mánadagur 15. februar 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 15. februar 2010 – Nr. 31
Hanus Joensen átti ein
son hjá hvørjum av finalu
lið unum, men fyri tað helt
hann, at tað var fantastiska
stutt ligt at hyggja
- Kenslan var góð. Heilt fantastisk.
Men eg haldi tó, at tað bleiv ið so
stór ur munur ov tíðliga í dystinum.
Fimm mál á muni í hálvleikinum er
øgiliga tungt at vinna aftur, og tað
vísti seg eisini at vera ov tungt hjá
Kynd li, sum nærkaðist í løtum, men
sum ikki heilt megnaði at halda
tørn.
- Og tað var spell. Sjálvandi skal
ann ar parturin vinna, men tá tú eig-
ur ein á hvørjum liði, so mást tú
eisini hava tunguna mitt í munni-
num, og tí hevði eg ynskt, at tað var
so tætt sum gjørligt millum liðini.
Synirnir hjá tær, Heini og Tummas
Pauli, høvdu nakrar nærdystir alt fyri
eitt. Hvussu kendist tað?
- Eg haldi, at mamman hevði ein
trupulleika við tí, men eg legði ikki
so nógv í tað. Men tað hendi tað
sjáld sama, at tað var lítlibeiggin,
sum varð vístur út fyri at vera ov
harð li gur móti stórabeiggja. Og tað
hevði eg líka sum ikki roknað við,
segði Hanus Joensen heldur skemti-
liga.
Josef Abrahamsen helt
eftir dystin, at hann og lið
felag ar nir ikki vóru nóg
neyv ir í avgerandi løtunum
Eftir eina trupla byrjan, at har Neistin
alt fyri eitt slapp avstað, setti Kyndil
seg meira og meira á finaludystin, tá
hesin varð spældur leygardagin.
Men tað eydnaðist ikki Kyndli
veru liga at fáa takið, og hetta iðraðu
teir seg sjálvandi um eftir dystin.
- Vit fara út við einum lítlum
indian a ra í verjuni, og tað riggar á
tann hátt, at vit í fleiri umførum ota
okk um eitt og tvey mál nærri. Men
tá avgerandi løturnar eru, skora vit
ikki, meðan teir alla tíðina fáa hesi
løttu málini.
-Og so skulu teir eisini vera fegnir
um, at Ári fekk tveir daga leikbann.
Nú skal eg ikki gera handan mál verj-
an til heimsins besta, men hann
hevði fleiri góðar bjargingar, har
hann pilkar bóltarnar frá okkum, so
hann gjørdi stóran mun, segði Josef
Abra hamsen.
Veteranurin hjá
Neistamonnum heldur tað
bara økja um hugin, nú
hann hevur vunnið fleiri
heiðursmerki seinnu árini
Karl Oddmar Rasmussen, ið ofta
verður brúktur sum jarnmaður í
Neista-verjuni, er elsti spælarin hjá
Neistanum, tá sæð verður burtur frá
spælandi venjaranum.
Síðani hann í 1990 spældi sín
fyrsta dyst á besta liðnum hjá
Neistanum, taldi steypaskápið fram
til fyrraárið eitt steypa- og eitt
FM-heiti, men leygardagin kundi
hann triðja árið á rað staðfesta, at
gull eisini spyrst burturúr hesum
kappingarárinum.
- Hetta er sjálvandi stuttligt. Tað
liggur jú onkrastaðni í blóðinum, at
tú hevur hug at kappast og at vera
við til at fáa nakað at rigga. So
sjálvandi er hetta stuttligt. Mín
leiklutur hevur so verið at standa til
reiðar at koma inn, og hóast eg ikki
fekk nakran minutt á vøllinum í dag,
so var eg alla tíðina til reiðar, um
boð skuldu verið eftir mær.
Vart tú ongan tíð bangin fyri, at
sigurin skuldi gleppa tykkum av
hondum?
- Nei. Eg haldi, at vit allir trúðu
somikið nógv upp á tað, at vit bara
høvdu fokus á at vinna. Og eg
ivaðist onga løtu í, at liðið fór at
røkka á mál í so máta, segði Karl
Oddmar Rasmussen eftir sigurin.
Fantastisk kensla
Ikki nóg kaldir
Hóast tað
var tungt
leygardagin, so
eru hyggjuráðini
hjá Josef og
Kyndli nú at reisa
seg og seta fokus
á FM-finalurnar,
har Kyndil væl
kann gerast annar
parturin
Heima hjá
Hanusi Joensern
var húskið
heilgarderað, tí
við einum soni á
hvørjum finaluliði,
skuldi talan verða
um bæði gull og
silvur
Mynd: Álvur Haraldsen Gevur hug
til meira
Fyrstu 17 árini vann Karl Oddmar Rasmussen tvey gullmerki við besta mansliðnum hjá Neistanum.
Men seinastu trý árini eru trý gullmerki komin til høldar
Mynd: Álvur Haraldsen
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
»Andlitið« hjá WTA
Danska tennisstjørnan, Caroline Wozniacki,
hevur ikki bara royndir frá síni ítróttargrein,
men hevur eisini roynt seg sum modell. Nú
fær 19 ára gamla Wozniacki møguleika at
gera bæði í senn, tí hon hevur júst verið í
London og tikið myndir, sum skulu brúkast til
alt tíðindatilfarið hjá tennisfelagsskapinum,
WTA, hetta komandi kappingarárið.
Endiliga bragdaði
Tilsamans 15 ferðir á rað var tað ikki eydnast
spanska tennisspælaran, Fernando Verdasco, at
vinna á einum spælara, sum er millum 10 teir bestu
á heimsstyrkilistanum. Men í gjár bragdaði endiliga
hjá spaniólanum, sum er nummar 11 í heiminum,
tá hann vann 3-6, 6-4 og 6-4 á heimsins nummar
sjey, Andy Roddick, í einari ATP-finalu í San Jose í
Kalifornia.