mánadagur 15. februar 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 15. februar 2010 – Nr. 31
Hóast TB var greiður
favorit tur undan dystinum
á Kambsdali í gjár, megn
aði ÍF at geva góða mót
støðu – serliga í øðrum
set ti, tá tveir settbóltar
mátt u til
Enn er TB besta boðið upp á tað lið
ið, ið væntandi skal møta SÍ í FM
finalunum í Eikliguni hjá kvinnum.
Men tað var ikki alla tíðina, at tað
sást so væl, tá TB í gjár var á Kambs
dali, har ÍF tók ímóti. Serliga tey
bæði fyrru settini í 30 sigrinum
hevði TB ilt við at fáa spælið at koyra,
og í øðrum setti stóð á ímóti enda
num.
Frá byrjan vóru móttøkurnar hjá
TB ikki í tí klassanum, ið væntast
kann av einum liði, ið er beinleiðis
við í kappingini um at gerast før oy a
m eistari. Av tí sama gjørdist spæli
hjá tvørakvinnum heldur ikki tað
bes ta í fyrsta setti.
ÍF royndi eftir førimuni at leypa á,
og hóast álopsspælið hjá heima lið
num fyri tað nógva var heldur ein
táttað, so riggaði tað væl í løtum.
Hinvegin hevði ÍF nógvar góðar
serv ur, ið skakaðu TB, sum serliga í
øðr u m setti hevði trupult við at taka
tær.
ÍF gott servutrýst
Sá TB ivasamt út í fyrsta setti, so var
lítið mætari í øðrum, tí framvegis var
tað ikki nógv, ið gestirnir fingu at
rig ga. Móttøkurnar vóru framvegis
vána ligar, eins og TB slett ikki megn
aði at leggja servutrýst á ÍF, ið ov
nógvir servufeilir blivu gjørdir.
Av tí sama fingu tvørakvinnur
held ur einki álop í gongd. Kortini
var TB fyri tað nógva eini tvey stig
framm anfyri allan vegin, men ímóti
enda num á settinum var um reppið,
at ÍF fekk tikið TB aftur. Tá støðan var
2324, hevði TB ein av sínum
servufeilum, so ÍF kom upp á javnt
2424, men tá alt so skuldi avgerast,
var TB drúgvari og vann settið.
Sum tað so ofta er í slíkum dyst
um, gekk øðrvísi í triðja setti, tí tá
fekk TB langt um leingi víst, hví liðið
ligg ur heilt har frammi. Beinanvegin
fór TB avstað, meðan ÍF slett ikki
kom í gongd, so her gjørdist hóast
alt eingin sum helst ivi um vinnaran.
Sigurin merkir fyri TB, at liðið
fram vegis liggur best fyri av teimum
næst bestu, tá tað snýr seg um eitt
finalupláss. Eisini hevur TB spælt ein
dyst minni enn Mjølnir, ið er argasti
kapp ingarneytin nú, so ikki vantar
nógv í, at tvørakvinnur, sum í fjør
vóru aftastar, í ár sleppa at spæla
um gullið.
Klaksvíkingar tóku vænt
aða sigurin á fugl firð ing
um, men vóru verri enn so
sannførandi í teimum báð
um fyrstu settunum
Mjølnir og SÍ, ið longu hava tryggjað
sær pláss í FMfinalunum í Eikliguni
hjá monnum, liggja mestsum lið um
lið á stigatalvuni. Við sínum sigri
miku kvøldið var SÍ farið framum,
men tá Mjølnir í gjár vann á ÍF á
Kambs dali, merkti tað, at Mjølnir aft
ur gjørdist oddalið.
Hóast bæði liðini longu eru í final
u num, er ikki líkamikið, hvat teirra
e nd ar sum nummar eitt í sjálvari
lands kappingini, tí oddasessurin
gev ur rætt til heimavøll í einum
møgu ligum triðja finaludysti, skuldu
liðini vunnuð hvør sína av teimum
báð um fyrstu, sum verða spældar á
uttan veltaðum vølli.
Klaksvíkingar, ið til endaspurtin í
kappingini hava styrkt sær liðið við
sørv ing inum, Jón Nielsen, vóru
favorit tar at vinna á ÍF í gjár, og tað
eydn aðist eisini, tí Mjølnir vann
dystin 30. Men ÍF stríddist væl og
var væl við í teimum báðum fyrstu
settu num, so onkra løtuna kom eitt
sind ur av spenningi í.
Í fyrsta setti slapp Mjølnir nokk so
tíðliga avstað, millum annað ÍFliðið
gjørdi í so nógvar feilir og ikki av
álvara fekk fatur í klaksvíkingum.
Men ímóti endanum á hesum setti
num sást, at ÍF ikki ætlaði at geva
seg uttan svørðslag, og tað kom enn
meira til sjóndar í øðrum setti.
Tá var spælið nógv javnari, men ÍF
kom betur frá byrjanini og førdi
nokk so langt upp, áðrenn Mjølnir
fekk fatur í. Tá so avgerandi bóltarnir
skul du spælast, vísti tað seg enn
eina ferð at vera trupult hjá ÍF at sláa
ígjøgnum, og í staðin slapp Mjølnir
at yvirhála í evstu løtu og taka settið.
Hetta kostaði hjá fuglfirðingum,
sum í triðja setti fullkomuliga góvu
upp, so Mjølnir fekk lætt spæl og
smur di ÍF av. Eitt úrslit, ið samsvarar
við stigatalvuna, men eisini enn ein
dyst ur, har ÍF í løtum var væl við,
men kortini hvørki fekk sett ella stig.
ÍFMjølnir 03 (1725, 2225, 1125):
Mjølnir aftur á odda
ÍFTB 03 (1825, 2426, 1425):
TB mótstøðu frá ÍF
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan Hansen
Real og Ronaldo trýsta
Umstøðurnar vóru torførar fyri høvðusstaðarliðið, tí heimavøllurin
hjá Xerez minti mest um eina eplaveltu. Real Madrid royndi sum
frægast at spæla bóltin, men umstøðurnar loyvdi tí ikki. Í seinni
hálvleiki fekk Real Madrid so hol á. Fyrrverandi Liverpool leikararin
Álvaro Arbeloa var komin framvið og legði gestirnar á odda. Síðani
tóku Cristiano Ronaldo og Kaka yvir. Tvær ferðir legði Kaka upp til
Ronaldo, sum skoraði til 20 og 30. Stutt eftir 10 málið skifti Real
Madrid Raul inn. Hann hevur í seinastuni verið settur í samband við
New York Red bull. Real Madrid er nú tvey stig aftanfyri Barcelona.
Barcelona tapti í Madrid
Barcelona tapti fyri fyrstu ferð í La Liga hetta kappingarárið í kvøld.
Atlético Madrid vann dystin 21. Dysturin var bara fýra minuttir
gamal, tá Atlético Madrid legði seg á odda. Teir fangaðu ein bólt á
miðjuni og fóru í mótálop. Bólturin endaði hjá Diego Forlán, sum
skoraði trygt. Um miðjan fyrra hálvleik økti fyrrverandi Barcelona
spælararin, Simao, uppá beinleiðis fríspark. Zlatan Ibrahimovic
minkaði um munin áðrenn hálvleik. Fleiri mál komu ikki og sostatt
er fyrsta tapið hjá Barcelona í La Liga í ár veruleiki. Barcelona liggur
fremst við 55 stigum, meðan Real Marid er nummar tvey við 53
stigum. Atlético Madrid liggur nummar ellivu við 27 stigum.
Fuglfirðingar fingu bitið eitt
sindur frá sær í gjár, men
kortini kundu teir ikki forða
fyri, at Mjølnir fekk væntaða
sigurin á Kambsdali
Mynd: Oliver Joensen/Norðlýsið