Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-15, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. februar 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 15. februar 2010 – Nr. 31 Fýra ferðir Finnur Finnur Hansson hevði kanska meira at fegnast um enn flestu av liðfeløgunum. Seinastu fýra árini hevur Finnur nevnliga hvørja ferð verið á vinnandi liðnum í eini føroyskari steypafinalu. Tær báðar seinastu ferðirnar hevur tað verið í bláum, men undan hesum hevði Finnur Hansson spælt við ávíkavist Kyndli og StÍF, tá steypasigurin varð fingin til høldar. Frem spældi javnt Bogi Løkin var millum teir fyrstu 11, tá Frem um vikuskiftið spældi venjingardyst móti eykaliðnum hjá Brøndby. Dysturin endaði við javnleiki, 1-1, og á heimasíðu felagsins verður staðfest, at 5-0 til Frem helst hevði verið meira rættvíst. Jónas Tór Næs varð skiftur inn í dystinum, meðan Andreas Lava Olsen í løtuni er úti við einum minni snuddi. Mansfinalan verður neyvan hangandi í minninum fyri gott hondbóltsspæl. Men Neistin hevði profilarnar, sum kundu traðka til, tá avgerandi støðurnar vóru í dystinum Tað vóru helst fleiri, sum veruliga høvdu glett seg til ein góðbita á hondbóltsvøllinum, tá mansfinalan varð blást ígongd leygardagin. Neistin hevur verið mest sum flúgvandi seinastu nógvu vikurnar, og við ferðmiklum spæli hava teir trumlað alla mótstøðu niður. Kyndil er hinvegin ímyndin av ein- um veruligum finaluliði. Hóast hóp- urin iki er eins breiður, sum hann er tað hjá Neistanum, so telur liðið nakrar av stóru profilunum í føroyskum manshondbólti. Og ferð eftir ferð hava hesir prógvað, at teir eru til reiðar at hevja seg móti hædd- unum, júst tá hetta er neyðugt. Danir á muni Tað eydnaðist eisini Kyndli at hevja seg, soleiðis at teir leikliga vóru om an á stóran part av mansfinaluni. Trupulleikin var tó, at teir ikki gjørdu hetta, fyrr enn eitt korter var farið, og tá hevði Neistin longu vunn- ið seg 4-5 mál framum. Og hóast Kyndil fleiri ferðir royndi at vinna hetta aftur, so megnaði Neist in støðugt at svara aftur, soleiðis at leiðslan varð hildin allan vegin á mál. Meira enn gott spæl, so vóru tað einstakir profilar, sum gjørdu um seg hjá Neistanum. Og eingin teirra meira enn teir báðir donsku spæl- ararnir, Emil Kulmann Jacobsen og David Edvardsen. Edvardsen hevur í ár spælt, sum ætlar hann sær heitið sum ársins spælari í føroyskum manshondbólti, og tað nervaði hann ikki tað minsta, at hann var at síggja á veinginum, nú Heini Hanusarson var aftur á bakk inum. Og í málinum slapp Emil veruliga at royna seg. Kyndilsspælararnir høvdu meira enn trupult við at fáa bóltin fram við stóra málverjanum, sum umframt góðar bjargingar eisini hevði hegnið at seta spælið skjótt ígongd. Júst hetta seinasta var eisini ein av ger andi faktorur fyri steðgin. Kyndil hevði betra álopsspælið, men teir vóru ikki nóg skjótir í retur- renningunum, og tí sást fleiri ferðir, at Neistin økti um munin, bara fá sekund eftir at Kyndil hevði skorað. Løtt Neista-mál Eftir steðgin gjørdist trýstið hjá Kyndli enn meira massivt. Longu Neistin-Kyndil 31-27 (17-12): Profilarnir avgjørdu jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Fagnaðurin var øgiligur, og øll høllin var at kalla blá, tá dómararnir høvdu bríkslað fyri seinastu ferð. Neistin er steypavinnari annað árið á rað, og í løtuni tykjast teir stevna beint móti greipuni Mynd: Álvur Haraldsen