hevur sett nøvn á teir 11 venjararnar,
sum tey halda eru teir bestu í HM, sum verður spælt í
Suðurafrika í summar. Danski Morten Olsen fær góð
skoðsmál á síðuni, og er hann millum teir 11 kosnu. Hinir
venjararnir á listanum eru Milovan Rajevac (Ghana), Carlos
Dunga (Brasil), Joachim Low (Týskland), Ottmar Hitzfeld
(Sveis), Marcello Lippi (Italia), Vicente del Bosque (Spania),
Marcelo Bielsa (Chile), Radomir Antic (Serbia), Otto Rehhagel
(Grikkaland) og Fabio Capello (Ongland)
Vil spara Torres
Spanski landsliðsvenjarin, Vicente del Bosque,
vil hava landsmann sín, Rafael Benitez, at brúka
Fernando Torres minst møguligt komandi
mánaðirnar. Torres dregist í løtuni við ein
knæskaða, og skaðar hava argað somikið nógv,
at hann bert hevur byrjað 14 dystir hetta
kappingarárið. – Jú færri dystir hann spælir
seinasta partin av kappingarárinum, tess betri
er tað fyri okkum. Vit vilja hava hann so frískan,
sum tað á nakran hátt ber til, sigur del Bosque.
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk