mánadagur 15. februar 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 15. februar 2010 – Nr. 31 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 19
løtuna undan steðginum mistu tær
gulu luftina. Stjørnan fekk við trim
um málum á rað skapt sær eina
hampu liga trygga leiðslu, og hend
an varð útbygd fyrstu løtuna eftir
steðgin.
VÍF, sum annars hevði spælt púr
asta óimponerað, framdi fleiri tekn
isk mistøk hesa løtuna, og hóast
Stjørnan
eisini
misnýtti
nakrar
møgu leikar, so fingu tær lagt so mik
ið av sjógvi niður til mótstøðuna, at
spenningurin av álvara var burturi.
Og so ráddi bara um hjá Stjørnuni
at koyra sigurin heim. Smílini á
spælarunum boðaðu frá, at tær nú
vóru púrasta vísar í sigrinum, meðan
VÍF hinvegin eisini hevði mist vón
ina um, at stóra takið var gjørligt.
Sita enn á trúnuni
Sigurin í steypakappingini er tann
sætti hjá Stjørnuni í sjey ár, og tað í
sjálvum sær er einki minni enn
impon er andi.
Við grundarlagi í einum sterkum
lokalum buli, sum enn hongur væl
og virðiliga í, hevur Stjørnan ein
hóp, sum er bæði breiðari og sterk
ari enn hjá flestu mótstøðuliðunum,
og tað hevur aftur elvt til ein sera
sterkan vinnaramentalitet.
Tilgongdin av spælarum sum
Kris tinu Griksaite, Simonu Petersen,
Duritu Christophersen og Valentinu
Suciu hevur verið rómin á lagkøkuni
í so máta, og hóast einki gullmerki
kann garanterast við vissu, so er
eing in ivi um, at Stjørnan við hesum
hev ur tilfarið, sum kann vinna FM
heitið aftur frá Tjaldri, sum í fjør tók
sær av tí partinum.
Í tí stríðnum sleppur VÍF ikki reiði
liga upp í part enn, men eftir bara
hálvt ár í bestu deildini hevur liðið
prógvað, at har veruliga eru góð
hond bóltsevni at byggja eina sterka
framtíð á. Enn er liðið sera ungt, og tí
kann útfallið í einstøku dystunum
vera nakað stórt til tíðir, men eisini
tann trupulleikan er liðið komið væl
áveg is at loysa. Og hóast tað vóru
tær, sum máttu taka til takkar við
silvurmerkjunum, so kundu tær væl
og virðiliga standa upprættar, tá
dyst urin var av. Ein dystur, har VÍF
prógv aði, at talan ikki var um nakað
walk over hjá Stjørnuni, soleiðis
sum fleiri annars høvdu spátt undan
dystinum.
Errin av
spælar
unum
Avrikið var gott,
men Kári Morten sen
harmaðist, at munur in
ikki var minni enn tey
sjey málini, sum talv an
at enda vísti
Hóast hansara lið stóð eftir sum
tapari av kvinnufinaluni, so vr
Kári Mortensen á ongan hátt
ónøgd ur um tað, sum hansara
spælarar høvdu avrikað.
Vit vistu, at vit kundu hanga
væl í teimum. Men vit hava ikki
rutin una, og tí gera vit mistøk í
avgerandi løtum. Vit eru fýra
mál aftan fyri í steðginum, og
vit brenna nakrar upplagdar
møgu leikar júst um tað mundi,
so vit kundu verið nógv betur
við. So á tann hátt er talan um
eitt gott av rik.
So tú ert á ongan hátt
ónøgd ur um úrslitið, sum at
enda segði, at sjey mál vóru á
muni?
Eg eri ikki ónøgdur við
av rikið. Men eg eri eitt sindur
ónøgd ur um, at vit ikki hingu
enn betur í teimum. Tí tað
kundu vit væl havt gjørt.
So tað eru kanska nøkur ár,
nakr ir sentimetrar og nøkur
kilo, sum skulu afturat, áðrenn
tit veruliga kunnu takast við
Stjørn una?
Eg eri ikki vísur í, at tað eru
so nógv ár, segði Kári
Mortensen til hendan seinasta
spurningin.
Stjørnan-VÍF 29-22 (14-10)
10 min: 65
20 min: 108
40 min: 2014
50 min: 2619
Málskjúttar
Stjørnan: Simona Petersen
8(2/2), Durita Ljósstein 4, Joan
Midjord 3, Judith Hansen 3,
Una Olsen 3, Annika Ljósstein
3, Bára Skaale Klakstein 2,
Valentina Suciu 2, Durita
Mikkelsen 1
Kristina Griksaite, Ella Petersen,
Edith Hansen, Maria Ziskason,
Diana Poulsen
VÍF: Liljan Djurhuus 8(2/4),
Tóra Seloy 7, Heidi Joensen 3,
Elisa Leo 2, Agnas Olsen 1,
Halla Midjord 1
Steinbjarta Egholm, Finngerð
Jensen, Rakul Joensen, Vivian
Petersen, Marita á Rógvi,
Johanna Gunnlaugsdóttir,
Linda Daviesen, Torgun
Johansen.
Brotskøst: Stjørnan 2, VÍF 4
Útvísingar
Stjørnan 5: Judith Hansen 2,
Annika Ljósstein 2, Durita
Mikkelsen 1
VÍF 4: Agnas Olsen 1, Finngerð
Joensen 1, Liljan Djurhuus 1,
Rakul Joensen 1
Dómarar: Rúni Mohr & Ragnar
Simonsen
FAKTA
Steypavinnarar 2010, Stjørnan: Standandi frá vinstru eru tað Jógvan Leivur Nolsøe, liðleiðari,
Hanna Mikkelsen, Sylvia Løvenskjold, Durita Mikkelsen, Ella Petersenn, Durita Christophersen,
Durita Ljósstein, Simona Petersen, Annika Ljósstein, Valentina Suciu, Morten Huust Pedersen,
venjari, Sylvan Jacobsen, liðleiðari. Húkandi eru Joan Midjord, Judith Hansen, Diana Poulsen,
Kristina Griksaite, Maria Ziskason, Edith Hansen, Bára Skaale Klakstein og Una Olsen
Mynd: Álvur Haraldsen
Durita Christophesen, Annika
Ljósstein og Durita Ljósstein
bóru Unu Olsen í gullstóli,
tá hon skuldi taka ímóti
steypinum
Mynd: Álvur Haraldsen
Bridge vil ikki tosa við Terry
Spenningurin í Onglandi er stórur, nú Ongland tann 3. mars
skal venjingardyst móti Egyptalandi. John Terry, sum nú er
avsettur sum liðskipari, skal her hittast við Wayne Bridge, og er
hetta fyrsta ferðin, at teir báðir hittast, síðani tað kom fram, at
Terry hevði gjørt unnustuna hjá Bridge við barn. Terry hevur
fleiri ferðir roynt at sett seg í samband við Bridge, men hesin
hevur ikki tikið telefonina, tá fyrrverandi liðfelagin í Chelsea
hevur ringt.
Ronaldo hugsar enn um Manchester
Cristiano Ronaldo vil ikki nokta fyri møguleikanum, at hann eina ferð í framtíðini
aftur verður at síggja í Manchester United. – Eg fylgi framvegis við í tí, sum
fyriferst í felagnum, og tú veitst jú ongan tíð, um eg í framtíðini aftur spæli fyri
felagið. Tí sjálvandi sakni eg tað. Eg hevði seks góð ár í felagnum, og eg havi
nógvar vinir har, sigur Ronaldo, sum tó leggur dent á, at hann í løtuni stórtrívist í
Real Madrid.
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk