Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-15, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. februar 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 15. februar 2010 – Nr. 31 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23 Fleyr-KÍF 3-0 (25-10, 25-15, 25-6): Fleyr á føtur aftur Eftir at hava tapt fýra av teimum síðstu fimm dystunum, komu kvinnur nar hjá Fleyr á føtur aftur í gjár, tá tær á heimavølli í Gunda dals høllini vunnu á KÍF. Hetta er ov seint til at røkka nak að FM-finalupláss, men um alt gongur eftir vild í allar seinas- tu dystunum, kann tað kanska røkka til heiðursmerki hjá Fleyr. Spælið hjá Fleyr í gjár var gott. Álopsspælið koyrdi væl við nógv um ígjøgnum miðjuna, um f ramt at móttøkurnar vóru góð ar og talan sum heild var um fáar feilir. Við tí fólki, Fleyr hev ur, er ikki lætt at vera fyri, tá spæl ið koyrir, og tí gjørdist tað eisini til ein sera sannførandi sig ur. Tær ungu KÍF-kvinnurnar royn du av øllum alvi at stríðast ímóti, men yvirmaktin var ov stór. Tær hjá KÍF royndu seg meira við sløgum, enn tær kans- ka hava gjørt, og í løtum spældu tær heilt væl, men við hesi mót- støðu ni gav tað kortini ikki nak- að. hil Bara TB og Mjølnir eftir Alt kappingarárið hevur SÍ verið frems ta liðið í Eik-liguni hjá kvinn- um, og so hava fleiri kapp ast um at runnið aftaná. Nú kapp ing in nærkast endanum, eru bara tvey lið eftir, ið mugu sig ast at vera við í stuttligasta parti num av kappingini, sum er heilt har frammi. TB hevur ein fyrimun, tí liðið er á næstfremsta plássinum, eitt stig framman fyri Mjølnir, um framt at TB hevur spælt ein dyst minni. Sostatt røkist í løtuni mest fyri, at tað verður TB, ið slepp ur at spæla FM-finalu ímóti Mjølnir. Men framvegis er Mjølnir væl við. Kortini eru treytirnar eitt sind- ur harðar, tí samstundis sum Mjøln ir skal vinna allar sínar írest- an di dystir, skal TB tapa tveir. So hóast næstbesta feltið ikki er so stórt, sum tað eitt nú var síðsta kappingarár, er lív enn í kapp- ingini, har TB og Mjølnir til tað síðsta koma at kappast um seinna finaluplássið. hil Hvørki Mjølnir ella Dráttur vil di geva seg, so tí gjørdist tal an um tveir javnbrótarar og eitt tætt sett, áðrenn Mjøl nir at enda hevði vunn- ið dystin, ið var spennandi frá byrjan til enda Undan dystinum vóru øll greið yvir, at nógv stóð upp á spæl, tá Mjølnir í gjár tók ímóti Drátti í Bad min ton- høllini í Klaksvík. Og tað sást eisini aftur á vøllinum, har bæði liðini góvu seg fult út í royndunum at vin- na, tí taparin kundi næstan við vissu avskrivast í kappingini um at koma í FM-finalurnarnar. Mjølnir, ið til fyri kortum sat á næst fremsta plássinum á stiga- talvu ni, vann hesa avgerandi upp- gerði na, men hóast endaliga úrslitið segði 3-0, so var talan um ein dyst, ið helst var javnari og meira spennandi enn nógvir fimmsettarar kunnu vera tað. Tvey tey fyrstu settini leikaði sera javnt á, og í báðum førum var neyðugt við javnbrótara, áðrenn Mjøl nir hevði tikið settini. Og heldur ikki í triðja setti vildi Dráttur geva seg, so har gjørdust bara trý stig á muni, tá samanum kom. Fyri Mjølnir merkti sigurin, at liðið framvegis er væl við í kappingini um at koma í FM-finalurnar, samstundis sum Drátt ur í veruleikanum misti sín kjans. Øgiliga javnt Tað var øgiliga javnt í fyrsta setti, har ongantíð meira enn tvey stig vóru á muni. Bæði lið vunnu síni álop, meðan blokkarnir kanska ikki fingu fatur í so nógvum. Men í avgerandi løtu ni var tað ein av ungu spæla r- unum hjá Mjølnir, Poulina Øregaard, ið syrgdi fyri settinum. Tað stóð á jøvn um 26-26, tá hon kom inn at serva, og púra køld legði hon fyri við ein um servuessi, og síðani vann Mjøl nir næsta bóltin og settið. Í øðrum setti var tað Dráttur, ið hevði hug at byrja betur. Vága kvinn- ur nar vóru mitt í settinum á odda 12-16, og tað var ikki fyrr enn heilt ímóti endanum á settinum, at Mjøl- nir slapp framum. Enn eina ferð hevði Poulina ein leiklut í síðstu serv unum, og aftur í hesum setti- num mátti spælast upp um tey 25 stigini, áðrenn avgerðin var fallin. Mjølnir fekk betru byrjanina í triðja setti og kom framum við fimm stig um. Men Dráttur fylgdi tó væl við, so eisini her gjørdist talan um eitt rímiliga javnt sett, sum Mjølnir at enda vann við trimum settum. Samanumtikið átti Mjølnir munin í dystinum, tí liðið hevði fleiri strein- g ir at spæla uppá og fekk varierað álops spælið meira. Hevarin hjá Drátti, Maja Popovic, fekk ikki tað sama burturúr sum í fleiri av undan- farnu dystum, tí hon hevði størri spæl ar ar ímóti sær hinu megin netið. Sigurin ger, at Mjølnir framvegis er væl við, meðan Dráttur við tapi- num ikki longur ein veruligan møgu leika at koma í FM-finalurnar. Mjølnir-Dráttur 3-0 (28-26, 27-25, 25-22): Eitt brak av einum dysti einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Tiger eingin sølumaður Hóast Tiger Woods var heimsins besti golfspælari, tá hann var við í lýsingum fyri amerikanska bilmerki, Buick, er hann neyvan tann stóri sølumaðurin – í øllum førum ikki, um vit skulu trúgva nevndarliminum í General Motors, Bob Lutz. Hann sigur, at lýsingarnar neyvan góvu økta sølu, men at teir í Buick kanska eisini høvdu sín part av skyldini, tí Tiger Woods ikki fekk tað besta handritið, tá orðini skuldu leggjast honum í munnin. Vil hava Cole kláran Vinstri bakkur hjá Chelsea, Ashley Cole, var fríggjadagin lagdur undir skurð, og væntandi ganga tríggir mánaðir, áðrenn brotni fótliðurin er í lagi aftur. Kortini vónar landsliðsvenjarin hjá Onglandi, Fabio Capelli, at Cole kemur so mikið væl fyri seg, at hann kann koma við til HM í Suðurafrika. Ongland spælir fyrsta dystin 12. juni, so har skal altso ganga skjótt við framgongdini hjá Cole, skal Capello fáa sítt ynski uppfylt. Tað bleiv givið og tikið allan vegin í brakdystinum millum kvinnurnar hjá Mjølnir og Drátti í Klaksvík í gjár Mynd: Oliver Joensen/Norðlýsið