Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-15, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. februar 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 15. februar 2010 – Nr. 31 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21 Bolt vann á 400 metrum Usain Bolt, sum í fjør varð kosin ársins ítróttarmaður í heimshøpi, rann um vikuskiftið sína fyrstu kapping. Hetta var í Camperdown Classic á Jamaica, og við 45,86 setti hann nýtt stevnumet á 400 metrum. Fyrst og fremst er tað 100 og 200 metrar, sum eru stóra styrkin hjá Bolt, men eitt nú hevur met-eigarin á 400 metrum, Michael Johnson, sagt, at hann heldur Bolt hevur møguleikan til eisini at seta heimsmet á 400 metrum. Metið, sum Johnson setti í 1998, er 43,18 sekund. Inter og Mourinho aftur javnt Fyri aðru ferð hesa vikuna spældi Inter javnt í Seria A. Mikukvøldið spældu teir 1-1 á útivølli móti Parma. Og í gjár eydnaðist tað heldur ikki at vinna, hesa ferð á útivølli móti Napoli. Støðan gjørdist 0-0. Jose Mourinho segði annars við miðlarnir áðrenn dystin, at teir spæla meiri álopskendan fótbólt síðani hann er komin til. Í dag gav tað ongi mál. Mourinho og Inter skulu møta Chelsea í Champions League um hálva aðru viku. Roma og Milan royna at hanga í Inter, sum er sjey stig frammanfyri Roma á øðrum plássið. Roma vann 4-1 á Palermo, meðan Milan fríggjakvøldið vann 3-2 á Udinese. Napoli og Sampdoria deila fjórða plássið, meðan Juventus við einum 3-2 sigri í dag, bara er eitt stig aftanfyri tey á sætta plássið. tíðliga eftir steðgin byrjaðu teir at skifta málverjan út, soleiðis at teir kundu spæla í yvirtali í álops part- inum, og í longum løtum stressaði hetta Neistan. Men munurin varð tó støðugt hangandi um tey 4-5 málini. Stóru profilarnir hjá Neistanum megnaðu ferð eftir ferð at fáa mál burtur úr ongum, og hóast nógv av hesum sóu dekan ov løtt út, so telja løttu málini eins nógv, sum tey, ið koma til høldar eftir gjøgnumspæld álop. Ein partur av taktikkinum hjá Kyndli var eisini at koyra á Heina Han usarson, sum tíðliga í dystinum hevði tvær útvísingar. Men partvíst gjørdist tráðanin eftir triðju útvís- ingini ov sjónlig, og partvíst órógv- aði hetta eisini spælið hjá Kyndli, har tað í fleiri førum hevði givið betri meining at spælt aðrar og fríari spælarar. At Heini so fekk reytt kort, tá tríggir minuttir vóru eftir, hevði minni upp á seg. Tá var sigurin kortini so gott sum heima. Kyndil fekk minkað munin nið- ur í tvey mál, tá góður minuttur var eft- ir at spæla, men tá noyddust teir sam- stundis at forcera spælið, og so kundi Neistin svara aftur við teim um báð um seinastu málunum í dystinum. Steypið fór ongan veg úr Neista- hølunum á hesum sinni, og sum kapp ingin hevur tikið skap, tykist Neistin stevna beint móti greipuni, sum eingin hevur vunnið í føroysk- um manshondbólti seinastu 15 árini. Steypavinarar hjá monnum í 2010, Neistin: Standandi eru Finnur Hansson, David Edvardsen, Kristian Dulavík, Heini Ragnarsson, Jens Mohr, Jugoslav Djumic, Heini Hanusarson, Sjúrður Thomassen, Karl Oddmar Rasmussen, Eirikur Magnussen, liðleiðari, Jacob Jónsson, hjálparvenjari og Áki Mørk. Húkandi eru Ingi Olsen, Tróndur Kragesteen, Bartal Hansen, Ári Dam, Jákup Apol Hentze Emil Kulmann Jacobsen og Dejan Lacok Mynd: Álvur Haraldsen Kyndils-venjarin roynir at eggja sínum spælarum til, men tað gjørdist bara nær við og næstan hjá Høgna Klein og liðfeløgunum, sum ongan tíð av álvara sluppu nær Neistanum Mynd: Álvur Haraldsen NeistinKyndil 31-27 (17-12) 10 min: 5-2 20 min: 12-9 40 min: 20-16 50 min: 25-21 Málskjúttar Neistin: David Edvardsen 11(4/5), Finnur Hansson 5(1/1), Jugoslav Djumic 5, Ingi Olsen 4, Heini Hanusarson 3, Jákup Apol Hentze 1, Tróndur Kragesteen 1, Sjúrður Thomassen 1 Karl Oddmar Rasmussen, Bartal Hansen, Heini Ragnarsson, Jens Mohr, Kristian Dulavík, Emil Kulmann Jacobsen Kyndil: Høgni Klein 5, Tummas Pauli Hanusarson 5(2/2), Bárður Johannesen 4, Josef Abrahamsen 3(0/1), Janus Einar Sørensen 3, Rani Ellingsgaard 3, Julian Johansen 2, Hans Áki Dal-Christiansen 2(0/1) Magnus Matras, Høgni Klein Olsen, Regin Petersen, Erlendur Johannesen, Ken Zachariassen, Kristoffer Kristoffersen Brotskøst: Neistin 7, Kyndil 4 Útvísingar Neistin 6: Heini Hanusarson 3, Ingi Olsen 1, Tróndur Kragesteen 1, Emil Kulmann Jacobsen 1 Kyndil 7: Bárður Johannesen 2, Regin Petersen 1, Rani Ellingsgaard 1, Hans Áki Dal-Christiansen 1, Ken Zachariassen 1, Tummas Pauli Hanusarson 1 Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen FAKTA UM DYSTIN Konsentratiónin lýsir burtur úr Ken Zachariassen og Sjúrði Thomassen Mynd: Álvur Haraldsen